Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-17, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. august 2009síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 154 - 17. august 2009 Fríggjadagin hin 24. juli legði ein floti av grindabátum út av Vági við sluppini ”Jóhonnu” og motorinum ”Nólsoyar Pálli” á odda. Hóast harðasta streym á árinum vóru veðurgudarnir mildir – veðrið var av tí allar fagrasta. Hetta man vera fyrstu ferð í søguni, at 10 grindabátar í fylgi hava lagt inn um Skálhøvda, rógvandi og við føgrum seglum. Okur vóru móttiknir sum greivar og barónar og settir til háborðs. Blíðskapurin var, sum sagt verður: ”Tá stongd var ei bóndans stova…” Bygdarfólkinum og borg­ meistaranum í Skálavík takka okur hjartaliga! Aftaná døgurða leygardagin hin 25. juli varð kósin sett móti Havnini. Á Vestaru Vág legði alt grindabátafylgið at við Effersøes Bryggju. Tøkk fái borgmeistarin og býráðslimir í Havn fyri eina sera stórsligna móttøku! Harumframt eitt reint UG fyri blíðskapin og borðhaldið á Reinsarínum! Tað fløvar, at fleiri hava skrivað í bløðini um minnisríku ferð okkara! Samanumtikið hevur alt hetta givið okkum íblástur og áræði at standa saman um at varð­ veita grindabátarnar og gamla siðaarvin. Á sunnanfjørðsleiðum er grind ikki deyð í fleiri ár. Men, hvør veit, um ikki onkur av teimum gomlu snekkjunum aftur verður drigin úr neysti í heyst… ”Jesus give, hun måtte dø, og Gud beskjære os Lykke; til Kirken i Waaji paa Suderø vi skjænke et Altersmykke!” Grindabátafelagið í Vági Grindabátafelagið í Vági takkar viðmerkingar Ætlanin um at hækka pensjónsaldurin til 71 ár er burturvið, og byggir ikki á nóg góðar grundgevingar – tvørturímóti. Føroyar hava í fleiri ár havt hægsta pen­ sjónsaldur í heiminum. Um landið hækkar pensjóns­ aldurin eru útlitini sera góð fyri, at vit varðveita hetta heimsmet Tey sum fara av arbeiðs­ marknaðinum nú og kom­ andi árini eru flest øll farin út á arbeiðsmarknaðin sum sera ung – eini 14­17 ára gomul. Ein stórur partur av teimum 67 ára gomlu hava sostatt verið á arbeiðsmarkn­ aðinum í upp til 53 ár – hetta skuldi verið nóg mikið til, at tey kunna fara frá við góðari samvitsku, og fáa útgoldið eina almenna pensjón. At landið ætlar at broyta pensjónsskipanina er frálíkt, tað eiga tó ikki at gerast broytingar, ið gera skipanina verri enn hon er í dag, men heldur at broyta nøkur við­ urskifti og fáa betra korini hjá ávísum pensjónistum. Samtak vónar at vera tikin virkið við í hetta arbeiði, og hevur fleiri hugskot til broytingar. Verður pensjónsaldurin hækkaður merkir hetta fyri ein stóran part av føroya fólki, at tað er ikki nóg mikið at vera góð 50 ár á arbeiðs­ marknaðinum. Tey sum gerast pensjónistar nú og komandi árini eru farin á arbeiðsmarknaðin í 1950' unum og 1960'unum ­ t.v.s. tey eru farin á ein arbeiðs­ marknað, ið er merktur av tungum fysiskum arbeiði. Tað sama er galdandi fyri nærum øll tey sum fóru á arbeiðsmarknaðin í 1970'unum og 1980'unum. Tað er ikki fyrr enn í nýggj­ ari tíð, at tú sært munandi størri fjølbroytni á arbeiðs­ marknaðinum. Tíðin er ikki búgvin at tosa um tvungið at hækkað pensjónsaldurin. Hinvegin hevði verið frálíkt við smid­ ligum skipanum, soleiðis at tey sum vilja halda fram at arbeiða eftir at tey eru 67 ár, skulu hava loyvi til tess. Fleiri staðni í Evropa og