Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. august 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 152 - 13. august 2009 Reiðarin á trolbáti­ num Sigrun hevur framvegis ikki svarað, um hann reisir milli­ ónina, sum ákæru­ valdið hevur kravt í trygd fyri, at skipið kann loysa ÓlÓgligur fiskiskapur Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Tað er framvegis ikki greitt, hvussu verður við trol­ bátinum Sigrun, ið Tjaldrið tók mánadagin í seinastu viku. Sigrun varð tikin fyri at trola innan fyri 12 fjórðingar. Ákæruvaldið gav loyvi til, at Sigrun seinasta hós­ dag fór til Leirvíkar at landa, og síðan hevur bát­ urin ligið har. Hetta er eitt størri mál, og tí hevur ákæruvaldið ikki avgreitt málið. Ákæruvaldið hevur kravt, at reiðarin setir eina millión krónur í trygd fyri at kunna loysa, men reiðarin hevur ikki svarað, um hann góðtekur hetta krav og reisir milliónina ella ei. Jónsvein Knudsen vildi í dag ikki gera nakrar við­ merkingar til Sosialin um málið. Sostatt fæst ikki at vita, um bíðað verður eftir, at skiparin tekur støðu, ella tað gongur minni væl at reisa kravdu upphæddina. Ákæruvaldið metir málið at vera sera umfatandi, og at Sigrun á 21 túrum hevur fiskað ólógliga, bæði innan fyri 12 fjórðingar, í stongd­ um kassum og bæði. Sami skipari var ikki allar túrarnar, men enn er bara ein skipari skuldsettur. Bíðar eftir trygdini Sigrun hevur nú ligið í Leirvík í eina viku Mynd: Vilmund Jacobsen Í kirkju eftir irakum Løgreglan í Keypmannahavn tók í nátt 19 irakskar menn, sum hava fjalt seg í einari kirkju í Keypmannahavn fyri at sleppa undan at verða sendir til Irak. Tað endaði við ógvusligum bardøgum millum løgregluna og mótmælis­ fólk, sum krevja, at teir útvístu irakararnir sleppa at verða verandi í Danmark. Teir útvístu irakararnir hava verið í Brorsons Kirke á Nørrebro síðani í mai, men klokkan eitt í nátt tók løgreglan seg inn í kirkjuna og tók 19 ungar menn, sum eru millum tey útvístu. Kvinnurnar og børn­ ini, sum eisini vóru í kirkjuni, vórðu flutt burtur haðani. Framburður í Týsklandi Týski búskapurin, sum mer tann størsti í Evropa, er á veg burtur úr sínum ringasta bakkasti síðani seinna heims­ bardaga. Hagtølini vísa, at í øðrum ársfjórðingi vaks búskapurin 0,3 prosent, og tað kom rættiliga óvart á fleiri, skrivar DR. Eisini í Fraklandi er tað farið at ganga tann rætta vegin. Har var vøksturin eisini 0,3 prosent í apríl­ ársfjóprðingi. Týskland er tað týdningarmesta samhandils­ landið hjá dønum, og tann týska framgongdin gevur tí dønum vónir um øktan samhandil, sigur DR. Bara henda mánaðin hevur Landssjúkra­ húsið gjørt ílegu­ kanningar fyri sjúkuna CDT av 264 fólkum, og umleið 50 carnetine­royndir eru sendar bæði til Týsklands og til Danmarkar CDT Randi Jacobsen randi@sosialurin Kunningin um sjúkuna CDT hevur rættiliga vakt ótta millum fólk, ið eru skyld við tey, sum hava fingið staðfest sjúkuna. ­ Her er fult hús hvønn dag, sigur Marita Simonsen, bioanalytikari á rannsókn­ arstovuni á Landssjúkra­ húsinum. Bara frá 1. til 12. august hevur Rannsóknarstovan tikið blóðroyndir til ílegu­ kanningar av samanlagt 264 fólkum. 18 blóðroyndir fyri at kanna carnetine­innihaldið í blóðinum eru sendar til Týsklands, og 30 slíkar royndir eru sendar til kanningar í Danmark. Upp í 27 fólk um dagin hevur Rannsóknarstovan tikið blóðroynd av um dagin fyri CDT. Frammanundan eru fleiri kannað, og tað streymar framvegis inn av fólki, sum vilja kannast fyri CDT. Eisini føroyingar, sum búgva í Danmark, lata seg kanna har. Framyvir verður manna­ gongdin væntandi, at fyrst verða fólk kannað fyri inni­ haldið av carnetine í blóð­ inum, og gevur talið ábend­ ing um, at fólkini hava sjúk­ una, verður ílegukanning gjørd. Rannsóknarstovan sendir royndirnar til kanningar, har sum besti prísur fæst. Tað tekur vanliga umleið tvær vikur at fáa svar. Senda nú blóðroyndir til Týsklands Sjónleikarhúsið fer nú undir seinastu sýning­ arnar av ”Postkort úr Havn” Leikurin er bygdur á minnisverdar hendingar í Havn síðani miðskeiðis í 80­árunum og fram til dagin í dag. Sýningin er sett saman av leik­ brotum, kryddað við sangi og tónleiki, so tiltakið minnir um eina kabarett. Leikararnir eru bæði royndir og minni royndir. Millum tey, sum spæla við, kunnu nevnast Kári K. Mouritsen, Kjartan Kristiansen, Sonni Smith, Petra Iversen, Hjørdis Trond, Árni Nicolajsen, Heri Krage­ steen. Leikstjórar vóru Ria Tórgarð og Barbara Christophersen. Seinastu sýningar verða fríggjakvøldið kl. 20.00 og leygar­ og sunnudagin kl. 17. Atgongumerki fáast á Kunningarstovuni og við dyrnar ein tíma undan sýning. Seinastu postkortini Fólk í stórum tali lata seg kanna fyri CDT (savnsmynd)