Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-12, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. august 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

miðvikan Siðsøguligt tilfar í Sosialinum mikudagar Nr. 151 • 12. august 2009 4. partur 1. Januar 1918 Befandt mig godt hele Dagen, var oppe i godt 3 Timer. Om Eftermiddagen havde jeg besøg af Ingeborg Lützen, Olaf R. Joen­ sen og Søren hjá Julinu. Søren og jeg sad og passiarede “í eina góða løtu um mangt og hvat.” Om Aftenen var Johs og Faster til Nytaarsgalas hos Amtmanden “hesin góði hr. Rytter”. Grønlands Johan Olaf Reinert Joensen var sonur Amaliu og Johan Joensen, eisini kendur sum Grønlands­Johan. Hann varð kallaður so, tí hann var kolonistjóri í Grønlandi seinast í hini øldini. Amalia var dóttir gamla sýslumannin H.C. Müller. Tað er áhugavert, at tey vóru trý systkin, sum vóru í Grønlandi um hesa tíðina. Umframt Amaliu vóru tað beiggjar hennara Rasmus og Poul. Tað er komið undan kavi teirra brævaskifti frá hesi tíðini í Grønlandi, og komið verður aftur til hetta seinni. Johan gjørdist rættuliga blindur, og tá fluttu tey heim til Føroya og búsettust í Kristine­ minde í Rættará í húsunum við teimum eyðkendu hvalatonnunum uttanfyri. Johan doyði í 1907, og Amalia fekk privatskúla í Havn. Olaf var so ein sonur teirra. Ein annar sonur var Villi, sum var amerikanskur heryvirmaður í Íslandi undir krígnum, og sum var heiðraður av Truman forseta aftaná kríggið. Nógvur kuldi Egil hevði 2. januar vitjan av Onnu og Jákup Haraldsen, sum var keypmaður og reiðari í Fuglafirði. Fyrst á árinum var nógvur kuldi. Tann 8. januar vóru 10 kuldastig í Havn og heili 13 í Klaksvík. Dagin eftir vóru eisini 13 kuldastig Havn. Tá var best at vera í songini. Tann 3. januar spælir Egil L’hombre við abban. “Abbi var rættuliga fittur.” Tann 4. januar hevði Egil vitjan av millum øðrum Tofta Jógvan. “Hann kendi eitt sindur til.” Tað er ein stuttlig søga um Tofta Jógvan, hvørs arbeiði var at tøma bukkur í Havn. Ein uppgáva hjá fútanum var at steðga dansinum leygarkvøld, so ikki varð dansað inn í sunnudagin. Tá skuldi Tofta Jógvan eina ferð kvøða: “Hvis fuden ikke lader dansen gaa, so vil Tofta Jógvan lade fudens bukke staa.” Tað er framvegis sera kalt, og Egil liggur framvegis í songini 11. januar Befandt mig meget godt hele Dagen. Om Eftermiddagen havde jeg besøg af Frk. og Fru Müller. Fik ligeledes Besøg af Jógvan Hús­ garð, der var kommet hertil med Mælkebaaden af samme Grund. Jeg havde længe ventet ham. Húsgarð Jógvan gjørdist kendur sum stjóri á Royndarstøðini í Hoyvík. Sum tað sæst seinni var sera væl millum tey í Húsgarði, størsta garð í Gøtu og kanska eisini í oynni, og Faktorin. Ein kendur maður á garðinum var Líggjas, sum gjørdist bóndi. Hann var í Noregi og lærdi landmáting og stóð fyri nógv av hesum arbeiði í landinum. Hann var eisini íðin í politikki 12. januar Da jeg vaagnede við Kl. 6­7 Tiden hørte jeg Musikkens ømme og gennemtrængende Toner bruse frem, og jeg blev meget forbauset, thi jeg tænke ikke i Øjeblikket paa, at det var Consul Olsens Sølvbryllup. Men da jeg saa kiggede ud af Vinduet, kom jeg naturligvis straks til Klarhed, thi ovre hos “bróður” lyste det ud af hver Vraa. Da det jo snart var ½ Aar siden, jeg havde hørt Musik, var det jo en ren Fornøjelse at høre paa de faa Melodier, som blev spillet derovre. Om Eftermiddagen havde jeg besøg af Dr. Hansen. Han mente, at jeg skule fra nu af prøve at være oppe i fire Timers Tid. “Tyren” var jo meget Pæn. Petra og Jens Olsen Umrødda silvurbrúðleypið var hjá Petru og Jens Olsen, sum var norskur konsul, og hetta var ikki hissini heiti at hava tá í tíðini. Petra var dóttir sýslumannin H.C. Müller, og var tískil systir Amaliu hjá Grønlands­Johan. Jens var ein av teimum, sum skrivaðu undir inkallingina til jóla­ fundin í 1888. Hann gjørdist ein av teimum stóru vinnumonnunum tá íð tíðini. Hann var millum annað leiðari av handilsforeiningini í Havn. Handilin var har Kafe Natúr er í dag. Jens og Petra búðu yvuri í Trøð ta megin Skansabrekkuna, sum nú er sprongd burtur. Tí er tað, at Egil hevur sæð húsini beint hinumegin vágna. Hetta vóru heldur ikki hissini hús. Her búðu tey bæði saman við einastu dótrini Gudrid, sum doyði ógift. Tey hava verið umrødd í røðini Hendur ið Sleptu. 13. Januar Det var overmaade koldt, dog var jeg oppe godt 4 Timer, hvilket gik meget godt, dog havde jeg én Opkastning. Seinnapartin hevði Egil vitjan av Poul Jensen og konuni. Poul var ein kendur avgjørdur stjóri í kommunuskúlanum í Havn. 14. Januar Om Morgenen tog Jógvan Hús­ garð afsted med “Mælkeheksen”. Man nakar vita, hví Ruth verður nevnd soleiðis? Nú gekk eisini ein tíð, tá Egil var uppi fýra tímar um dagin og hevði tað hampuliga gott. Tað er líggjari aftur og 20. Januar skrivar hann, at “endelig var Isen Smeltet væk fra Vinduerne.” Men longu dagin eftir eru aftur 12 kuldastig. Tað gongur aftur betri við heilsuni, og nú er hann uppi seks tímar um dagin. Egil verður umvendur Vit fylgja framvegis Egil seinasta ár hann er á lívi, meðan hann er umgyrdur av vinum, sum koma fleiri staðni frá í landinum at vitja hann. Hetta er ein góð mynd av lívinum í Havn fyri 90 árum síðani. Nú koma vit til 1918. Hann verður umvendur og abbin doyr Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo ➘ Egil kundi eygleiða skipini, sum komu inn á Havnina, millum annað Botnia, sum her er komin við ferðafólki Egil Djurhuus