í USA, hevur seinastu árini verið tosað um at hækkað pensjónsaldurin. Felags fyri øll hesi lond er, at tey hava ein pensjónsaldur millum 60 og 65 ár. Fleiri staðni ber eisini til at pensjónerast áðrenn formliga pensjóns­ aldurin, og fáa útgoldið ein prosentpart av pensjónini. Slíkar møguleikar hevur ein stórur partur av arbeiðs­ marknaðinum her heima ikki. Samtak leggur dent á, at hava fólk hug og orku at halda áfram við arbeiði eftir at tey eru 67 ár, skulu tey hava loyvi til tess, men tey skulu ikki tvingast til tað. Samtak Varðveitið pensjónsaldur á 67 ár Løgtingsmál: Hvat er skemt, hvat er álvara? Hundadagar og hundalív!? Hvør fremur ágangin, flaggskemtarin við Múrin ella ein løgtingsmaður?!? Slíkar ætlanir fáa meg at hugsa um eitt orð, sum eg ikki tori at nevna. Flokkurin: Úr hvørjum flokki kemur hesin ágangurin? Tú kundi kanska væntað, at ABC­ samgongan kom við hesum, men nei!?! Tú gerst næstan málleysur! Hvat hevði Bóndin sagt? Hvat sigur Bóndaflokkurin? Verður tað kanska sambandsvongurin á tingi, sum fer at bjarga okkum burtur úr høpisleysu ætlanunum? Málfrøðin: Dugir málfrøðin ikki at síggja, hvussu vandamikil hendan ætlaða leiðin er fyri okkara viðbrekna móðurmál, so kann alt gera tað sama. a: Føroyskt er helst einasta mál í heiminum, sum hevur a (fyrra a). Hvussu stavar málfrøðingurin TAL? Hvar skal fyrra a standa í ætlaða stavraðnum? y: X og Y skulu helst standa saman. Hvar ætla tit so at seta seinna y? Lúnggøta: Sambært fleiri ungfólkum eitur ein gøta í Havn Lúnggøta!? Eg kundi eisini nevnt krúdd(arí), Brynhild (útlendskt y) og búrja, sum onkur tók til. Okkurt sigst eisini eita hå og kå og æ við donskum framburði!? Grundgevingarnar: Grundgevingarnar hjá upp­ skotssetaranum eru so grunn­ ar, at tað er neyvan vert at gera viðmerkingar. Føroyski Karl stavast við C, so mugu vit hava C inn í føroyska stavraðið!? Eg meini tað! Ein tjóðskaparmaður átti kanska at spurt seg sjálvan: Hví man føroyski Karl stavast við C? Sambært ætlaðu “kollveltingini” verður helst nógv loyvt, t.d. at skriva Cári kul!? Stavrøð kring heimin: Flestu mál hava sítt egna, serstaka stavrað. Vit áttu at verið errin av okkara serstaka stavraði, sum á undursaman hátt livir sítt fríska lív í 2009, hóast nógvan ágang, millum annað frá føroyingum! Haraftrat áttu vit kanska at verið errin av, at vit málsliga og sum tjóð eru serstøk!? Í føroysktímunum syngja vit føroyska stavraðið, leikandi og lætt. Sjálvur dugdi eg bara tað danska stavraðið, og seinni tað enska, men tað føroyska mátti eg sjálvur læra meg. Danska stavraðið læra vit í dansktímunum, tað enska í ensktímunum, men vit mugu fyri alt í verðini ikki vevja alt saman í ein vavgreyt. Eitt er so vist: Tað eru ikki skúlafólk, ið leggja slíkt fram. Áheitan á løgtingið: Góðu løgtingsfólk! Gerið ikki ta dáragerð móti okkara viðbrekna móðurmáli, at tit taka undir við hasi ætlaðu fløkjuni, sum vissuliga fer at ørkymla bæði skúlabørn og mong onnur fólk! E.S.: Hvat halda tit um føroyingar, Føroyar? E.E.S.: Ein neyðloysn kundi verið at latið teir føroysku stavirnar fingið frið og sett teir útlendsku (c, q, w, x, y, z og kanska “thodn”) fyri seg aftast!? Við vón um móður­máls­ ver­ju Á Bor­g á Ar­gjum á hundadegi 2009 Móðurmálið bókstavliga álopið á tingi. Skemt ella álvara? lærari í føroyskum, enskum og donskum Eyðun á Borg