Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. august 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 156 - 19. august 2009 Heili 20 kvinnur og menn høvdu meldað til renningina á ova­ stevnu, sum mátti útsetast til sunnu­ dagin vegna ódnar­ veðrið leygardagin RENNING Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Sera vánaliga veðrið leygar­ dagin forðaði fyri so at siga øllum tiltøkum á ovastevnu, teirra millum eisini renning­ ini niðan á Oyggjarmúla. Sunnudagin var veðrið tó brúkiligt aftur, so fyrireikar­ arnir skipaðu renningina tann dagin í staðin fyri. Og sigast má, at áhugin fyri kappingini var stórur, tí 13 menn og sjey kvinnur bjóðaðu av. Eisini tíðirnar vóru sera góðar, tann besta var heilt niðri á átta og einum hálvum minutti. Eisini høvdu fleiri børn meldað til, men har kom klutur í raðfylgjuna og tíðir­ nar, so bert tey trý fremstu hjá ávikavist gentum og dreingjum eru listað. Tíðirnar hjá monnunum: Ámundur Nolsø 8.27,20 Frank Müller 8.39,87 Jógvan Thomsen 8.44,97 Hjørtur Jacobsen 8.57,13 Hanus Pál Thomsen 9.55,77 Jógvan Djurhuus 9.59,66 Fríðálvur Müller 10.06,61 Jón Müller 10.16,52 Leivur í Geil 11.44,63 Baldur Meitil 12.26,18 Hergeir Carstenson 14.34,60 Bent Carstenson 16.13,28 Hans Jákup Davidsen 16.57,48 Kvinnur: Sonja Falck 11.05,23 Anna Malan Thomsen 12.26,83 Joan Sørinardóttir 13.14,00 Katrina í Geil 13.57,53 Fríðun Hansen 16.22,88 Sigvør Lamhauge 16.39,55 Torfríð Johannesen 17.19,23 Trý tey fremstu í barnarenningini vóru: Gentur: Emma Joensen Sólja Poulsen Beinta Hansen Dreingir: Teitur Bjarnason Rógvi Johansen Teitur Poulsen Nógv fólk á Oyggjarmúla Grønland kann samráðast Síðani grønlendska sjálvstýrislógin kom í gildi tann 21. juni, hevur grønlendska heimastýrið hevur heimild til at samráðast um altjóða sáttmálar á málsøkjum, sum viðvíkja landinum. Tað stendur at lesa í einari felags frágreiðing frá fundinum, sum landsstýrismaðurin Anthon Frederiksen hevur havt við danska umhvørvismálaráðharranm, Troels Lund Poulsen. Í frágreiðingini leggja teir dent á, at Grøn­ land og Danmark hava eitt tætt samstarv um at verja um­ hvørvi og náttúru. Tað er eisini galdandi í spurningum av altjóða slagi. Eftirskúlar stóran áhuga Einki bendir á, at fíggjarkreppan hevur ávirkað eftirspurningin eftir at sleppa á eftirskúla í Danmark. DR­kringvarpið sigur, at tær seinastu vikurnar eru 4.800 ungdómar farnir í eftirskúla ymsastaðni í Vestur­ og Miðjyllandi. Tað eru 200 fleiri enn seinasta skúlaár, og longu nú eru tveir triðingar av plássunum á eftirskúlunum har næsta skúlaár bíløgd. Ein kanning hjá kring­ varpinum vísir, at ungdómar hava serliga áhuga fyri teimum eftirskúlunum, sum hava lærigreinar sum sjónleik, tónleik og ítrótt á tímatalvuni. Tær seinastu vikurnar eru fleiri føroyskir ungdómar farnir á eftirskúla í Danmark. Nakrir av luttakarunum rinda møðina eftir strævna túrin upp á Oyggjarmúla Mynd: Karlot Hergeirsson Allir teir aktivitetir, sum Norðuratlants­ bólkurin hevur sett í verk, halda ótarnaðir fram, sjálvt um Lars Emil Johansen nú er farin úr bólkinum, sigur Høgni Hoydal FÓLKATING Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað fær onga ávirkan á Norðuratlantsbólkin sum so, at Lars Emil Johansen nú hevur valt at taka seg úr bólkinum. ­ Politisku viðurskiftini í Grønlandi eru so nógv broytt eftir valið, og Siumut og IA liggja nú í hvør sínari legu, og hava ilt við at sam­ starva, sigur Høgni Hoydal. Hann viðgongur, at tað sjálvandi kann síggja eitt sindur løgi út, at bert tveir fólkatingslimir eru í einum bólki, men vísir á, at talan langt frá er um eitt eindømi á Fólkatingi. ­ Tað kann eisini vísa seg at gerast ein fyrimunur, at vit nú bert eru tveir flokkar í bólkinum í staðin fyri tríggir. IA er jú systirflokkur hjá okkum, og vit hava mest sum eins floksskráir, so vit hava somu áhugamál, sigur Høgni Hoydal. Bólkurin minkar sjalvandi í vavi, og arbeiðsorkan minkar nakað, men føroyski fólkatingslimurin sigur, at limirnir í Norðuratlants­ bólkinum alla tíðina hava havt síni egnu starvsfólk. ­ Eg havi ein fastan skrivara, og í løtuni hjálpa tvey lesandi til nakrar tímar um vikuna, og tað er tað sama hjá Juliane Henning­ sen, sigur Høgni Hoydal. Grønlendski fólkatings­ limurin hjá IA er júst vald til næstforkvinnu í flokkinum. Heldur fram Upprunaliga fekk Norður­ atlantsbólkurin undantak frá formansskapinum, og tað undantakið heldur fram, sjálvt um bólkurin nú er minkaður við einum limi. ­ Vit halda fram við ætl­ aðu kanningunum og til­ tøkunum sum framman undan, og politiska inihaldið í bólkinum er framvegis tað sama. Fyri framman liggur ein kanning av búskaparligu viðurskiftunum millum Danmark, Føroyar og Grøn­ land, og hvat tað kostar, at vit ikki hava okkara egna uttanríkispolitikk, sigur Høgni Hoydal. Av øðrum aktivitetum fyri framman eru fram­ haldandi kanning um hví føroyingar ikki flyta heim aftur, og so stendur eisini stóra veðurlagsfundurin í Keypmannahavn í desember á skránni. ­ Vit vilja fegin varpa størri ljós á júst veður­ lagsfundin, og har fer tíðin longu so smátt at renna und­ an, sigur Høgni Hoydal. Eisini samstarv um nevndarsessir heldur fram sum higartil, og málið hjá formanni Tjóðveldis er framvegis hitt sama. ­ Eg vóni sjálvandi, at allir føroyskir og grønlend­ skir fólkatingslimir eisini gerast limir í Norðuratlants­ bólkinum, men til tað hend­ ir halda vit fram í samstarv­ inum við IA, sigur Høgni Hoydal, fólkatingslimur. NAB heldur fram sum higartil - Norðuratlantsbólkurin heldur ótarnaður fram hóast Lars Emil Johansen hevur tikið serg úr samstarvinum, sigur Høgni Hoydal Mynd: Beinta Haraldsen Mentamálaráðið Stjóri til Sernámsdepilin Mentamálaráðið søkir eftir stjóra til Sernámsdepilin, sí www.snd.fo. Umsóknarfreistin er fríggjadagin 4. september 2009 kl. 15.00. Sí starvslýsing á heimsíðu Mentamálaráðsins: www.mmr.fo (undir teiginum leys størv).