týsdagur 18. august 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 155 - 18. august 2009
Yrkis sjónleika
bólk urin Tvazz
fer í september at
fram føra ein av
mest umtalaðu og
sýndu samtíðar leik
unum í nýggjari tíð,
4.48 Psychosis eftir
ensku Sarah Kane.
Framførslan verð
ur á Psykiatriska
Deplinum
Sjónleikur
Rógvi Nybo
Rogvi@sosialurin.fo
Í september verður møguligt
at fáa eina sjón leika upp liv
ing av teimum heilt ser
støku. Leikbólkurin TVAZZ
framførir í Sam komu høl
unum
hjá
Lands sjúkra
húsinum (á Psyki atriska
deplinum) ein av mest um
talaðu og sýndu sam tíðar
leikum í nýggjari tíð, nevn
liga 4.48 Psychosis eft ir
ensku Sarah Kane.
TVAZZ
Leikbólkurin TVAZZ er ein
yrkissjónleikabólkur, sum
varð stovnaður í 2006.
Fyrsta
uppseting
hjá
TVAZZ var leikurin Køks
drotn ingarnar, sum varð
sýndir fyri fullsettum hús
um í 2006. Árið eftir
savnaði bólkurin aftur fult
hús við leikinum Funda
menta listurin. Tvazz varð
árið eftir boðin at framføra
leik in á altjóða sjón leika
festival í Tampere. Juha
Jok ela, sum skrivaði Funda
menta listin, fekk í 2008
Norðurlendska dramatikara
virðislønina fyri júst hendan
leik.
Annar
aðalsetningurin
hjá TVAZZ er at skapa
verk ætl anir, tað verið seg
eitt nú sjónleikir, fram
førslur, framsýningar, kon
sertir á høgum listarligum
støði.Tvazz er eitt forum,
har listafólk innan visuella
list hittast – sjónleik, dans,
ljós snið, ljóðsnið, myndir,
video, film og annað. Tá
Tvazz er sprottið úr sjón
leika umhvørvinum verður
tað fyrst og fremst sjón
leikur, sum verður vøru
merkið
hjá
bólkinum.
Heim staðurin er Føroyar,
men samstarvað verður við
allan heimin. At knýta bond
og skapa møguleikar fyri
millumtjóða samstarvi. At
bjóða listafólki uttaneftir
higar og at fáa føroyskar
»listaútisetar« aftur hend
an vegin
at
arbeiða
og
sjálvsagt at spæla saman
við teimum, sum eru her
framm anundan.
Og hin aðalsetningurin er
at skapa sjónleik, sum
skøvar poleraða lakkið her
heima, sum torir at nerta
við, at hyggja í pottin av
fjaldum tabuum, klóra og
kitla, ørkymla og undra.
In yer face drama
4.48 Psykosa er ikki ein
leikur í vanligari merking
við
plotti,
karakterum,
konflikt, uppspenningi og
forloysing. Heldur er 4.48
Psykosa ein kvøða ella
kvørkratak? til lívið og
longsulin móti deyðanum í
einum ráum, surreellum,
sveimandi tóna, ið als ikki
kennist
sum
svalligir
døggdropar
ein
lýggjan
summarmorgun,
men
heldur sum bítandi rakibløð
á nakna húð, sum kolandi
storm ur í sálarinnar djúp
astu skýmaskotum, djúpt
har niðri, har ongin vón
sýnist.
Sarah Kane skrivaði leik
in 4.48 Psykosa. Hetta var
síðsti leikur frá hennara
hond. Hon doyði í 1999
einans 28 ára gomul. Men
eftir henni lá ein røð av
slóðbrótandi og nógv upp
settum leikverkum, sum
vórðu
spældir
um
alt
Evropa: Crave, Cleansed,
Blasted, Pheadra's Love fyri
at nevna nakrar. Sarah Kane
hoyrdi til unga ættarliðið
av bretskum leikrita høv
und um, sum í 1990'unum
stormaðu fram við pro
gress ivum og kontro ver si
ellum samtíðarleikum. Hes
ir leikir fingu felags heitið
In Yer Face Drama tí teir
vóru ráir, skakandi, ópoler
aðir og ágangandi í inni
haldi, máli og skapi.
Gunnar Hoydal hevur við
sínum serstaka málhegni
týtt leikin 4.48 Psykosa úr
enskum til føroyskt.
Landssjúkrahúsið
karmur um sjónleik
So frá svarta gálga skemt
inum í Køksdrotn ing unum
til átrúnaðarligt til veru kegl
í Funda menta listinum fer
TVAZZ nú við leikinum
4.48 Psykosa víð ari í síni
rannsókn.
Hesaferð verður tikið um
enn eitt risastórt tabuevni,
nevn iliga
tunglyndi
og
sjálv m orð.
Fram ført verður úti í
Sam komu hølu num/Veitslu
høl u num hjá Lands sjúkra
hús inum.
Luttakarar:
Leikstjórn:
Egill Anton Heiðar Pálsson (úr Íslandi)
Týðing:
Gunnar Hoydal
Leikari:
Gunnvá Zachariasen
Ljóssnið:
Egil Barclay Høgenni Hansen
Tónleikur:
Rasmus Rasmussen
Myndir:
Marianna Mørkøre
Framleiðsla: Oddvá Nattestad
Á Samkomuhølunum í Landssjúkrahúsinum frá 12.
september.
