Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-13, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. august 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 152 - 13. august 2009 Trúvilsta hugskotið, at vit enda í helviti, av tí at vit ikki avnokta bilin og allar gern­ ingar hans og allan atburð hans, er á leið líka sannlíkt sum, at Mikkjal Thomassen fer at avloysa Alex Ferguson V isti tú, at vit bert hava áttatitveir mánaðir eftir at bjarga heiminum? Sambært »The 100 Month Project«, ein undurfull samling av beturvitandi træklemmarum og vælmeinandi flippproletar­ um, koma vit um eini seks ella sjey ár til tann staðin, har ikki vendist aftur—‘the point of no return’! Uttan so at vit í ógvusligan mun geva vesturlendskum forbrúki av koyrlinum, og droppa moralsku tráanina at vilja bøta um okkara viður­ skifti, endar alt. ALT. 100­mánaðar heimasíðan er fullgjørd við eini stórari reyðari klokku, niðurteljing og øllum... tikk­takk, tikk­takk... Sum eg skrivi hetta, eru 82 mánaðir, ella 2460 dagar ella 59040 tímar eftir at bjarga verðini. Hetta er ein nokkso kraftafull lýsing av Armageddon­fantasi­ ini hjá hasum sjálvklistrandi veðurlagsfasistunum og einum samfelagstoppi, ið desperat roynir at finna eina stórsligna moralska søk at hóska til teirra sovjetisku planteoriir. Handan teirra farteldu og hatta, at síggja til, rímiliga tosið um »vísindalig kanningar­ úrslit«, snøgga »idékatalogið« Skjótt syftir seiðir og tunga takið hjá tí líka so snøggu Anniku Olsen og handa pill­ býtta CO2­mannin—ið, um nakað, hevur klárað at sannført meg um, at avrættingar so sanniliga kunna rættvísgerast—hava vit, tá ið samanum kemur, við eina simpla sekt at gera. Umhvørvisisman er nevni­ liga umskapað til ein feitan frælsisstjalandi riðil, ið hatar menniskjaliga betran og, av hesum, er endað í einum tofuetandi samanskotsgildi við apokalyptiskum lyndi, ið ein annar vanlukkuøsari, Thomas Malthus, hevði verið nakað so nakkafattur av. Felags fyri »kríggið ímóti narko« hjá Nixon og »kríggið ímóti veðurlagsbroytingum« hjá jettflúgvandi óvitunum báðum, Bill Clinton og Al Gore, hvør líka fullur av sær sjálvum og láturligari enn annar, er at tey eru púrasta totalt óneyðug. Trúvilsta hug­ skotið, at vit enda í helviti, av tí at vit ikki avnokta bilin og allar gerningar hans og allan atburð hans, er á leið líka sannlíkt sum at Mikkjal Thomassen fer at avloysa Alex Ferguson. Uppfunna fyribrigdið, »alheimsupphiting«, verður av nógvum fatað sum ein van­ lukka, sum fer gjøgnum merg og bein; ein vanlukka, sum trumfar øll onnur fyrilit. Vísind­ in »sigur okkum«, at um vit ikki kuta okkara karbon­útlát við 50, enntá 80 prosentum, fer apokalypsan at avmanna gongu­ stjørnina. Presiss sum tyngdar­ lógin tvingar lutir at koma hvørjumøðrum nær, halda nøkur hóttanina um eina um­ hvørviskreppu vera so álvars­ liga, at hon tvingar okkum at minka orkunýtsluna og liva eftir »umhvørvisligum førimuni«. Altso, at synda minni við at búgva í brúnum barakkum og dúva uppá heimadyrkaðar røtur og ber. K ortini, at koma til eina sosiala niðurstøðu av hesum slag grundað á, í besta føri, avbera ivasamt empiriskt fakta, er ikki serliga vísindaligt. Tað er ikki soleiðis, samfelagið riggar. Bert av tí at vit kunna klúgva atomið, merkir tað ikki, at vit mugu sleppa atombumb­ una. Bert av tí at ultraviolett ljós frá sólini kann skaða DNA’ið, merkir tað ikki, at