Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-20, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. august 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 157 - 20. august 2009 Eingi vitni vóru til vanlukkuna, tá ið 47 ára gamli Magni Olsen av Toftum datt niður í lastina umborð á Esbjerg- trolaranum Darwin Vanlukka Randi Jacobsen randi@sosialurin Beint fyri klokkan 23 danska tíð mikukvøldið fekk politiið í Esbjerg boðini umvegis alarm­ sentralin, at ein maður var dottin niður í lastina umborð á stóra ídnaðar­ trolaranum Darvin, og at maðurin hevði fingið álvarsligan løst. Eingin vitni vóru til vanlukkuna, og maðurin hevði ligið leingi, áðrenn hann var funnin. Hildið verður, at vanlukkan er hend millum klokkan 20 og 21 danska tíð. Veðrið var hampiligt í Norðsjónum, tá ið van­ lukkan hendi. Maðurin var 47 ára gamli Magni Olsen, sum var ættaður av Toftum, men hevur búð leingi í Esbjerg. Hann hevur í fleiri ár siglt sum stýri­ maður við Darwin. Sambært politinum í Esbjerg er maðurin dottin seks metrar niður í last­ ina, og nakkin hevur tikið. Helst er hann deyð­ ur beinanvegin av fallinum. Sjóvrjan sendi eina tyrlu út á Darwin, sum var staddur í Norðsjónum, 70 fjórðingar vestur úr Esbjerg. Tyrlan fór til Skryd­ strup, og haðani varð hann førdur til skaða­ stovuna í Aabenraa, har staðfest var, at maðurin var deyður. Darwin skuldi koma inn til Esbjerg í dag, og danska skipaeftirlitið skal kanna skipið nærri. Sverri Nilssen, sum fyrst í august varð skannaður fyri lungnakrabba, fekk týskvøldið umsíðir svarið: Hann hevði ikki lungnakrabba SjúkraVerk Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Tað tók sína tíð hjá Sverra Nilssen á Tvøroyri at fáa staðfest, um hann hevði krabbamein ella ei. Hálvan juli varð hann biðin um at skunda sær til skanningar, men ikki fyrr enn 18. august fekk hann svarið. Tíbetur vóru boðini góð. Sosialurin skrivaði í seinastu viku um Sverra Nilssen, sum sjálvur noydd­ ist at streingja á fyri at uppspora, hvat var vorðið av røntgenmyndunum, ið tiknar vóru av lungum hansara á Landssjúkra­ húsinum 3. august. Ríkissjúkrahúsið hevði biðið hann fara til Føroya at fáa lunguni skannað á Landssjúkrahúsið beinan­ vegin, men tá ið 10 dagar vóru gingnir, og einki svar var komið, misti Sverri Nilssen tolið og ringdi til bæði sjúkrahúsinum. Landssjúkrahúsið segði, at myndirnar vóru sendar, og Ríkissjúkrahúsið, at tað ongar myndir hevði fingið. Fríggjadagin kom so fram, at myndirnar vóru komnar til Ríkissjúkrahúsið, og frágreiðingin til mistakið var, at tey bæði sjúkrahúsini goymdu myndirnar undir hvør sinum p­tali. Tað segði Landssjúkrahúsið. Leingi at bíða Mánadagin hugdu læknar á Ríkissjúkrahúsinum eftir myndunum, og týskvøldið ringdi ein yvirlækni á Ríkissjúkrahúsinum til Sverra Nilssen við teimum góðu boðunum, at hann ikki hevði lungnakrabba. Tá vóru 15 dagar ginnir, síð­ an myndirnar vórðu tiknar. Hesin yvirlæknin helt tað vera ov galið, at Sverri Nilssen hevði bíðað so leingi eftir svarinum, og hann bedýraði, at Ríkis­ sjúkrahúsið ikki hevði fing­ ið myndirnar fyrr enn fríggjadagin. Nú leggur Sverri Nilssen líka í, hvør orsøkin var. ­ Tá ið eg fekk góðu boðini, var eg so glaður, at eg bæði flenti og græt, sigur hann. Datt niður í lastina og doyði Fekk góð boð Norsk alduorkutøkni til Turkalands Norska felagið Langlee Wave Power hevur selt