Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-18, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. august 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 155 - 18. august 2009 Ein 22 ára gamal mað ur varð í Føroya rætti dømdur 40 daga treytaleysa fongsulsrevsing fyri at hava sligið ein annan mann í høvdið við einum ølglasi. Maðurin, sum er út lendingur, má ikki koma til Føroya aftur næstu fimm árini Føroya rættur Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Tað hendir av og á, at sak­ leys fólk knappliga verða offur fyri harðskapi, og tað upp livdi ein ungur maður sunnunáttina 2. august. Hann og gentan høvdu verið ein túr í býnum, klokk an var um hálvgum fýra um náttina, og tey skuldu niðan gjøgnum býin, at keypa sigarettir og taka ein bil heim. Tá ið tey vóru komin nið­ an í gongugøtuna og stóðu har og prátaðu, møttu tey tveimum fullum monnum. Tann ungi maðurin hoyrdi annan av hinum siga eitt ókvæmisorð, vent móti gentu hansara, og hann rópti á henda fullan mannin og spurdi, hvat hann segði. Í somu løtu sló tann fulli maðurin hin undir vangan við einum hálvfullum øl ­ glasi, og glasið fór í knús. Vinglaður víðari Teir báðir fullu menninir vingl aðu víðari oman eftir gøtuni, men gentan var sansa leys av øði og fór eftir teim um. Tann illa bløðandi mað urin vildi verja gentuna og fór ímillum, og so hendi í so máta ikki meira. Gentan var kvik at ringja eftir politinum, sum tók álops mannin og syrgdi fyri, at hin kom á Lands sjúkra ­ húsið. Álopsmaðurin varð varð­ haldsfongslaður, og málið var fyri í Føroya rætti mána­ dagin. Grundleysur harðskapur Rættarfundurin gav onga ábending um, hví álopið var hent, tí hvørki hann ella maðurin, sum hann fylgdist við, mintust nakað frá hend ingini. Hini bæði søgdu, at tey ikki á nakran hátt hvdu pro­ vo kerað. Tann ákærdi maðurin var ein russari, sum var mynstraður við einum skipi, ið lá við bryggju í Havn. Teir høvdu báðir drukkið fleiri øl hetta kvøldið. Tann ákærdi, sum lesur búskapar­ frøði á universiteti í Murmansk, siglir tríggjar mán aðir um árið fyri at fíggja lestur sín. Tað kom fram á rættar­ fundinum, at hann ongantíð áður hevur verið í nøkrum harð skapsmáli, ei heldur verið í klørnum á politi­ num. Slapp væl Tann álopni maðurin fekk nakrar skeinur í vangan og í oyrað. Likamliga bagir hon um einki nú, annað enn at hann hoyrir illa av eini blóðsamling í øðrum oyra­ num. Kravið hjá ákæranum var at døma fremmandamannin við fongsulsrevsing fyri serliga ráan, ógvusligan ella vandamiklan harðskap. Eftir útlendingalógini kravdi hann eisini mannin dømd an innferðarforboð í Før oyum í fimm ár. ­ Hetta var ein ólukkulig hending, sum ikki hevði verið, um ákærdi var edrúur, men fylsskapur er eingin umbering. Tað at drekka so nógv hevur einki umberandi við sær, segði ákærin. Hann kravdi mannin fonglaðan í 50­60 dagar. Tann ákærdi hevði noktað seg sekan, við tað at hann einki mintist, og verji hansara kravdi frídøming, men kom rætturin til ta niðurstøðu, at hann var sekur, átti hann at fáa linari revsing, ikki meira enn 30­40 daga fongsulsrevsing, og útvísing í trý ár. Dómurin var 40 daga fong suls revsing og inn ferð­ arbann í fimm ár. Ógvusligur harðskapur Grundgevingin var, at mað­ urin hevði framt ógvusligan harðskap, og ikki bar til at gra dómin treyt aðan ella partvís treytaðan, segi dóm­ arin. Maðurin tók við dóm i­ num. Av tí at maðurin mána­ dagin hevði sitið varð halds­ fongslaður í 15 dagar, vóru tá 25 dagar eftir at sita, og teir skal hann sita allar bein anvegin. Á rættarfundinum varð um røtt, hvussu maðurin til ta tíð sleppur heim aftur til Russ lands. Avtalað var at kanna, um skipið verður aftur í Føroyum um ta tíð­ ina, tá ið maðurin hevur siti dómin. Kemur skipi inn nakr ar dagar seinni, má mað urin sita longur, ti hann hevur ikki loyvi at at vera í Føroyum nú. Skipið skiftir av og á mann ing í Føroyum. 40 dagar fyri sera grovan harðskap Álopið hendi her mitt á gongugøtuni Magnus Heinason brýtur túr fyri Sjómannadegnum Einasta havrannsóknarskipið sum føroyingar eiga, er í hesum døgum í ferð við yvirlitskanningar, men í samband við Føroya Sjómanndag verður túrurin avbrotin og skipið far heiðurspláss á Stangabrúnni leygardagin 22. August. Havrannsóknarskipið, Magnus Heinason, hevur “opið hús/skip” leygardagin 22. August, har fiskifrøðingar fara at greiða frá nýggjastu fyribilsúrslitunum av yvirlitskanningunum. Eisini verður stór áhugaverd framsýning umborð. Skrá fyri Magnus Heinason leygardagin 22. august 2009: Móttøka “opið hús/skip” frá kl. 10:00­ 18:00. Opið hús/skip verður allan dagin, har greitt verður frá virkseminum umborð á Magnus Heinason. Víst verður, hvussu úrslit verða fingið til vega, og har afturat verður eisini greitt frá teimum nýggjastu fyribilsúrslitunum av yvirlitskanningunum, sum Magnus Heinason júst er í ferð við at gera. Onnur tiltøk:Ymisk filmsbrot verða víst í messuni. Ymisk sløg av fiski verða víst fram. Víst verður, hvat fiskur etur (magakanningar). Ymisk útgerð verður víst fram. Greitt verður frá nýggja havrannsóknarskipinum. Kaffi/te við meira verður at fáa. Øll eru hjartaliga vælkomin umborð!