vit aldri aftur skula ditta okkum inn í sólarljósið. Um vit nú vegna lættleika konkludera, at ógvuligur vøkstur í CO2­útlátinum kann elva til atmosferiskt órógv, og soleiðis skaðar veðurlagið hjá Boga Hansen og hansara nikkandi riðili av bláoygdum og deprimerandi hugsjónarfólki, tá er tað burturav ein politiskur spurningur, hvussu vit velja at taka við slíkari niðurstøðu. Umhvørsvislig vísindi kann siga okkum apsalutt einki um hvat er best at gera við hetta. V eðurlagsserfrøðingar eru, bara so tú veitst tað, sera ymiskir á máli, tá ið tað kemur til hvørt at trúgva uppá »al­ heimsupphiting« við »veður­ lagsbroytingum« sum fylgju, og effinett hvar á leið í helviti, vit forbrúkandi syndarir eru á veg. Men ein dogmatiskur anti­ liberalistur sum Bogi Hansen, til dømis, er vísindafólk tilhoyrandi náttúruvísindina. Hann er ikki veðurlagsser­ frøðingur. Tað er bara nakað, hann sjálvur heldur, hann er. Hann er bert serfrøðingur í havstreymum, lokalum hav­ streymum. Og hann er ikki meiri skikkaður enn Unn í Dali ella Andras Róin, tá ið tað kemur til at ráðføra Anniku Olsen um, hvat er at gera, um so er, at vit faktiskt vitna eina upphiting av klótuni. Men, ókey. So orkuforbrúkið fer uppfrá, sum førir til meiri CO2­framleiðslu, sum førir til, at hitalagið á jørðini fer at hækka, sum førir til tann óreingiliga tørvin á at minka orkuforbrúkið til tess at tempra hitan—ella hvat? Fyri nógvar umhvørvis­ missjonerar er hetta ein óundan­ sleppandi sannleiki: vit ávirka náttúruna, og hon svarar aftur við at ávirka okkum—og tí er tað, sambært skilvísi, at vit mugu halda uppat við at ávirka náttúruna í fyrsta lagi. Tó, slíkt afturvirkni er treyðugt ein fullfíggjað lýsing av hvussu verðin í veruleikanum riggar. Náttúrinnar ávirkan á samfelag­ ið er treytað av menniskjans førleika at standa ímóti náttúru­ hendingum við seinnameiri aftursvari. Júst hvussu menni­ skjað ger hetta, og klárar tað, er ein spurningur um sosiologi, búskap og politikk, ongantíð veðurlagsfrøði... og so slettis ikki havstreym. E in vatnflóð á Yangtze­ánni í Kina í 1954 drap meira enn 30 túsund fólk. Líknandi flóðir við avleiddum fylgjum, sosum hungur, vóru tíverri ikki ein rár fyrikoming tá í tíðini. Men við tí modernisering, Kina hevur verið fyri seinastu tredivu árini, er hetta ikki longur so. Ókey, tað tók 13 ár og kostaði 130 milliardir krónur at byggja, men sum eitt úrslit av hesi rimmar byrging fer talið av flóðum í ógvusligt mát at minka—nakað, 400 milliónir menniskju fara at hava gleði av. Byrgingin hevur eisini havt tí gleðiligu avleiðing, at alt fleiri kinesarir eru vorðnir ídnaðar­ arbeiðarir, heldur enn smábønd­ ur. Tað vil siga, at sosialar og búskaparligar broytingar hava gjørt nettupp hesa umhvørvis­ ligu avbjóðing heilt óviðkomandi. Og tá ið melduródnir raka aftarlaga staddar oyggjar sosum Haiti, er talið av deyðum vanliga, ja, alt ov høgt. Men í Amerika, ið er búskaparliga væl fyri við betri húsum, betri byrgingum og modernaðum tilbúgvingartænastum, er talið av deyðum evarska lítið (undantikið frikutar vanlukkur sum Katrina). Aftur her er náttúrinnar ávirkan á manna­ ættina stillað av menniskjans undirmetta førleika at standa ímóti hesum hendingum. S amtíðis sum nógv verður gjørt burturúr hvørja ávirk­ an »veðurlagsbroytingar« fara at hava á tey fátækastu í heimi­ num, serliga tey í afrikanskum eftirlondum, verður av um­ hvørvissosialistum