mikudagur 19. august 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 156 - 19. august 2009
Í síðstu viku
vóru umboð fyri
havnanevndina og
Strandferðsluna
í Nólsoy fyri at
kunna seg um
atløgumøguleikarnar
í sambandi við, at
Ternan fyribils skal
røkja farleiðina
millum Havnina og
Nólsoy, til nýtt skip er
bygt
FARLEIÐ
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Semja er í samgonguni um,
at seta Ternuna inn í sigl
ingina á farleiðini mill um
Havnina og Nólsoy. Sam
stundis verður eisini arbeitt
við
fyrireikingunum
at
byggja nýtt skip til far leið
ina.
Strandferðslan
hevur
eisini fyrireikað seg til
broyt ingarnar, sum krevjast
fyri at skipið kann røkja
sigl ingina til Nólsoyar.
Tað er klárlagt, hvat
skal gerast við skipini, og í
løt uni bíða vit bert eftir
grønum ljósi frá myndug
leikunum at fara undir
broyt ingarnar, sigur Bogi
Mortensen, stjóri á Strand
ferðsluni.
Ein partur av málinum
eru
havnaviðurskiftini
í
Nólsoy, og tí var Strand
ferðslan saman við Jónsvein
Lamhauge, havnameistara,
og skiparunum á Rituni í
Nólsoy og kunnaðu seg um
atløgumøguleikarnar.
Tosað varð um trý
alternativ, og vit skiltust
upp á at Tórshavnar komm
una skuldi kanna hesar
møguleikarnar.
Atløgu
spurn ingurin er fyri so vítt
ikki okkara borð, men ein
partur av málinum liggur
eisini í, hvussu landið og
Tórshavnar kommuna finna
fram til, hvør skal gjalda
hvat, sigur Bogi Morten
sen.
Fundur
hevur
verið
millum strand ferðslu stjór
an, Jónsvein Lamhauge, Já
kup Símun Simonsen, for
mann í havnanevndini, og
Heðin Mortensen, borgar
stjóra.
Málið um atløgumøgu
leikar liggur nú hjá havna
meistaranum,
sum
skal
finna fram til bestu og
skjót astu loysnina.
Trygg farleið
Jákup Símun Simonsen,
formaður í havnanevndini,
sigur, at fyri hann er tað
umráðandi,
at
farleiðin
verður so trygg og álítandi,
sum tilber.
Tað ber ikki til, at
tænastan verður verri enn
hon er nú. Nólsoyingar hava
higartil kunna litið á, at
Ritan hevur flutt teir um
fjørðin í góðari tíð at møta
til arbeiðis klokkan átta, og
tað mugu teir framvegis
kunna líta á, tá Ternan fer at
sigla, sigur Jákup Símun
Simonsen.
Hann væntar ikki, at
tíðarætlanin, sum Vinnu
mála ráðið hevur sett til 1.
oktober, fer at halda.
Mær hevði dámt betri,
at hendan royndarætlanin
var sett í verk fram móti
sumri heldur enn móti vetri.
Men sum tað sær út í løtuni
vænti eg, at tað helst fer at
líða fram móti vári, áðrenn
klárt er at seta Ternuna inn í
siglingina,
við
einari
ferjulegu lidnari í Nólsoy,
sigur formaðurin í havna
nevndini.
Soleiðis
sum
Jákup
Símun
Simonsen
skilir
støð una, eigur landið eina
ferju legu, sum kann setast
upp úti í Nólsoy.
Okkara partur verður so
at gera fyrireikandi arbeið
ið, so ferjulegan kann setast
upp. Neyðugt verður við
einari játtan fyri at gera
hetta arbeiðið, men talan er
um eina íløgu, sum gjarna
skuldi goldið seg aftur við
tíðini, sigur Jákup Símun
Simonsen.
Sum nevnt so kannar
havnaskrivstovan í løtuni
møgu leikarnar, og tað er í
høvuðs heitinum
tveir
møgu leikar, sum hugt verð
ur eftir.
