mánadagur 17. august 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 17. august 2009 – Nr. 154 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 23
Illveður á Vágseiði gjørdi,
at oddaliðið ikki fekk
spælt, og tí gjørdi HB sær
dælt av, og nú eru teir
næstbestu hjá HB aftur á
odda í 1. deild
FÓTBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Í Vági var beinleiðis illveður á Eið
inum, og tí bar ikki til at fáa dystin
mill um VB/Sumba og B68 spældan.
Tað kom ongantíð so langt, sum at
dyst urin var settur í gongd, og nú
verður helst neyðugt at spæla hann
mitt í viku.
At dysturin hjá oddaliðnum, VB/
Sumba, var av ongum, gjørdi HB sær
dælt av, tí teir næstbestu hjá høv
uðsstaðarfelagnum eru nú eitt stig
framman fyri VB/Sumba, men hava
altso spælt ein dyst meira, og trý stig
framman fyri tveir aðrar av upp
flytingarkandidatunum, B71 og TB.
Á odda allan vegin
HB fekk í Runavík eina dreymabyrjan,
tá Tróndur Arge longu í fyrsta
minutti skoraði til 10. Og hóast NSÍ
fekk svarað aftur við máli frá Sonna
L. Petersen, gekk aftur bara ein
minuttur, so hevði Óli Restorff
Hansen lagt HB á odda 21, sum
eisini var hálvleiksstøðan.
Í seinna hálvleiki økti Emil
Leifsson fyri HB til 31. Men ímóti
endanum svaraði NSÍ aftur, tá Árni
Frederiksberg minkaði um munin,
men hóast onkrar spentar støður,
komu runavíkingar ikki nærri. HB,
sum stórt sæð allan dystin var á
odda, vann tí 32.
Forða hvørjumøðrum
Bæði B71 og TB royna at tryggja sær
eitt pláss heilt har frammi, men
leygardagin spentu tey bein fyri
hvørjumøðrum, tá tey spældu javnt
á Sandi. B71 byrjaði betur og hevði
yvirvág fyrsta hálva tíman, og tað
var í tráð við gongdina, at Clayton
Soares skoraði til 10.
Men síðani mentist TB, og við
tveimum tøttum málum, sum Jón
Magnusarson og Dan Mortensen
skutu beint fyri hálvleik, fór TB
framum 21, sum eisini var
hálvleiksstøðan.
Tá so B71 fekk ein mann útvístan
mitt í seinna hálvleiki, vóru fleiri
ábendingar um, at TB kundi fara við
teimum trimum stigunum. Men
ímóti endanum á dystinum syrgdi
íslendingurin hjá B71, Guðbjørn
Sæmundsson, fyri javnleikinum í
nógva regninum, ið darvaði
spælinum ikki sørt.
Skála enn eina ferð
Skála, sum longu eina ferð fyrr hevði
vunnið á FC Hoyvík, gjørdi tað aftur
leygardagin. Talan gjørdist enntá
um ein greiðan 41 sigur, ið ongantíð
var í vanda. Hálvleiksstøðan var 20.
Eitt korter inn í dystin skoraði
Jógvan Berg beinleiðis við frísparki,
og á hálva tímanum snittaði Rói
Jacobsen við høvdinum bóltin
ímóti málinum, har FC Hoyvík
málverjin var óheppin, tí bólturin
fór undir fótin á honum og í
málið…
Í seinna hálvleiki økti Brian
Jacobsen til 30, áðrenn FC Hoyvík
fekk eitt brotsspark, sum John
Eystberg setti í netið. Men hóast
hoyvíkingar royndu at trýsta,
gjørdist tað í staðin Arnold Berg, ið
staðfesti 41 sigurin hjá
skálamonnum.
Eingin spenningur
Dysturin í Gøtu gjørdist ongantíð
serliga
spennandi,
hóast
tað
framvegis var 00 í hálvleikinum. Til
tað hevði MB alt ov lítið at bjóða,
meðan Víkingur royndi at halda
ferðini á spælinum uppi.
Stutt inn í seinna hálvleik brast
fyri nev, tá Rúni á Reynatrøð skoraði
til 10, og miðskeiðis í hálvleikinum
økti Martin Olsen, áðrenn Leivur
Hansen í yvirtíðini staðfesti 30
sigurin hjá Víkingi.
Illa lýddar reglur
Amerikanski rennarin á stuttu teinunum, Tyson Gay, er
ónøgdur við nýggju reglurnar fyri tjóvstarti, sum koma
í gildi næsta ár, og sum fara at hava við sær, at verður
tú tikin í tjóvstarti, verður tú kolldømdur beinanvegin:
– Eg eri bara menniskja og geri mistøk av og á. Vit,
sum kappast, verða ávirkað mentalt av, at vit nú verða
kolldømd beinanvegin, um vit koma til at tjóvstarta,
sigur Gay.
Palli Augustinussen og hinir í
VB/Sumba máttu um vikuskiftið
lata oddasessin frá sær til
HB, tí tað var ikki spælandi á
Vágseiði, har VB/Sumba annars
skuldi spælt ímóti B68
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
1. deild menn:
HB aftur best av næstbest
Massa kemur fyri seg
Brasilski formel 1koyrarin, Felipe Massa, er í ferð við at
koma fyri seg, eftir at hann fekk skaða í høvdið, tá hann
var fyri einum óhappi í undankappingini til Grand Prix
kappkoyringina í Ungarn. Massa liggur ikki longur á
sjúkrahúsi, hóast greitt er, at hann helst noyðist undir
skurð meiri enn ta einu ferðina aftrat. Nú er hann farin
heim til Brasil, har hann hvílir seg og roynir at koma fyri
seg.
Støðan, 1.deild menn
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 HB
19
10
-
5
-
4
40
23
+17
35
2 VB/Sumba
18
10
-
4
-
4
37
29
+8
34
3 B71
19
9
-
5
-
5
40
30
+10
32
4 TB
19
9
-
5
-
5
36
32
+4
32
5 FC Hoyvík
19
9
-
1
-
9
28
31
÷3
28
6 B68
18
8
-
3
-
7
45
35
+10
27
7 NSÍ
19
7
-
4
-
8
36
39
÷3
25
8 Víkingur
19
6
-
6
-
7
28
26
+2
24
9 Skála
19
5
-
3
-
11
23
31
÷8
18
10 MB
19
2
-
2
-
15
23
60
÷37
8