Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. august 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 154 - 17. august 2009 Fimta árið á rað hevur ein útlendskur pensjonistaflokkur verið á skeiði í Føroyum og lært akvarel-máling Ferðavinna Árni Joensen arni@sosialurin.fo Tað er neyvan tann blettur við Gjógv og har um vegir, sum ikki hongur ella liggur avmyndaður heima hjá teim­ um 16 útlendsku pen sjon ist­ unum, sum tær seinastu vikurnar hava ver ið á skeiði har at læra akva relmáling. Pensjonistar er kanska ikki tað rætta orðið at brúka, tí hjá tí yngsta luttakaranum restaðu fleiri ár í at røkka pen sjónsaldri, men hini vóru farin um ella á veg um aldursmarkið, og tann elsti var 80. 14 av teimum 16 vóru úr Danmark, hini bæði úr Týsklandi og Luksen­ burg. Tað er ein ferðaskrivstova í Hjørring, sum skipar fyri ferðini og skeiðinum, og luttakararnir, sum Sosialurin hitti uttan fyri Gjáargarð, vóru á einum máli um, at ferðaskrivstovan hevur ver­ ið heppin at velja Gjógv sum skeiðpláss. Trý tey fyrstu árini var skeiðið við Gjógv, í fjør varð avgjørt at hava tað í Havn, men lut­ takararnir vildu sleppa aftur til Gjáar í ár. Harafturat vóru luttakararnir fegnir um at hava ein so kendan listar mann sum Bárð Jákupsson til skeiðleiðara. Bárður hevur atelier við Gjógv og plagar at arbeiða har um summarið. Koma aftur Sermerkt fyri skeiðið er, at fleiri av luttakarunum koma aftur ár um ár, meðan onnur koma fyri tey, sum halda seg hava lært nóg mikið. Millum teir nýggju luttakar­ arnar í ár var Leif Nielsen úr Slagelse. Tað var ikki av tilvild, at hann var komin. Í flokkinum var eisini kona hansara, sum var á síni triðju skeiðferð til Føroya. ­Kona mín var so glað fyri skeiðið og ikki minst friðin og blíðskapin, sum eru her, og eg helt, at eg skuldi royna hetta eisini. Tað loysti seg. Eg eri sera hugtikin av teirri føroysku náttúruni. Vit vóru eina ferð undir Ennibergi, og eg má siga, at tað var bergtakandi. Harafturat er tað sera læru­ ríkt at fáa vegleiðingar frá Bárði Jákupssyni og við­ merkingar hinum lut tak ar­ unum. Jú, hetta hevur av sonnum verið ein gev andi tíð, sigur Leif Nielsen við Rás2. Leif Nielsen arbeiðir hjá kommununi í Slagelse, har hann hevur eftirlit við komm unalum bygningum. Men um stutta tíð verður hann pensjonistur, og so verða betri stundir til akvarel málingina, sigur hann. ­ Koma tygum aftur hend­ a n vegin? ­Ja, tað er eingin ivi um tað, sigur Leif Nielsen og leggur afturat, at tað kann væl hugsast, at hann hevur onkrar vinmenn við sær á skeið næstu ferð. Leif Nielsen hevur sett seg undir eitt hoyggjhús at mála eini eldri hús við Gjógv (Mynd: Árni Joensen) Pensjonistar til Føroya at læra at mála Vegurin Langi · Hoyvík · Tel 353040 · Fax 353041 Við Borðoyavík · Klaksvík · Tel 473040 · Fax 473041 T-postur: rs@reyniservice.fo · www.reyniservice.fo Brúktir bilar við lagaligari fígging VW Caddy 1.9 TdI VøruVogn. Skrásetingarnr: JK 915 Km: 108.000 Árgangur: 01.12.2004 Útgjald: 22.500 Mðr. gjald: 1.436 (5 ár) kr. 90.000,- SuzuKI gr. VITara 2.0 Td VøruV. Skrásetingarnr: SV 930 Km: 64.000 Árgangur: sep. 2003 Útgjald: 33.750 Mðr. gjald: 3.296 (3 ár) kr. 135.000,- ToyoTa raV4 2.0 d-4d dIeSel Skrásetingarnr: VS 984 Km: 135.000 Árgangur: apríl 2002 Útgjald: 34.500 Mðr. gjald: 3.356 (3 ár) kr. 138.000,- PeugeoT 207 1.6 HdI dIeSel Skrásetingarnr: MR 572 Km: 60.000 Árgangur: okt. 2006 Útgjald: 37.000 Mðr. gjald: 2.313 (5 ár) kr. 148.000,- ToyoTa aurIS 1.6 M/M luna Skrásetingarnr: UG 268 Km: 35.000 Árgangur: juli 2007 Útgjald: 47.000 Mðr. gjald: 2.931 (5 ár) kr. 188.000,- ToyoTa aVenSIS 1.8 STC. Sol Skrásetingarnr: LM 312 Km: 71.000 Árgangur: mars 2004 Útgjald: 38.750 Mðr. gjald: 3.755 (3 ár) kr. 155.000,- ToyoTa Corolla 1.6 Terra Sedan Skrásetingarnr: PG 732 Km: 93.000 Árgangur: des. 2003 Útgjald: 27.500 Mðr. gjald: 2.692 (3 ár) kr. 110.000,- ToyoTa Corolla 2.0 d-4d dIeSel Skrásetingarnr: HA 241 Km: 63.000 Árgangur: 14.12.2004 Útgjald: 33.000 Mðr. gjald: 2.064 (5 ár) kr. 132.000,- Vit bjóða nú 6 mánaða garanti uppá bilar, ið kosta meira enn 85.000,- Garanti skipan, ið hevur eina sjálvsábyrgd uppá kr. 500,-, fevnir um allar knappliga íkomnar feilir, ið eyðsæð ikki skyldast nýtslu brúkarans, rust, uttanífrákomnir skaðar ella væntandi tænastueftirlit. Eingin gandur og eingir smáir bókstavir. Kom og vitja okkum – landsins fremstu bilasølu. nISSan KIng Cab 2.5 dIeSel Skrásetingarnr: LU 544 Km: 40.000 Árgangur: nov. 2006 Útgjald: 54.000 Mðr. gjald: 3.333 (5 ár) kr. 215.000,- ToyoTa aVenSIS 2.0 Sol auT Skrásetingarnr: DJ 672 Km: 24.000 Árgangur: jul. 2005 Útgjald: 46.250 Mðr. gjald: 2.868 (5 ár) kr. 185.000,- Tey hugnaðu sær óført, tá tey skoðaðu og metu verkini hjá hvør øðrum (Mynd. Árni Joensen)