mánadagur 17. august 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 154 - 17. august 2009
Við leysum tonnum,
strømmum flættum
og rungandi tómum
skúla taskum tysja tey
so forvitin og spent í
skúla í dag.
Skúlamál
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Bæði hjá børnum og for
eldr um er fyrsti skúladagur
eitt av størstu vegamótunum
í lívinum. Á hvørj um ári
sen da vit hundrað tals sjey
ára gomul inn í skúlarnar
við teirri vón, at tey fáa
eina góða skúla gongd við
nógv um succes upp liv ing
um.
Kring alt landið fara heili
725 børn í skúla fyri fyrstu
ferð í dag. Í ár verða heili
67 fleiri næmingar í føroys
ku skúlunum enn í fjør. Til
samans fara 725 næmingar
í 1. flokk í dag, harav 306,
ella 42 prosent, í Tórshavnar
kommunu. Í einum skúla,
Tjørnuvíkar skúla, fer bara
ein næmingar í 1. flokk; í
fjør vóru heili níggju skúlar
við bert einum næmingi.
Fyrra ári fóru 754 næmingar
í 1. flokk og árið fyri 684.
Tilsamans ganga 6920
næm ingar í fólkaskúlanum
kom andi skúlaár. Síðsta
skúla ár var talið 7061,
fyrra árið 7273 og árið fyri
7367.
Vit ynskja børnum og
lærar um eitt gott skúlaár.
Eitt fyrsta floks vegamót
Kring alt landið fara heili 725 børn í skúla fyri fyrstu ferð í dag
Fáar kvinnur stjórar
Tað tykist framvegis vera tungt hjá donskum kvinnum at fáa
leiðarastarv í teirri almennu umsitingini. Ein kanning, sum
Ugebrevet A4 hevur gjørt, vísir, at av teimum 104
kommunustjórunum í Danmark eru bara níggju kvinnur. Ein
teirra er Birgit Fogh Rasmussen, sum er stjóri í Lemvig
kommunu. Hon harmast støðuna, men er als ikki skelkað av
kanningarúrslitinum. Hon sigur, at tann vanliga myndin av
einum stjóra er framvegis ein maður í klædningi, og hon
viðgongur, at hetta er eisini tann stjóramyndin, sum hon sjálv
sær fyri sær.
Vilja hava somu stjórn
Fyri nøkrum fáum døgum síðani vísti ein meiningakanning í
Noregi , at teir borgarligu flokkarnir fara at fella stjórnina hjá
Jens Stoltenberg á valinum tann 14. september. Men um
vikuskiftið vísti ein onnur kanning, at 46 prosent vilha hava
stjórnina at halda fram, meðan 39 prosent vilja hava eina aðra
stjórn. Úrslitið av kanningini var óvæntað, tí tað vísir, at tey
flestu hava hug at atkvøða fyri andstøðuni, men at tey kortini
vilja varðveita verandi stjórn. Valgranskarar halda orsøkina
vera, at teir borgarligu flokkarnir kunnu ikki semjast um at
skipa stjórn, tí summir vilja halda Framburðsflokkinum
uttanfyri.
Í Hoyvíkar Skúla byrja 43 næmingar í fyrsta flokki í dag, 13 gentur og 30 dreingir. Tey ganga øll í
sama flokki, sum hevur fýra lærarar um seg
Mynd: Beinta Haraldsen