týsdagur 18. august 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 155 - 18. august 2009
Solby Eliasen
byrjaði mánadagin
i starvinum sum
programmleiðari í
Kringvarpi Føroya. –
Broytingar hava altíð
atfinningar við sær.
Uppgávan hjá mær
er at fáa starvsfólkini
við mær, sigur Solby
Eliasen
Nýggj í starvi
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Tað eru minni enn sjey mán
aðir síðan, at Solby Eliasen
tók prógv á Danmarks Jour
nalisthøjskole.
Bæði
í
praktikktíðini og síðan próv
tøkuna hevur hon arbeitt í
útvarpinum, og hon er nú
longu komin upp eftir á
stiganum. Mánadagin byrj
aði hon sum programmleið
ari í Kringvarpi Føroya.
Hon er tó fyribils sett í
nakrar mánaðir, tí starvið
varbara lýst innanhýsis.
Almenn størv skulu lýsast
leys alment.
Tá ið eg fekk at vita, at
vit kundu søkja, helt eg
meg kunna royna, men eg
var bilsin um, at eg fekk
starvið, sigur Solby Elia
sen.
Hvussu nógv vóru við í
kappingini, veit hon ikki,
og tað hevur heldur ikki
hennara áhuga.
Dámar avbjóðingina
Tann altíð so eldhugaði
journalisturin Solby Eliasen
kastar seg við lív og sál yvir
nýggju uppgávurnar.
Hetta er ein ógvuliga
stór avbjóðing fyri meg, tí
eg eri so nýggj, als ikki
liðug við at framleiða, og
so havi eg als ongar leiðslu
royndir, sigur 32 ára gamla
Solby Eliasen.
Hon heldur, tað mest
spennandi uppgávuna vera,
at seta útvarp og sjónvarp
saman, so tey verða ein
heild, og tað er ikki bara
sum at siga tað, tí hon hevur
ongar
royndir
við
sjónvarpi.
Solby Eliasen hevur dag
ligu ábyrgdina av útvarps
skránni, og av praktiskum
orsøkum hevur hon tí skriv
stovu í útvarpshúsinum.
Hon satsar
Hon tigur ikki burtur, at
nógvar atfinningar hava
verið av serliga útvarps
skránni, og tað er hennara
vón, at hon kann hjálpa til
við at gera skránna betri.
Eg satsi, og einki er at
ivast í, at um nakrar mánaðir
verði eg ein av mest ópopu
leru persónunum í Føroyum.
Bjørn Kalsø segði tað so
væl, tá ið hann varð valdur
til landsstýrismann. Tann
dagin flentu øll, men en
mánað seinni væntaði hann
at vera skeldaður út, sigur
Solby Eliasen.
Hon heldur, at hon hevði
eink at missa við at fara í
hetta starvið, tí er tað ikki
hon at vera programmleiðari,
kann hon altíð venda aftur
til at vera tíðindafólk.
Eg søkti ikki hetta starv
ið, tí eg mistreist á tíinda
deildini. Har er so gott at
vera, og mær dámar væl tað
arbeiðið, sigur Solby Elia
sen.
Hnvegin heldur hon tað
vera sunt at seta seg i eitt
leiðarastarv
og
líkasum
síggja alt út erva og niður
eftir.
Áðrenn hon fekk nýggja
starvið sat hon í skrábólkin
um i útvarpinum. Tann bólk
urin hevur verið til at ment
útvarpsskránna,
blandað
nýtt og gamalt. Nógv av tí
arbeiðinum byggir Solby
Eliasen nú víðari uppá.
Lurtarin er siðbundin
Hon kann enn ikki siga,
hvørjar broytingar eru í
væntu, men nýggj vetrarskrá
kemur hálvan september.
Tað koma broytingar, og
allar broytingar hava altíð
atfinningar við sær. Lurtarin
er siðbundin, og gerst tú
broytingar, rakar tú altíð
okkurt inni i fólkunum,
sigur Solby Eliasen.
Hon viðgongur, at allar
broytingarnar, sum gjørdar
eru, ikki hava verið til tað
betra, men nógvar góðar
broytingar eru hóas alt
gjørdar, heldur hon.
Enn fær hon einki sagt
um sjónvarpið, har hon sum
nevnt ikki hevur nakrar
royndir, men hon hevur
long verið og tosað við tey,
sum starvast í sjonvarp
inum.
Í felag
Solby Eliasen sær tað sum
eina týdningarmikla upp
gávu at fáa starvsfólkini
við sær. Tað ræður um at
fáa tey at trúgva uppá, at
tað, sum tey gera, er gott.
Eg standi við ábyrgdini,
men tey, sum framleiða,
skulu hava heiðurin av
verkum sínum, og tey skulu
sjálvsagt seta síni fingra
merki á tey, sigur Solby
Eliasen.
Eg verði skjótt skeldað út
Solby Eliasen er við lív og sál farin til
verka sum programmleiðari í Kringvarpi
Føroya
Mynd: Jens Kristian Vang
Kirkjukór og kendir solosangarar
í Christianskirkjuni
Rúni Brattaberg saman við Vestmanna Kirkjukóri fer at seta dám á eitt annarleiðis kvøld
í Christianskirkjuni komandi sunnukvøld klokkan 19.30. Við eru eisini aðrir kendir
solistar; Súsanna Brattaberg og ársins songrødd, Birita Poulsen og so Rúni Brattaberg.
At hoyra slíkar røddir í Christianskirkjuni saman við einum kóri, sum er í góðari
venjing, er ein uppliving av teimum stóru. Vestmanna Kirkjukór er júst afturkomið av
ferð í Íslandi, har áhugin fyri kórinum var stórur. Talan verður tí um stórfingna
konsert í Christianskirkjuni við Vestmanna Kirkjukóri. Væntandi fáa fólk eina
ógloymandi løtu í Christianskirkjuni sunnukvøldið 23. august klokkan 19.30.