fríggjadagur 21. august 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
tíðindi
Nr. 158 - 21. august 2009
Á afturlatnum
fundi verður
kommunustýrið á
Eiði í kvøld kunnað
um byggiætlanina í
Hólmanum
Stadionætlan
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Skal nakar hugsingur vera
hjá kommunustýrinum á
Eiði um at fullføra ætlanina
við at byggja stadion i
Hólmanum, er neyðugt at
projektera alla ætlanina og
rokna út, hvat øll ætlanin
fer at kosta.
- Nú fara vit at seta tøl á,
men fyrsta treytin er, at
kommunustýrið tekur undir
við ætlanini, sigur Rólant
Poulen, borgarstjóri á Eiði.
Hann torir ikki at gita,
hvør samanlagdi kostnaður-
in verður, tí bara fyrsta
byggistig er boðið út, og
tilboðið fyri tað arbeiðið er
1,8
mió.
krónur.
Øll
útfyllingin er mett at kosta
um fýra milliónir krónur,
men tað kemur nógv aftrat.
Onkur hevur mett eitt
fullfíggjað stadion til at
kosta ikki minni enn 20
mió. krónur.
Ikki verið fyri fyrr
Kommunustýrið
á
Eiði
samtykti fyri tveimum ár-
um síðan at fylla út og plan-
era økið, men sjálv verk-
ætlanin hevur ongantíð ver-
ið fyri á fundi í kommunu-
stýrinum.
Tað kemur broytta ætlanin
í kvøld á afturlatnum fundi,
sum verður beint undan al-
menna fundinum. Fundurin í
kvøld er framskundaður.
Eftir røttum skuldi fundurin
verða 1. september, men við
tað at borgarstjórin fer burtur
og kemur ikki heim aftur fyrr
enn hálvan september, hevur
hann framskundað fundin til
í kvøld.
Størri skuld
Rólant Poulsen leggur upp
til, at byggingin verður
fíggjað yvir raksturin, men
tað kann gerast neyðugt at
taka lán.
Hann argast inn á Fíggj-
armálaráðið, sum broytti
roknskaparháttin
hjá
kommununum, tí broytingin
hevði við sær, at skuldin
hjá Eiðis kommunu kom
upp á 23 mió. krónur.
Frammanundan var skuldin
14 mió. krónur, men við
broytingini eru tær 9 mió.
krónurnr í Felagsskúlanum
á Oyrabakka lagdar aftrat.
Skuldin er á leið ein álíkn-
ing, og skal ein kommuna
taka meira lán, krevur tað
serligt loyvi frá lands-
stýrinum.
Rólant Poulsen nevnir
annar, at kommunustýrið
annars hevur møguleikan at
hækka
skattaprosentið.
Skattaprosentið er nú 20 og
kann setast upp til 23.
Seta tøl á Hólmaætlanina
Stóra byggiætlanin
hjá Eileri Jacobsen í
Skálavík kemur ikki
í gongd. Nú verður
bíðað eftir skatta- og
avgjaldskærunevndini,
tí Elier Jacobsen
finnur seg ikki í at
skula gjalda meir-
virðisgjald av allari
byggingini
Skattamál
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Nú er næstan eitt ár liðið,
síðan arbeiðið við at planera
økið undir húsinum, sum
Eiler Jacobsen hevur í
hyggju at byggja í Skálavík.
Byggimeistarin, sum skal
gera arbeiðið, er klárur,
men hann noyðist at bíða
nakað enn.
Orsøkin til seinkanina er
ósemja millum felagið hjá
Eileri Jacobsen og Taks.
Taks hevur kravt, at mvg
verður goldið av allari bygg-
ingini, men hin parturin
sigur nei. Sakførarin hjá
felagnum heldur, at húsið,
sum byggast skal, er at
rokna sum eitt gistingarhús,
men Taks heldur upp á sítt.
Eiler Jacobsen hevur sent
kæru til skatta- og avgjalds-
kærunevndina. Kæran varð
send inn fyri fleiri mánaðum
síðan, men svar er einki
komið enn. Nevndin hevur
fund aftur í fyrsta lagi 2.
september.
- Vit vilja vita, hvussu
nógv mvg vit skulu gjalda,
áðrenn vit byrja, sigur Eiler
Jacobsen.
Mvg-spurningurin
er
rættiliga avgerandi, tí noyð-
ist eilar Jacobsen at gjalda
mvg av øllum, verður øll
ætlanin fjórðin dýrari.
- Onnur sleppa ikki í
gongd, tí tey fáa ikki
fígging. Hjá okkum standa
20 millónir krónur bara og
bíða eftir at verða brúktar.
Nú er hetta summarið eisini
farið, sigur Eiler Jacobsen.
Hann hevur nevnt verk-
ætlanina Immanuel eftir
sluppini, ið pápi hansara
fórst við. Immanuel er ætl-
aður at vera ein sjálvs-
ognarstovnur.
Milliónirnar bíða
Grønlandsbørnini kannast
Konservativi Fólkaflokkurin í Danmark krevur nú, at málið
um tey 22 grønlendsku børnini, sum vórðu tvingsilsflutt til
Danmarkar í 1951, skal kannast til botns. Tað sigur fólka-
tingsmaðurin Per Ørum Jørgensen. Hann er framsøgumaður
í grønlendskum viðurskiftum og vísir á, at grønlendski
landsstýrisformaðurin, Kuupik Kleist, hevur biðið um eina
tílíka kanning. Per Ørum Jørgensen sigur við DR, at málið
við teimum grønlendsku royndarbørnunum er ein svartur
kapittul í søguni, og at danir hava skyldu til at kanna, hvat
hendi, og hví tað hendi.
Familjugudstænastu í
Vesturkirkjuni sunndagin
Sunnudagin verður familjugudstænasta í Vesturkirkjuni
klokkan 11. Sunnudagsskúlin byrjar aftur, og konfirmant-
arnir, sum skulu konfirmerast í heyst og í vár, møta.
Bergur Debes Joensen, prestur, sigur, at kirkjukaffi verður
aftaná í kjallaranum, har okkurt gott er til børnini eisini.
Og hann heilsar, at øll eru hjartaliga vælkomin!
Stórt lendi hoyrir til økið, har Eiler Jacobsen ætlar at byggja Immanuel
Bæði fuglafrøðifelagið og
einstakir borgarar á Eiði hava
roynt at steðga byggiætlanini
í Hólmanum. Ein partur av
lendinum er friðaður