mánadagur 10. august 2009síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 149 - 10. august 2009
Barnafestivalur í Silvalandi
Hoppiborgir, gullgravarar, pony
ríðing og kandiserað súr epli.
Børnini høvdu sítt at fáast við,
meðan for eldr ini nutu tonleikin
á Summar Festivalinum
SummarFeStivalur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Uttan at taka nakað frá øðrum festi val
um, so er Summa r Festi val ur in meira enn
nakað eisini ein familju festivalur.
Silvalandið á Akursmørk hevur øll
árini verið garanturin fyri, at eisini
børnini fáa sítt burtur úr festi valinum, og
aftur
hesa
ferð
eydn aðist
tað
fyriskiparunum at skapa eitt barnaland,
sum var bæði størri og meira fjølbroytt,
enn tað áður hevur verið.
Tað er sjálvandi avmarkað, hvus su
nógv nýtt kann stáplast upp á beini til
slíkt barnaland. Men tað má sigast, at
innilokaða hoppi borgin er ein genial
upp finn ing. Vit búgva jú í Føroyum, og
tá verðurgudarnir onkursvegna hava
fingið nakað ímóti Summar Festivalinum
– sjálvt um veðrið var so heilt hampuligt
hesaferð – so er ein innilokað hoppiborg
rætti liga smart. Og at hava ein tón leika
pall burtur av til Silva land ið, var eisini
eitt reint plett skot. Eitt plettskot, sum
bæði skap ti hugna, men sum so sanni liga
eisini man vera ein rimmar upp living hjá
føroyskum tón leikaspírum, ið helst hava
fram førslu á stóra pallinum sum ein av
heilt stóru fram tíðar dreymunum.
Og so var tað annars andlits máling,
ponyríðing, tarvar og gull vasking fyri
allar pengarnar. Enntá uttan at foreldrini
máttu leita sær djúpt í lumman fyri hvønn
stuttleikan.