Mentamálaráðið, Nordisk Kulturfond,
Mentanargrunnur Landsins, DanskFærøsk Kulturfond,
Tórshavnar Kommuna, Fjølrit, Atlantic Airways,
P/F Skrivaragøta og Vodafone stuðla verkætlanini.
4.48 Psychosis á Psykiatriska Deplinum
Nú hava íalt 90 fólk
fingið staðfest krím
sjúkuna H1N1 í Før
oyum. Talið av stað
festum tilburðum er
sostatt vaksið nógv
seinastu 2 vikurnar.
H1n1
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Síðani seinastu fráboðan 5.
au gust hava før oysku heil
su myndug leikarnir stað fest
46 nýggjar tilburðir av
Influensu A (H1N1). Hetta
merkir, at umleið 5 nýggir
tilburðir eru stað festir um
dagin. Soleiðis hava til
samans 90 fólk fing ið stað
fest beinkrímið í Føroyum.
Hóast fleiri hava fingið
staðfest H1N1 í Føroyum,
so meta heilsu myndug leik
arnir sum heild, at fólk ikki
eiga at vera stúrin. Alt
bend ir framvegis á, at talan
er um eina milda krímsjúku,
ið hasar av eftir fáum døg
um. Tó eru nakrir vanda
bólkar, ið eiga at vera ser
liga ansnir.
Serligir vandabólkar
Hevur tú niðursett lunga
virkni, astma, hjartasjúku,
diabetes
ella
niðursetta
immunverju, skal tú verða
serliga ansin. Um so er,
skal tú seta teg í samband
við egnan lækna, um tú ella
onkur í húsinum fáa in
fluensa.
Barnakonur, sum fáa influ
en su sjúkueyðkenni og for
eldur at børnum undir 2 ár
við
influensu eyð kenn um,
eiga eisini at seta seg í sam
band við lækna.
Sjúkueyðkenni
Sjúkueyðkennini
eru
knapp liga íkomin sjúka við
yvir 38˚ Celsius, sjúku eyð
kenni frá andaleið (vanliga
ilt í hálsi og hosti) og pína í
vødd um. Leyst lív kemur
fyri.
Góð ráð
Í sambandi við at H1N1
krímsjúkan av álvara hevur
fingið fastatøkur í Føroyum,
hava heilsumynd ug leik ar
nir latið úr hondum eina
leiðbeining
við
góðum
ráðum. Í seinastu viku eru
settar upp plakatir við góðu
ráð unum á ymsum al menn
um støðum so sum skúl um,
dag stovnum,
komm unu
lækna viðtalum, sjúkra hús
um, røktar heim um. Góðu
ráðini eru:
• Vaska hendurnar ofta
• Hosta ella njósa í ermuna
• Verð heima, um tú ert
sjúk/ur
Far ikki til fólk, ið eru sjúk,
uttan neyðug ørindi. Gerst
tú sjúk/ur, so verð heima.
Gongdin við krímsjúkuni
er mild hjá teimum flestu
og er av eftir fáum døgum í
songini. Kennir tú teg
serliga ússaligan, ring so til
lækna ella læknavakt
Influensa A (H1N1) er
eitt nýtt virus, sum upp á
stutta tíð hevur spjatt seg
um allan heimin. Í allar
flestu førum er sjúkan mild
og hæsar av eftir fáum døg
um. Kortini er tað týdn
ingarmikið
at
avmarka
smitt una.
Staðfesta enn fleiri tilburðir av H1N1
Matfestivalur í Vágsbotni
Leygardagin 22. august verður Tórshavnar Matfestivalur í
Vágsbotni í Havn. Tiltakið er partur av 100 ára haldinum hjá
Tórshavnar Kommunu. Tá verður høvi at uppliva tað
siðbundna, tað nútímans og tað alternativa sum føroyska
matmentanin hevur at bjóða. Samstundis verður ein nýggj
heimasíða latin upp fyri okkum, ið hava ein alsk til mat og
drekka, sigur Mortan í Hamrabyrgi, ein av fyriskiparunum. Talan
er um ein matportal, har tú finnur ummælir, henta vitan og eina
rúgvu av innihaldi um mat og drekka annars. Tiltakið í Vágsbotni
leygardagin 22. august byrjar klokkan 14 og er ókeypis. Skráin
kann lesast á nýggja matportalin grams.fo.
eBillett.fo fær nýtt dám
Fyrr í ár varð nethandilin www.eBillett.fo lanseraður. Fyri fyrstu
ferð var ein føroyskur nethandil, har tað bar til at keypa billettir til
fleiri ymisk tiltøk. Støðugt hevur verið arbeitt við heimasíðuni, sum
nú er vorðin meira brúkaravinarlig, so tað er lættari at keypa og
selja billettir á internetinum. eBillett.fo bjóðar nú fleiri tænastur til
fyriskiparar av tiltøkum. Høvuðstænastan, søla av billettum, er
eisini gjørd lættari og bíligari at brúka. Vitjandi fáa nú eina enn
betri uppliving. Tað er nú skjótari og lættari at keypa billettir, og tað
ber til at nýta øll vanlig gjaldskort. Brúkaravegleiðingar eru at finna
á heimasíðuni, soleiðis at tað er so lætt sum gjørligt hjá øllum at
nýta síðuna sum tey vilja.
Tilvildarlig mynd