alduorkutøkni til Turkalands fyri 90 milliónir krónur. Norska felagið Langlee Wave Power varð sett á stovn í 2006, og síðani hevur stovnarin Julius Espedal brúkt níggju milliónir krónur uppá at menna nýggja alduorkutøkni. Hesa vikuna fekk hann loksins lønina, skrivar norska Finansavisen. Turkiska felagið Unmaksan hevur nevniliga bílagt tøknina til eitt alduorkuverk fyri útivið eina miljard krónur. Langlee Wave Power fær 90 miljónir norskar krónur í loyvisinntøkum fyri útbúnaðin. Turkiska verkætlanin, sum toyggir seg meira enn 11 kilometrar framvið strondini, hevur eina samlaða orku uppá 24 megawatt. ­ Vit hava kannað meira enn 70 ymiskar alduorkuætlanir, og vit halda, at Langlee hevur ta mest harðbalnu tøknina og kostnaðareffektivu loysnina. Avtalan við Langlee er ein vóngevandi byrjan at menna alduorkuríkidømið í Turkalandi, sigur stjórin í Unmaksan, Serhat Kan. Tøknin er grundað á eitt flótandi rammuverk, sum er fest í havbotnin. Vatnveingir geva orkuna frá aldunum. Sum er er alduorka dýrari enn vindur, men Julius Espedal hevur vónir um broytingar á hesum øki. ­ Vit hava sum mál, at alduorka skal vera líka bílig sum vindorka innan fimm ár. Vit ætla bæði at økja um effektivitetin og avmarka kostnaðin, sigur hann við Finansavisen. Flestu munnu kenna søguna um Ainu Cederblom, ið millum annað kom til Klaksvíkar við Vevskúlanum, og sum ætlaði sær einasmøll við jollu síni til Grønlands Tíðindaskriv Báturin hjá Ainu er í Klaksvík og hevur fleiri ferðir verið framsýndur, m. a. á Sjómannadegnum, men nú er Archemedess pá­ hangsmotorurin hjá henni komin fyri ein dag, og Norðoya Motorfelag fer at sýna hann fram ímillum áðrar gamlar bátamotorar. Tað eru teir tríggir, Hans Jørgin Nysted, Símin Simon­ sen og Absalon Lydersen, ið standa fyri savninum og savnið eigur ikki minni enn einar 30 restaureraðar gaml­ ar bátamotorar, bæði instal­ eraðar motorar og páhangs­ motorar. Á Sjómannadegnum fara teir at sýna fram einar 15 smáar bátamotorar, ið teir tríggir hava gjørt ístand av einslystum. Vit eru ógvuliga góðir við motorarnar og tí vilja vit treyðugt seta teir ígongd eftir at teir eru pussaðir og málaðir. Arbeiðisgongdin hjá okkum er í stuttum hon, sigur Hans Jørgin, at vit umvæla motorarnar í hjall­ aranum hjá Absalon, loysa tað sum er fast, gera nýggjar deilir og fáa alt tað neyðuga sum krevst til. Tá við eru liðnir har, vera teir settir ígongd, soleiðis at vit eru vissir um at alt er ílagið. Síðani taka vit teir tilhús, eg í hjallara mín og Símun í garasju sína, og har vera teir so pussaðir og málaðir av einslystum. Fyrr brúktu vit saltsyru til at reinsa teir við, men síðani hava vit fingið eitt tól at sandblása við, og tað hevur lætt nógv um hjá okkum. Tá so liðugt er, verða motorarnir settir inn á savnið í gamla skúlanum í Norðdepli. Vit fingu boð um, og hava vita tað í nógv ár, at páhangsmotorurin hjá Ainu Cederblom, ið hon brúkti í jollu síni, var úti í Hattarvík. Fyri stuttum varð hann givin okkum, og tað eru vit sera glaðir fyri. Enn hava vit onki gjørt við hann, men tó alíkavæl fara vit at hava hann við okkum á framsýningini. Seinni fara vit so at væla um hann og seta hann ístand so frægt sum tað ber til, sigur Hans Jørgin Nysted at enda. Framsýningin verður í Timburhandlinum hjá Borg í Klaksvík. Páhangsmotorurin hjá Ainu Cederblom Páhangsmotorurin hjá Ainu Cederblom Sverra Nilssen