fríggjadagur 14. august 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
tíðindi
Nr. 153 - 14. august 2009
Hálvan juli sóu tey á
Ríkissjúkrahúsinum
ein blett á øðrum
lunganum hjá Sverra
Nilssen á Tvøroyri.
Hann gjørdi, sum
hann varð biðin, og
fór á Landssjúkra
húsið at skanna
lunguni. Nústaðni
hevur Ríkissjúkra
húsið funnið útav,
at tað hevur fingið
myndirnar, men
ikki fyrr enn aftaná
mánadagin fær Sverri
Nilssen svarið, um
hann hevur lungna
krabbamein ella ei
Sjúkraverk
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Føroyskir sjúklingar koma
av og í klemmu millum
tvær ymiskar skipanir, ta
hjá Landssjúkrahúsinum og
ta hjá Ríkissjúkrahúsinum.
Fyri at koma burtur úr tí
noyðist sjúklingurin sjálvur
at streingja á. Í grundini
skuldi trupulleikin verið til
at loyst.
Eitt gott dømi umhetta er
Sverri Nilssen á Tvøroyri.
15. juli var Sverri á Ríkis
sjúkrahúsinum til hálvárligt
eftirlit, tí hann hevur havt
krabbamein í arminum.
Á
Ríkissjúkrahúsinum
segði ein lækni við han, at
tey høvdu sæð ein blett á
øðrum lunganum og bóðu
hann fara til Føroya at verða
skannaður á Landssjúkra
húsinum, og tað hevði
skund, vóru boðini.
Sverri fór til Føroya og 3.
august var hann á Lands
sjúkrahúsinum
og
fekk
lunguni skannað.
Misti tolið
Hann hevur bíðað og bíðað
í óvissuni síðan, men hós
dagin var tolið uppi.
Hann ringdi niður á
Ríkissjúkrahúsið at spyrja
eftir svarinum, men tey
søgdu seg ongar myndir
hava fingið.
So ringdi Sverri á Lands
sjúkrahúsið, og har fekk
hann at vita, at røntgenmynd
irnar vóru sendar niður.
Og so aftur at ringja
niður. Sama svar.
Enn eina ferð ringdi
Sverri til Landssjúkrahúsið,
har hann varð biðin um at
seta seg í samband við
Ríkissjúkrahúsið.
- Tá segði eg, at tað kundi
ikki vera rætt, at sjúklingurin
sjálvur skuldi loysa henda
trupulleikan, tí vit duga ikki
so væl at forklára okkum, og
vit kunnu ikki vita, hvat er
hent, sigur Sverri Nilssen.
Nakað eftir ringdi Lands
sjúkrahúsið aftur, og Sverri
Nilssen fekk at vita, at
onkur skipan á Ríkissjúkra
húsinum var brotin saman.
Tey skuldu ringja aftur í
morgun.
Bíðar framvegis
- Eg var so fortørnaður, og
eg angri so dyggiliga, at eg
fór til Føroya at taka rønt
genmyndirnar, tí hóast bíði
tíðin er longri á Ríkissjúkra
húsinum enn í Føroyum,
hevði eg nú havt fingið
svar, sigur Sverri Nilssen.
Sum lovað, ringdu tey av
Landssjúkrahúsinum
í
morgun aftur til Sverra
Nilssen. Nú hevði Ríkis
sjúkrahúsið váttað, at mynd
irnar vóru komnar, men
læknarnir
fara
ikki
at
hyggja at myndunum fyrr
enn mánadagin.
Sverri Nilssen noyðist
sostatt at bíða eftir svarin
um, um hann hevur lungna
krabba ella ei, í tríggjar
dagar aftrat.
- Hetta kann heilsuverkið
ikki bjóða fólki. Tað er so
ringt at liva við hesum
ivanum, og so vísir tað seg,
at sjúklingurin sjálvur má
streingja á, tí annars hendir
einki, sigur Sverri Nilssen.
Hann veit um fólk, sum
hava bíðað longur enn hann.
Tað kann koma at kosta, tá
ið talan er um krabbamein.
Tvey ymsk p-tøl
Á
Landssjúkrahúsinum
vistu tey als ikki av, at
Ríkissjúkrahúsið ikki hevði
fingið myndirnar. Ríkis
sjúkrahúsið
hevði
bara
biðið Sverra Nilssen fara á
Landssjúkrahúsið at fáa
tikið myndir, og tá ið Lands
sjúkrahúsið hevði gjørt tað
var teirra uppgáva liðug.
- Tá ið eg hósdagin fekk
at vita, at Ríkissjúkrahúsið
ikki hevði fingið myndirnar,
ringdi eg niður og segði, at
trupulleikin helst var, at vit
senda myndar við føroyska
p-talinum hjá sjúklingum,
og at Ríkissjúkrahúsið hevur
síni egnu fiktivu p-tøl fyri
føroyingar, sigur røntgen
læknin Marius Rasmussen.
Hósdagin eydnaðist hon
um ikki at fáa orð á nakran
lækna, sum hevði heimild
til a leita út frá føroyska p-
talinum. Hann ringdi so
aftur í morgun, og tá bar til.
Myndirnar vóru har.
Marius Rasmussen sigur,
at myndir áður eru dotnar
burturímillum orsakað av
tveimum ymiskum p-tølum,
men á Ríkissjúkrahúsinum
eru eisini læknar, sum vita
um trupulleikan og ti duga
at finna myndirnar beinan
vegin.
Hevur bíðað ein
mánað í óvissu
Lýggjari og minni ísur
Tað hevur verið óvanliga lýtt har vesturi í tí arktiska
økinum í summar. Í Tuktoyaktuk, sum er við Beaufort
Havið, hava tey havt upp í 30 hitastig. Tann nógvi hitin
hevur gjørt, at ísurin er minkaður. Sagt verður, at fyri
bara nøkrum árum síðani lá ísrondin einar 35 fjórðingar
úr landi við Tuktoyaktuk, men at nú er rondin næstan 70
fjórðingar úr landi har. Amerikanski stovnurin The US
National Snow and Ice Center hevur roknað seg fram til,
at í juli í juli minkaði ísurin so nógv hvønn einasta dag
tað, sum svaraði til tríggir ferðir støddina á Belgia.
Burturkast við Svalbard
Tá sýslumaðurin á Svalbard og sjálvboðin fóru at leita í
fjøruni har norðuri á Svalbard, funnu tey 155 rúmmetrar av
burturkasti. Tal er upp í tíggju fullar lastbilar. Per Andreassen,
sum er løgreglumaður á Svalbard, sigur við norska kring
varpið, at tað mesta av burturkastinum er ymiskt, sum fiski
skip blaka í havið so sum trolstykkir, garnakúlur, plastikkassar
og ymiskt annað, sum helst stavar frá fiskiskipum. Løgreglu
maðurin leggur afturat, at løgreglan tekur dálkingina í stórum
álvara, tí yvirhøvur er talan um burturkast, sum heldur sær
sera leingi úti í náttúruni.
Sverri Nilssen fekk fyrst
krabbameiní armin og
misti hondina. Nú er
hann kannaður fyri
lungnakrabba, men tað
tekur sína tíð at fáa svarið
Mynd: Jens Kristian Vang