hósdagur 13. august 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 152 - 13. august 2009
Nógvir bretar arbeiðsleysir
Frá 1. apríl til 30. juni hvurvu umleið 220.000 arbeiðspláss í
Bretlandi. Tað merkir, at hvønn dag mistu umleið 2.500 fólk
arbeiðið, og nú eru meiri enn 2,4 milliónir bretar arbeiðsleysir,
skrivar Sky. Av teimum fáa 1,6 millión pengar frá arbeiðsloysis
skipanini. Sky væntar, at arbeiðsæoysistølini fara at veksa upp
aftur meiri, og at tað fer at herða ágangin á stjórnina um at koma
við tiltøkum, sum kunnu útvega fólki arbeiði. Lord Mandelson,
búskaparráðharri, hevur sagt, at tað politiska valdið kann ikki
lata tey seinastu arbeiðsloysistølini fara aftur við borðinum.
Krímið forðar ikki skúlagongd
Landslæknin í Íslandi heldur ikki, at krímsjúkan H1N1 eigur at
órógva skúlagongdina tær næstu vikurnar. Í einum tíðindaskrivi
skrivar landslæknin, at hann hevur fingið nógvar fyrispurningar frá
skúlastjórum, foreldrafeløgum og øðrum, sum vilja hava at vita,
hvussu krímsjúkan fer at ávirka skúlagongdina. Landslæknin skrivar,
at H1N1 er ein lutfalsliga veik krímsjúka, og at eftir hansara tykki
nýtist sjúkan ikki at órógva skúlagongdina. Íslendska mentamálaráðið
arbeiðir við einari leiðbeining í sambandi við H1N1, og hon verður
ætlandi klár 1. september, skrivar Morgunblaðið.
Kapitalvinnings
skattalógin er gjøgn
umholað og loyvir
partafeløgum at
heva tíggju og enntá
hundraðtals milliónir
av eginognini skatta
frítt, sigur búskapar
frøðingur, sum
er kunnugur við
skattamál
SKATTAMÁL
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
So hvørt, sum søla av parta
brøvum gjørdist alt meira
vanlig, gjørdist eisini neyð
ugt hjá politikarunum at
tillaga skattalógina, so hon
samsvaraði við tíðina. Men
sambært búskaparfrøðingi,
sum Sosialurin hevur tosað
við, eru nú so stór hol í kapit
alvinningsskattalógini,
at
hon lættliga kann kosta lands
kassanum hundraðtals milli
ónir milliardir í mistari inn
tøku, samstundis sum pening
urin fossar úr vinnuni.
Søgan
er
í
stuttum
henda:
Fyrst í 90unum kom
lógin um kapitalvinnings
katt í gildi, men í desember
1997 samtykti løgtingið at
broyta skattalógina, so at
tað við gildi frá 1. januar
1998 gjørdist loyvt at selja
partabrøv til holdingfelag
skattafrítt.
Hetta førdi til at fleiri
stovnaðu holdingfeløg fyri
at fáa pening skattafrítt út,
men tá fjølmiðlarnir tóku
málið upp og vístu á
veikleikan í lógini, fór
politiski myndugleiki undir
arbeiði at tippa holið.Úrslitið
av hesum varð, at løgtingið
8. desember 1998 legði fram
uppskot at broyta lógina
soleiðis, at holdingfeløg
skulu rinda avgjald (35%)
av vinningsbýti muninum
millum áljóðandi virðinum
og keypsvirðinum. Á henda
hátt tryggjaði landskassin
sær at fáa sín part av
partabrævavinninginum.
20. desember 2001 kemur
nýggj lóg viðv. skattaing av
partabrøvum,
og
verða
reglurnar savnaðar í einari
lóg, sum verður nevnd "Ka
pitalvinninksskattalógin".
Í nýggju lógini er vernd
arreglan
varðveitt,
men
avgjaldið er lækkað úr 35%
niður til 20%.26. mai 2006
verður KVSL aftur broytt,
og nú verður § 9. stk. 2
strikað soleiðis, at vinning
urin við sølu av partabrøvum
til
holdingfelag
gerst
skattafríur. Tað vil siga, at
allur vinningurin fer skatta
frítt til partaeigararnar.