óvanliga lítið tankavirksemi halgað aðalspurninginum, um hvussu afrikanarir, kringaðir av ódemo­ kratiskum stýri og kjokkaðir av sjálvsmiskunn, kunna koma úr fátækradømi. Nei, hetta kann ikki longur koma óvart á okkum, men fyri tað er tað forbiið forherðað, tí fokus er altíð á økt CO2 og øktan hita, heldur enn hvat afrikanarir, men eisini vit, eiga at gera so at standa ímóti hesum opinberiliga hita. Ja, eg veit ikki, kanska ljóðar tað nasvíst, men stóráir, ið hava tað fyri at flotna upp, kunna tippast, og tá ið tað kemur til akurin, tá er faktiskt kunsttøð uppfunnið. Annars kann vatn avsaltast og hitabylgjur avlíva ikki hasi, ið hava lufting. Men eitt veit eg tó, og tað er, at alt hetta, tað kann keypast við nóg mikið av peningi. So heldur enn at sløkkja ljósið í ein tíma—sum má vera tað mest barnsliga átakið nakrantíð—ella forða flog­ førum at fara uppfrá ella steingja verksmiðjur, má tann veruliga avbjóðingin av saman­ pentaðum veðurlagsbroytingum vera, at enda fátækradømi í menningarlondum (og vit kunna byrja við at slíta skaði­ ligu menningarhjálpina). T ær nýggju kolriknu verk­ smiðjurnar í Kina, ein ræðumynd fyri flagellanta vinstravongin í Evropa, kunna gera hatta landið so múgvandi, at tað kanska klárar at standa ímóti »veðurlagsbroytingar«­ spøkilsinum hjá Al Gore. Og, uppaftur betur, Kina ger stór framstig innan kjarnorku og varandi orku, ið bert kann fremjast við øgiligum íløgum— íløgum, ið koma við búskapar­ ligari menning, við kapitalis­ muni, og ikki við at halda aftur. Fyri neyðardýrini, ið enn trúgva uppá »veðurlagsbroyt­ ingar«, og tí ætla sær at loysa trupulleikan, havi eg hetta at siga: klemmið kapitalismuna og haldið uppat við at brúka »veðurlagsbroytingar« sum ein stólpi at stuðla tykkara politisku dagsskrá! U m monopoliseraða umhvørviskjakið endar í sosioøkonomi eins væl og veruligari veðurlagsfrøði, merkir hetta, at vit loksins kunna skræða »vísindaligu« klæðini av umhvørvisfrikunum. Og, gloym nú ikki, hesin alskurin til »vísindi« er eitt lutfalsliga nýtt fyribrigdi millum herðataskuberandi sosialdemokratar—nógv teirra, nú so óluksáliga góð við vísindafólk, ið av ymsum ávum (kenna seg noydd) at úttala seg um »veðurlagsbroytingar«, hava leingi verið, og eru enn, í fýrisligari andstøðu til ílegu­ viðgjørda avgrøði og kjarnorku. V it sita eftir við eini polit­ iskari tvístøðu, opin fyri rationellari ósemju millum hasi, ið tala fyri tí modernistiska projektinum við víðopnum kjaki og rættinum at niðra, har vit, uttan uppathald, betra okkara tøknikunnan og búskap, og so hasi, sosialistarnir, ið tala fyri tí stokkkonservativu at­ gonguni, ið ynskir minni ferðslu, minni framleisðlu og avmarkingar fyri forbrúkinum (hjá øðrum). Valið, vit standa andlit til andlits við, er millum at hava meira, ella minni. Eg veit, hvat eg velji. Og um eg fari skeivur, um bert 82 mánaðir eru eftir, og alt endar í helviti, sum Inn­ lendismálaráðið lovar okkum, íðan, tá kann tað eisini gera tað sama, tí so doyggja vit óansæð. Tí, hugtyngjandi náttúru­ frikar, droppið hasa sitrónina, droppið hasar 82 mánaðirnar, og lat meg og míni doyggja í frið—feit og fegin! Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009? Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli Og nú eru bert 82 mánaðir eftir, sigur hasin sitrónsuttandi riðilin hjá Boga Hansen Tíðargreinin tíðargreinin Agga Niclasen meining@meyl.fo