Annar er at leggja
ferjuleguna í horninum við
»sukurmolan«, og tað tykist
at vera tann loysnin, sum er
skjótast og bíligast. Hin er
heiman fyri flakavirkið,
men tá má Landsverk upp í
leikin at kanna, hvussu
langt út sandurin gongur,
og nær hella byrjar. Tað er
ein longri og dýrari loysn, tí
helst verður neyðugt at
dýpa
har,
sigur
Jákup
Símun Simonsen.
Gott skip
Skipararnir á Rituni eru
tiknir við upp á ráð, og
serliga Karmal Olsen hevur
drúgvar royndir umborð á
Ternuni um Vestmannasund.
Hann sigur, at Ternan hevur
so góða maskinkraft, at tað
ikki verður nakar trupulleiki
at leggja at og sleppa frá
aftur.
Hann sigur eisini, at talan
er um eitt gott skip, og hann
væntar heldur ikki, at tað
verða trupulleikar at sigla
um fjørðin.
Bogi Mortensen, Strand
ferðslustjóri, sigur, at teir í
løtuni eru í einari bíði
støðu.
Fyrireikingarnar eru
lidnar frá okkara síðu. Vit
hava við vilja ikki verið úti
og biðið um tilboð, tí tey
eru stuttfreistað, og tað
gevur lítla meining at biða
um tilboð, tá pengarnir ikki
eru fingnir tikl vega, sigur
Bogi Mortensen.
Tað er heldur ikki avgjørt,
um alt skal gerast í einum,
ella nakað verður gjørt nú
og só restin einaferð kom
andi ár.
Um ynski er at fáa eina
skjóta loysn, so ber til at
gera so mikið, at skipið
kann sigla. Seta rullitangar
í, gera lyftu og nakað tílíkt,
so kann Ternan skrykkjast
upp á land í næsta ár at gera
restina, sigur Bogi Morten
sen.
Heldur ikki hann roknar
við, at tíðarásetingin 1.
oktober fer at halda.
Tað var uppi at venda, at
gera eina ferjulegu, so
Ternan bæði kann liggja
eystur og vestur og suður
og norð. Tað gevur sjálvandi
nógv størri møguleikar at
manøvrera alt eftir veðri og
vindi, sigur Bogi Morten
sen.
Hetta
verður
kortini
trupult, um verandi ferju
lega skal nýtast.
Fyribils verða so neyðugu
kanningarnar gjørdar, sam
stundis sum tað skilst á
lagnum, at fyrireikingar at
byggja nýtt nólsoyarskip
eru í gongd.
Kanna atløguviðurskifti í Nólsoy
Sleppa ikki av við tosk
Grønlendskir garnabátar, sum royna eftir toski á
leiðunum við Nuuk, hava góðan fiskiskap,men teirra stóri
trupulleiki, at tað er sera torført at sleppa av við toskin.
Kringvarpið KNR skrivar, at virkið hjá Royal Greenland
kann ikki arbeiða meiri enn átta tons um samdøgrið, og
tað er ikki meiri, enn ein garnabátur kann avreiða. Tað
ger, at bátarnir mugu góðtaka at avreiða eftir tørni,
soleiðis at bátar sleppa ikki at avreiða meiri enn tvær
ferðir í hesum mánaðinum. Teir, sum eiga garnabátarnar,
siga, at støðan er ótolandi, og at tað er torført at hava
bátarnar mannaðar undir slíkum umstøðum.
Tað verður neyvan frá 1.
oktober, at Ternan fer at
røkja siglingina millum
Havnina og Nólsoy
Misnøgd við makrelveiði
Norsku myndugleikarnir vóru sera misnøgdir við, at íslendingar
fyrr í ár ásettu sær sjálvum eina stóra makrelkvotu í íslendskum
sjógvi. Íslendska avgerðin fekk millum annað norska
fiskimálaráðharran, Helgu Pedersen, at mæla norsku alivinnuni
frá at keypa fóður úr íslendskum makreli, og hetta endurtók hon
nú um dagarnar. Samstundis er avgjørt, at fiskimálaráðið skal
hava fund við norska alarafelagið um íslendskt fiskamjøl.
Formaðurin í alarafelagnum, Ole EirikLerøy, sigur við
fjølmiðlarnar, at hann kennir áheitanina frá ráðharranum, men
hann vil ikki siga, at felagið fer at taka hana til eftirtektar.