Hol í lógini
Verandi KVSL tykist vera
góð og tryggjar, at vinningur
við sølu av partabrøvum frá
1. januar 2007 kemur til
skattingar, men veikleikin í
lógini er, at ongar verndar
reglur eru sum forða fyri, at
høvuðspartaeigarar kunnu
spekulera í sølu av parta
brøvum.
Tað er serliga í sambandi
við trý viðurskifti, at tað
ber til at sleppa uttan um
skattaskipanina í sambandi
við kapitalvinningslógina.
Talan er um:
• niðurskriving av parta
pening
• likvidatión (loyvi krevst
frá Toll
og
Skattaráð
Føroya)
• søla av partapeningi til
holdingfelag
Er partafelagið eldri enn
frá 16. november 2001, ber
til at fremja øll hesi trý
oman fyri nevndu uttan at
rinda skatt av hesum.
Hartil kom, at samtykt
varð, at øll partafeløg (eldri
enn 16. november 2001)
skuldu fáa eina virðismeting
galdandi frá 1. januar 1998??
(pr. 31. desember 2006).
Vit hugsa okkum eitt
dømi, har eitt partafelag
hevur ein partapening á
eina millión og eina eginogv
á 100 milliónir. Eigararnir
gera av at niðurskriva parta
peningin við 50% niður í
500.000 krónur. Harvið
kann 50% av eginognini
takast úr felagnum skatta
frítt, tað vil siga 50 milliónir
krónur. Likvidiatiónir skulu
góðkennast av Toll og
Skattaráð Føroya.
Er talan um likvidatión,
og felagið er stovnað fyri
16. november 2001, ber til
at taka allar ognirnar úr
felagnum
skattafrítt,
og
enntá stovna nýtt partafelag
við sama navni, somu
nevnd og saman endamáli
dagin eftir við
80.000 krónum í parta
peningi.
Og í triðja lagi ber til at
selja partafelagið til eitt
holdingfelag og og harvið
fáa pening út skattafrítt.
Einki svar
Búskaparfrøðingurin, sum
Sosialurin hevur tosað við,
sigur, at at hóast myndug
leikarnir eru gjørdir varugir
við møguligu hol í lógini
og víst á hesi holini í lógini,
men at tað er meiri enn
ógreitt, hvat politikarar,
TAKS og landsstýrisfólk
gera við málið.
Hugsa vit okkum, at
eginognin í føroysku vinn
uni, sum er frá tíðini fyri
16. november 2001, hava
eina eginogn pr. 31. des
ember
2006
er
tíggju
milliardir krónur, og at teir
pengarnir í »worstcase
scenario« allir verða tiknir
úr vinnuni gjøgnum nevndu
tríggjar
møguleikarnar,
hevði hetta kostað lands
kassanum potentiellar 3,5
milliardir í mistum kapital
vinningsskatti.
Keldur vilja ikki leggja
nakran undur at gera sær
dælt av holunum í lógini,
men vísa á, at tað javnan
eru lýsingar í bløðunum har
feløg boða frá umskipanum,
sum
geva
partaeigarum
møguleika at heva pening
út skattafrítt.
Skattalógin og harvið
myndugleikarnir leggja jú
upp til og eggja fólki til, at
gera sær dælt av støðuni, og
tað er jú sera freistandi,
sigur
Búskaparfrøðingurin
Áheitanirnar á myndurleikar
hevur higartil bert ført til
onkran fyrispurning á løg
tingi, men eingin hevur víst
veruligan áhuga at fylgja
málinum og at fáa tað lýst
til fulnar.
Sosialurin fer at fylgja
málinum upp í blaðnum í
morgin.
Pengarnir fossa úr vinnuni
Hol í kapitalvinningsskattalógini gera, at fleiri hundrað milliónir krónur kunnu hevast skattafrítt úr vinnuni