mánadagur 10. august 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 149 - 10. august 2009
Skal nakar kritikkur setast
móti Summar Festi vali
num, so má tað vera, at
hálv ur annar tími við
Dynamitt er for lítið
SummarFeStivalur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað var kanska ikki føroyska
summar ið frá síni allarbestu síðu,
men tað var nú heilt nær við kort
ini. Í øllum førum varð ’09 út
gáv an av SummarFestivalinum
ikki rakt av ævigu avlýsingunum,
sum veðurgudarnir hava plágað
festi valin við seinnu árini, og so
var tað av álvara lagt upp til eitt
brak á Vágsbøi og har um leiðir.
Hundraðtals campingvognar og
bátar, tvey fullsett tjaldpláss og
annars hópin av privatum seingjar
plássi hjá altíð fyrikomandi klaks
vík ingunum vóru karmur um ein
festival, sum helst má roknas sum
størsta tónleikatiltakið nakran tíð
í Føroyum.
Tí hóast familjuhugni, prát við
gamlar vinir og reyp annars er
part ur av tí, sum ger Summar
Festivalin til nakað fyri seg, so er
tað fyrst og fremst tónleikurin,
sum er í miðdeplinum.
Framúr undirhald
Av øllum tí, sum var á teimum
ymsu pallunum, man tað bara
vera eitt navn, sum kann bólkast
und ir “vónbrot”. Gibburin úr Bee
Gees skuldi vera heilt stóra upp
livi ngin, men ta uppgávuna megn
aði hann so slettis ikki at lyfta. Vit
sóu og hoyrdu, at maðurin er ein
fantastiskur sangskrivari, men vit
fingu eisini prógv um, hví hann
so ofta hevur latið onnur framført
mongu dýrgripirnar hjá sær.
Men tá so er, so er tað fantastiskt
at vita, hvussu ríkur føroyskur
tón leikur er. Og ikki minst, hvussu
góð a r upplivingar føroyskir tón
leik arar kunnu geva okkum. Sum
upp living er væl einki, ið er størri
enn svøku Dynamittdreingirnir.
Hesa ferð varð talan enntá ikki
um nakra annonsering av, at hetta
var seinasta framførslan. So hvør
veit, um teir ikki longu nú eru í
ferð við at fyrireika, hvat skal
henda í august mánað í 2010. Í
øll um førum er nær við, at teir
skulu titulerast sum fast festi val
orkest ur, og lat so fara, at teir
kans ka ikki eru verðsins bestu
tóna smið ir og ella tónleikarar.
Sum dansibólkur vóru teir framúr
á sinni, og við trimum festival
upp traðkanum hava teir við sjey
tumma seymi sligið fast, at teir
eru eru og verða besti livebólk
urin, sum Føroyar hava. At Páll
Finn ur Páll so er í ferð við at hótta
hesa støðuna, er bara fínt, og hví
ikki lata tað koma ann upp á eina
roynd við eini dupultkonsert
fríggja ella leygarkvøldið.
Nostalgi í fyrsta potensi
Nostalgi – ella afturhvarv – er
eisini nakað av tí, sum Summar
Festi valurin hevur gjørt til sítt
vøru merki.
Og heldur ikki hesa ferð kiksaði
Festi valurin í hesum. Einki av
hes um var størri enn ABBA the
Show. Mest sum vemmiliga
70’ara slig við strømmum drakt
um, sum vóru opaðar somikið, at
bringu skeggið
kagaði
undan.
Nostal gi fyri allar pengarnar.
Tón leikur fyri allar pengarnar. Og
stemningur fyri allar pengarnar.
Legg so ein Sámal Ravnsfjall í
stórformi afturat pakkanum, sum
eisini inniheldur Terja Rasmussen,
Frændur og Anfinn Nielsen fyri
bara at nevna nakað, og tú hevur
eina summaruppliving langt yvir
tað vanliga. Bert spell, at listin
við føroysku perlunum er somikið
lang ur, at menn sum Anfinn og
Frændur noyðast at spæla á al ljós
um degi. Meini so við, at skulu
timbermenn reparerast ordiliga,
og skal matur gerast til húsfólkið,
so kann tíðin verða ein knappur
faktor ur. Men ekstremt rockaða
út gáv an av Útsalg setti tó klokk
una í stað eina løtu, tá Anfinn lat
Mikkjal Hvannastein folda seg
heilt út.
Og so var tað ein ordiligur góð
biti, sum varð goymdur til tað
Ov lítið av
Fyrstu ferð, eingangsknall og Two Hearts fluttu tankarnar aftur til 80’ini, áðrenn kósin at enda varð sett móti fesku suppuni, sum bíðaði heima. Chase flutti
veruliga mørk í føroyskum tónleiki í síni tíð, og talan var um flott og nostalgiskt punktum, sum varð sett leygarkvøldið
Mynd: Jens Kristian Vang