Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. august 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 157 - 20. august 2009 Í fjør var sera stórur spenningar var í kappingini at skera agn. Einans fá sekundum vóru millum teir kvikastu við knívunum. Roknað verður við, at luttakararnir aftur í ár fara at verða títtir við knívunum. Tíðindaskriv Kappingin í at skera agn er eisini millum siðvandu kappingarnar á Føroya Sjó­ mannadegi. Í umhvørvinum har húkur og agn verða nýtt sum veiðireiðskapur, hevur ofta verið tosað um tær góðu dygdirnar at vera ein kvikur og góður agnaskeri. Ikki frítt at ein avís kapping altíð hevur ligið í hesum yrki. Ikki minst í Klaksvík, sum vertur fyri Føroya Sjómannadagar, hevur altíð verið ein ávís kapping í hesum yrkinum. Mong minnast, hvussu kvikur, eitt nú Perry Poulsen, sum í nøkur ár var heimamaður hjá Bjørgvin, var. Auðunn Konráðsson og Ansvein Sigurðsson eru eisini millum gitnar ang­ skerar í Klaksvík ­ hetta bert fyri at nevna nakrar heilt fáar. Í fjør var rættiligur spenn­ ingur millum luttakararnar í kappingini at skera agn. Munurin millum tann skjótasta og tenn seinasta var einans nøkur heilt fáa sekund. Spenningurin var eisini sera høgur, tá lagt var til brats. Knívarnir vóru títtir og teir 50 sildafiskarnir vóru kvikliga førdir undir knívin. Í ár verður hendan kapp­ ingin sjálvandi aftur á skránni, og spennandi verð­ ur at vita, hvussu leikur fer. Føroya kvikasti agnskeri Fiskikappingin, út­ kasting av fløskuposti og stóra vatnkríggi á Vánni, sum lýst var at verða mikukvøldið er útsett til fríggjadagin klokkan 18. Tìðindaskriv Av ymiskum orðsøkum er Fiskikappingin, sum lýst var at verða á Kósbrúnni mikukvøldið útsett til fríggjakvøldið klokkan 18. Til ber at melda til kapp­ ingina í deildini hjá EIK í Klaksvík fram til fríggja­ dagin klokkan 16. Seðil til fløskupostarnar kann avheintast á deildini hjá EIK í Klaksvík fram til klokkan 16 fríggjadagin. Fløskur til fløskupostarnar verða handaðir á bryggjuni í samband við Fiskikapp­ ingina. Eftir fiskikappingina verður farið út í Kalsoyar­ fjørð við útróðrarbátum har fløskupostarnir verða kast­ aðir. Síðani verður silgt inn á Vánna og útfyri Stanga­ brúnni verður síðani stórt sjórænarakríggj við vatn­ kanónum. Til endamálið hevur Før­ oya Sjómannadagur rigga 130 sergjørdar spulislangur/ vatnkanónir til ­ umborð á 10 útróðrarbátum ­ sum sostatt eru vápnaðir til kríggj. Til Fiskikappingina skulu børn sjálvi hava tráðu og bjargingarvest. Fyri at koma umborð á útróðrarbátarnar er bjargingarvestar eitt krav. Í samband við vatnkríggi er ynskiligt at børnini eru í regnklæðum. Ynskiligt er at so mong sum gjørligt verða smikaði ella ílætin sjórænaraklæðir. Vápnað 10 útróðrarbátar við 130 vatnkanónum Aftur í ár verður skipað fyri fram­ sýning av ymiskum sløgum av havdjór­ um á Føroya Sjó­ mannadegi Tíðindaskriv Fyrireikingarnar eru í gongd til at taka ímóti gestum á Føroya Sjómanna­ degi, sum verður 22. Aug­ ust í Klaksvík. Eitt nú eru kørini komin upp og fiskar eru í nøkrum av teimum. Fiskakørini eru vanliga eitt av teimum vælumtóktu tiltøkunum á sjómanna­ deginum. Kørini plaga at standa norðuri á Stong­ unum við egningaskúrar­ nar og hevur mong ein for­ vitin og barnslig sál havt gleði av hesi framsýning. Enn eru ikki øll kørini fylt við havdjórum, men komandi dagarnar verða alsamt fleiri fiskasløg og botndjór í síggja í teim­ um. Tað eru ymiskir bátar sum fáa tey ymisku fiska­ sløgini, sum taka tey við til lands og lata Sjómanna­ degum tey. Fyrireikarnir eru sera glaðir fyri hesa hjálp, sum ger tað møgu­ ligt at hava framsýning­ ina. Havdjór verða sýnd fram Ein av teimum mest krevjandi kapping­ unum á Føroya Sjó­ mannadegi er føroya­ meistarakappingin at halda dregg Tíðindaskriv Kappingin snýr seg um við báðum ørmum strekt­ um at halda einum dreggi so leingi sum møguligt. Tann sum heldur dreggin­ um longst hevur vunnið kappingina. Tað sær ikki torført út, men tá ein lítil løta er frá­ liðin, so byrjar møðin at vísa seg og spurningurin um styrki og áhaldni kem­ ur inn. Hetta sást eisini í fjør, tá fleiri máttu gevast áðrenn tveir minuttir vóru gingnir. Tó vóru nakrir sum hildu á til væl yvir tveir minuttir. Tá umleið tveir og ein hálv­ ur minuttir vóru gingnir stóðu tveir persónar eftir. Endaliga úrslitið gjørd­ ist, at Bjørn Kallsoy vann k appingina við at halda dregginum longst. Næstur honum kom Jákup Jacob­ sen, hvørs styrki gekk und­ an áðrenn sterki Bjørn Kallsoy, kundi lyfta hend­ urnar í sigri. Spennandi verður at vita, um vinnarin frá í fjør aftur fer at dystast í ár. Hendan kappingin hevur havt mangan sterkan mann á palli. Eitt nú hevur Karstin Hansen, fyrrverandi fíggjar­ málaráðharri, staðið sum sigursharri í hesi kapping, eins og Óli Skarðenni vant úr mótstøðumonnunum fyri nøkrum árum síðan. Hvør heldur dregginum longst? Banna ljósperur við gløðitráði Nógv fáa trupulleikar eftir 1. September, tá handlar í ES­ londunum ikki longur hava lov at selja kámar ljósperur við gløðitráði. Tí spariperur kunnu ikki brúkast til ljósdemparar og skyntól, ið tendra ljóisð, tá rørsla er. Kámu ljósperurnar við gløðitráði brúka ov nógva orku og tí hevur ES gjørt av at banna slíkar perur. Krøvini til halogenperur verða eisini skerpað. Brek á Húsareyni Høvuðssendarin á Húsareyni virkar ikki í løtuni, og tí hoyrist útvarpið ikki á FM í stórum pørtum av landinum. Nakrir fáir sendarar hava linjusamaband. Eitt nú FM 96.5, sum hoyrist í høvuðsstaðnum. Eisini hoyrist útvarpið á millumbylgju og á heimasíðuni hjá Kringvarpinum. Fólk frá Føroya Tele eru í ferð við at umvæla brekið.