Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. august 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 153 - 14. august 2009 tíðindi Bárður Nielsen, sum var landsstýrismaður, tá seinasta broytingin í kapitalvinnings­ skattalógini varð gjørd í 2006 sigur, at holini, sum vóru í lógini, tá vórðu typt SKATTAMÁL Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Í sambandi við greinina í Sosialinum í gjár um kapital vinningsskattalógina hava vit vent okkum til Bárð Niel­ sen, sum var fíggjar­mála­ ráðharri, tá seinasta broyt­ ingin í hesi lóg var framd. Hann vísir øllum atfinn­ ingunum frá búskapar­ frøðing­inum, sum Sosial­ urin tosaði við í gjár, aftur. - Fyrr var tað soleiðis, at øll søla av partabrøvum var skattafrí. Hetta varð broytt við einari lóg í 2001 sum segði, at øll søla av parta­ brøvum skuldi skattast við 35%. Tó kundu høvuðs­ eigarar selja síni partabrøv eftir tíggju árum og harvið sleppa undan skatti, sigur Bárður Nielsen. Við høvuðspartaeigara verður tilskilað persónur, sum eigur 25% av parta­ brøvunum ella meira. Har er freistin tíggju ár. Aðrir partaeigarar kundu selja síni partabrøv skattafrítt eftir trimum árum. Skeringsmarkið var nov­ ember 2001, tá øll parta­ brævasøla gjørdist skatt­ skyldug. Eftir hetta var alt, sum kundi roknast sum vinn­­ingsbýti – herundir søla av partabrøvum – skatt­ ast við 35%, ella um talan var um sølu frá partafelag, so við partafelagsskatti. - Hetta skapti kortini eina ójavnvág í millum feløg, sum vóru stovnsett undan 2001 og eftir. Tí meðan parta­feløgini, stovnað und­ an 2001 kundu seljast skatta­ frítt, skuldi sølan av feløgun­ um stovnað eftir 2001 skatt­ ast, sigur Bárður Nielsen. Javnstilla øll Lógin varð kortini aftur broytt í 2002. Hetta varð gjørt fyri at koma einum holi í lógini frá 2001 til lívs. Lagt var upp fyri, at tað ikki skuldi bera til at selja partafeløg til hold­ ingfelag, og harvið sleppa undan skattaskylduni. - Tað vísti seg, at funnið var fram til allar hugsandi krea­tivar hættir at sleppa undan skattaskylduni, og tí var henda grein sett inn í lóg­ ina, sigur Bárður Nielsen. Men lógin hevði fram­ vegis eina ávísa slagsíðu, og tí varð gjørt av at null­ stilla alla lógina í 2006. - Øll partafeløg skuldu hava eina óvilduga virðis­ meting, og síðani var byrjað frá null 1. januar 2007. Samstundis var grein eitt í lógini broytt soleiðis, at alt, sum kundi roknast sum vinningsbýti, skuldi skattast við satsinum í kapitalvinn­ ingsskattalógini, 35%. Ann­ ar vinningur skuldi skattast eftir partafelags­skatta­lóg­ ini, sigur Bárður Nielsen. Tá grein eitt soleiðis varð broytt, var greinin um sølu til holdingfeløg óneyðug, og varð tí strikað. Broytingin í grein eitt merkir, at allur vinningur, tikin úr einum partafelag verður at meta sum vinn­ ingsbýti, og skal tí skattast hareftir. Bæði tá talan er um niðurskriving av parta­ peningi, likvidatión ella sølu til holdingfelag. - Tað eru fleiri feløg, sum hava roynt at niðurskriva partapeningin eftir 1. januar 2001, men tann niður­skriv­ ingin er skattskyldug. TAKS hevur sent fleiri mál til Skattakærunevndina. Eg veit ikki, um nakar úr­­skurð­ ur er gjørdur í hesum málun­ um, men tey verða fylgd av TAKS, sigur Bárður Nielsen. Ikki afturvirkandi Fyrrverandi fíggjar­mála­ ráðharrin vísur sostatt aftur øllum atfinningum, sum bú­ skaparfrøðingurin, Sosial­ urin í gjár hevði tosað við, legði fram. Bárður Nielsen viðgong­ ur, at lógin frá 2001 ikki var fullfíggjað, men serliga við broytingunum 1. januar 2007 er lógin skottrygg, so­ leiðis at tað ikki longur ber til at heva pening úr parta­ feløgum á nakran hátt, uttan at noyðast at gjalda skatt av teimum. - Tað er kortini eitt, vit ikki kundu ella frameftir kunna gera nakað við, og tað eru partafeløgini, sum eru stovnað undan 18. november 2001. Har er søla av partabrøvum framvegis skattafrí, tí tað ber ikki til at lóggeva á skattaøkinum við afturvirkandi kraft, sigur Bárður Nielsen. Hann vísir á, at partafeløg, stovnað undan 2001, eru skatta­frí undir øllum um­ støðum. Hinvegin ber ikki til at lik­videra eitt partafelag, stovnað eftir 2001, fyri síðani at taka peningin skatta­frían úr felagnum. - At taka pening úr slíkum likvidatiónum er at meta sum vinningabýti og verður tí skattað hareftir, sigur Bárður Nielsen. Holini eru typt Bárður Nielsen var fíggjarmálaráðharri, tá seinastu holini í kapitalvinningsskattalógini vórðu typt í 2006 Mynd: Jens Kristian Vang Skulu vinna kommunuvalið Í Danmark vænta Sosialdemokratarnir at vinna kommunuvalið, sum verður tann 17. november. Flokkurin fekk eitt gott úrslit á komm­unu­valinum fyri fýra árum síðani. Hetta var tað fyrsta kommunu­valið aftan á ta stóru kommunusamanleggingina, og her eydnaðist tað Sosialdemokratunum at fáa borgarstjóran í 46 kommunum. Á valinum í heyst ætlar flokkurin at tryggja sær borgarstjórarnar í fýra teimum størstu býunum, Keypmannahavn, Århus, Odense og Aal­borg. Í Keypmannahavn gevst Ritt Bjerre­ gaard, men avloysarin kann blíva Frank Jensen, fyrrverandi løgmálaráðharri, sum stillar upp har. Ráðharri rithøvundur Uttanríkisráðharrin í Finnlandi, Alexander Stubb, gav í gjár út bók við ymsum upplýsingum um likamsrøkt. Á einum tíðindafundi, sum hann helt í sambandi við úitgávuna, eggjaði ráðharrin finska fólkinum til at súkkla meiri. Í bókini skrivar tann 41 ára gamli uttanríkisráðharrin um súkkling, renning, svimjing og skíðrenning. Tað eru ikki bara egnar royndir, sum hann lýsir í bókini, men eisini góð ráð frá kendum ítróttarfólkum so sum Virpi Kuitunen, sum er olympiskur meistari í skíðrenning.