Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. august 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 151 - 12. august 2009 Kári P. Højgaard, tingmaður, visti ikki av nøkrum, fyrr enn ein maður í Klaksvík týskvøldið leyp upp á bil hansara og breyt forrútin við nevum sínum Herverk Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Týskvøldið hevði Norðoya Sjálvstýrisfelag limafund, og floksleiðslan var eisini biðin um at koma við. Fundurin varð hildin úti í Klaksvík, og tá ið floks­ formaðurin Kári P. Høj­ gaard var á veg á fundin og koyrdi út eftir Klaksvíks­ vegnum, var hann fyri nøkrum óvanligum. Á vegnum stóð ein maður við báðum ørmum yvir høvdinum, og Kári P. Højgaard valdi at steðga. Tá kom maðurin yvir til bil hansara, leyp upp á for­ skerminum og langaði báð­ ar nevarnar inn í forrútin, sum brotnaði. ­ Eg bíðaði eina løtu, vildi ikki fara út bilinum, sigur Kári P. Højgaard, sum ikki var sørt skakkur av tilburðinum. Tá ið hann so sá mannin fara inn í eini hús, ringdi hann til politiið og meldaði herverkið. Politiið var beinanvegin har og tók mannin, sum er skuldsettur fyri herverk. Maðurin hevði neyvan nakað politiskt motiv fyri at leggja á bilin hjá løgtings­ manninum. Skuldsetti mað­ urin var ikki heilt edrúur, sigur politiið. Tingmaður fekk ein hvøkk Fyri fyrstu ferð verður sjómanna­ dagurin hildin við ongari fiskafram­ leiðslu í Klaksvík TilTak Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Leygardagin í komandi viku verður tiltakið Sjó­ mannnadagurin í Klaksvík. Tiltøkini í sambandi við Sjómannadagin byrja tó longu hósdagin. Tá verða tiltøk fyri børn, og Báta­ savnið í Leirvík er opið. Fríggjadagin verður fiskivinnuráðstevna í Skaálanum. Tann stóri dagurin verður leygardagin. Tá verða fleiri framsýningar, og á Stanga­ brúnni fara eins og áður at standa kør við, livandi fiskum og skeljadjórum í. Føroysku seglskipini seta segl á Pollinum, og har verða eisini gamlir føroyskir bátar við árum og seglum. Skipini og bátarnir koma øll inn og leggja at bryggju. Nakað fyri middag verður stórt kaffiborð á Stanga­ brúnni. Borgarstjórin Gun­ vá við Keldu bjóðar væl­ komin, og Jacob Vester­ gaard, landsstýrismaður setur Føroya Sjómannadag. Seinnapartin verða ymiskar kappingar. Heiðra listamannin Í Eik verður ein framsýning av 26 modellskipum, sum Hans Jacob Fuglø hevur gjørt seinastu 40 árini. Tað hevur eydnast at sleppa at læna øll modellskip­ ini, sum hann hevur gjørt uttan Løvenørn, sum danska krónprinsaparið eigur. Tað bar ikki til, tí bústað­ urin hjá krónprinsaparinum verður umbygdur, og allir slíkir lutir teirra eru pakk­ aður niður. Fyri at bøta upp á tað hevur Auðun Konrádsson átikið sær at halda ein fyrilestur um Løvenørn, sum gekk burtur í Íslandi. Pápi hansara var ein teirra, sum fórst. Klaksvíkar kommuna er høvuðsstuðul, og peninga­ stovnurin, sum í ár stðlar, er Eik Banki. Aðrir stuðlar eru eisini, men John William Joensen, fyrskipari ásannar, at tað er tungt nú at fáa fígging til slíkt. Sjómannadagurin var á fyrsta sinni í 2005, og tað var so sjálvsagt at hava hann í Klaksvík, sum altíð hevur verið fiskvinnubýur burturav. Men nú er eingin fiskaframleiðsla í Klaksvík, annað enn aling. Hetta verður sostatt fyrstu ferð, at sjómannadagurin verður hildin í fiskivinnubýnum við ongari fiskivinnu, sigur John William Joensen. Fimti sjómannadagur í Klaksvík Heilt nógv tiltøk verða fyri børn Hans Jacob Fuglø, sum nú er 80 ára gamal, hevur gjørt fleiri snotulig modell av skipum og sluppum Mynd: Dávur Winther Kári P. Højgaard koyrdi heim aftur úr Klaksvík týskvøldið við brotnum forrúti Vísa vøddar í Arktis Londini, sum halda seg hava rætt til økið kring Norð­ pólin, eru farin at leggja størri dent á síni krøv um ræðisrætt har. Tað seinasta stigið hevur kanada tikið. Landið hevur júst nú eina stóra hernaðarvenjing norðuri í tí arktiska økinum, og venjingin er tann størsta har nakrantíð. Tað sigur ikki so lítið, at forsætisráðharrin, Stephen Harper, og aðrir ráðharr­ ar hava vitjað økið í sambandi við venjingina, skriv­ ar AP. Russland situr heldur ikki hendur í favn. Herfyri vóru tveir russiskir kjarnorkukavbátar undir ísinum við Norðpólin. Boppur í valstríði Nógvir týskarar hildu, at Angela Merkel, kanslari, fór dekan ov langt, tá hon vísti vtað mesta av boppunum á einum hátíðarhaldi í Oslo í fjør. Myndin av kanslaranum fór sum eldur um allan heimin, og nú er hon aftur at síggja, hesaferð á valplakatum í Berlin. Tað er ein floksfelagið hjá Angelu Merkel, sum stendur aftan fyri tiltakið. Undir myndini av teimum kendu boppunum standa orðini "Vit hava meiri at bjóða", og so kann hyggjarin gera sær sína egnu hugsan um meiningina. Sambært DPA er Angela Merkel ikki spurd, um tann kenda myndin kann brúkast sum valplakat.