Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. august 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 158 - 21. august 2009 tíðindi Menningardepil í Arktis Kanadiska stjórnin hevur samtykt at skipa ein búskaparligan menningardepil, sum skal halda til í býnum Iqaluit, sum er høvuðsstaður í tí arktiska økinum í Norðurkanada. Tað sigur Stephen Harper, forsætisráðharri, sum hevur verið á rundferð har norðuri í landinum hesa vikuna. Tann nýggi stovnurin skal eina CanNor, og stjórnin hevur gjørt av at lata stovninum 50 milliónir krónur um árið tey næstu fimm árini. Kanada hevur fyrr stovnað tilsvarandi menningardeplar í fjarskotnum landspørtum, og sambært KNR hevur tað havt fleiri góð úrslit við sær í útjaðaranum. Reiðarí hevði hall Tað sæst aftur í kassanum hjá danska reiðarínum Torm, at inntøkan av at sigla við olju er minkað. Í gjár almanna­ kunngjørdi reiðaríið roknskapin fyri annan ársfjórðing, og á niðastu reglu sæst, at hesar mánaðirnar hevði felagið 174 milliónir krónur í halli. Kortini gav fyrra hálvár 37 milliónir krónur í avlopi. Í frágreiðing til roknskapin sigur Torm, at oljunýtslan kring heimin hevur verið minni, enn roknað varð við, og tí eru inntøkurnar av at sigla við olju minkaðar munandi. Í einari roynd at bøta um raksturin hevur Torm framt ymsar broytingar, og tær hava skarvað 10 prosent av rakstrarútreiðslunum hjá skipunum, sigur felagið. Skráseting Føroya sendi í gjár 120 feløg í skiftirættin til tvingsilsavtøku, tá tey ikki megnaðu at lata ársroknskapin inn til tíðina. Hetta er tvífalt so nógv sum í fjør, tá 61 feløg vóru send í skiftirættin. Millum hesi 120 feløgini eru fleiri, ið av ymsum orsøkum eru verd at nevna. Men hóast feløgini eru send skiftirættinum til tvingsilsavtøku, kunnu tey framvegis bjargast, um vísast kann á ein ársroknskap í skiftirættin Lagt til rættis: Rógvi Nybo, rogvi@sosialurin.fo 120 feløg fara undir hamaran – hvørji eru tey? Sp/f Holmen Sp/f Holmen kom veruliga í andglettin fyrr í ár, tá teir fyrst skipaðu fyri at fáa Kenny Rogers til Føroya, fyri síðani at avlýsa konsertina, so avnokta avlýsingina, so aftur at avlýsa, og til endans at byrja afturgjaldingina av dýru Kenny Rogers atgongumerkjunum, ið annars høvdu gingið sum heitt breyð millum føroyingar. Henda afturgjalding er ikki liðug enn, men fyrireikararnir halda framvegis fast um, at peningurin verður afturgoldin. Felagið fer nú undir tvingsilsavtøku. P/F Kongshavnar Útgerðarfelag P/F Kongshavnar Útgerðarfelag er familjuvirkið hjá feðgunum Joen Jacob Jacobsen og Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni. Seinasta árið hevur felagið verið nógv frammi í samband við landskassaveðhaldið upp á 41,44 milliónir krónur, sum felagið at enda noyddist at gjalda landskassanum aftur. Felagið kann lýsast sum eitt heilkiksað rækjuævintýr, ið Tórbjørn Jacobsen, saman við øðrum, hevur mist nógvan pening uppá. Felagið avgjørdi á heysti í 2001 at keypa feløgini Pf. Borgarfelli og Spf. Slættafelli, ið saman áttu rækjutrolaran Ocean Castle, ið síðan varð doyptur Napoléon. Tá væntaði felagið at rækjuvinnan hevði rakt botnin, og vónin var um uppgongd. Á heysti í 2005 ásannaði felagið at rækjuvinnan hevði verið í fríum falli líka síðan, og skipið varð í september mánaði lagt. Tann 24. mars 2006 varð skipið selt á tvingsilssølu. Síðani hevur verið roynt at sleppa at flyta veðhaldið á annað far, men hetta eydnaðist ikki. Felagið fer nú undir tvingsilsavtøku. P/F KRK-Holding P/F KRK­Holding er felagið, ið Kaj Leo Johannesen, løgmaður, eigur saman við Róa Egholm og Kára Danielsen. Felagið er holding­felagið hjá øðrum feløgum, so sum FAREX, ið útflutti fisk, men sum koyrdi við stórum undirskoti tvey tey seinastu roknskaparárini, og varð endaliga strikað í mai í ár. KRK­Holding hevur eisini havt annað virksemi, eitt nú eigur tað P/F Kaldbaks Seafood. Felagið hevði í 2006 7,3 milliónir krónur í eginpeningi, men longuárið eftir, í 2007, var eginognin ­4,1 milliónir krónur. Felagið fer nú undir tvingsilsavtøku. P/F KayKay International Ltd. P/F KayKay International Ltd. er felagið, sum Hans Fróði Hansen eigur. Hans Fróði Hansen – Mr. KayKay, hevur framleitt hópin av vakurleigavørum og luktilsum, og hevur veruliga gjørt um seg í USA og serliga Hollywood. Íleggjarar hava trúð upp á potentialið í vørunum, og hava eitt nú Framtaksgrunnur Føroya og Sp/f Heim hjá Norðoya Sparikassa sett pening í verkætlanina. Tó sær út til at verkætlanin rennur móti endanum, og felagið er nú farið undir tvingsilsavtøku. Sp/f Nakkur Sp/f Nakkur hevur ikki verið oftani frammi í seinastuni, men fyri fáum árum síðani var tað veruliga í andglettinum. Sp/f Nakkur er felagið handan línubátin Jógvan S., ið misti fiskiloyvið, og fekk tað síðani aftur, men tá var felagið ikki fíggjarliga væl fyri, og hevði selt línubátin. Málið var í nøkur ár í rættarskipanini, og tað endaði við at felagið fekk endurgjald. Felagið er nú farið undir tvinsilsavtøku. p/f 4. september 1975 Sp/f 4. september 1975 er felagið handan mest umtalaða skipið seinasta árið, Topaz. Reiðarin Bjarti Mohr hevur veruliga verið í andglettinum seinasta árið í samband við gøluna um Topaz. Seinasta hendingin í málinum er, at skipið er selt kinverjum fyri 67 milliónir krónur. Tó er eingin ársroknskapur latin inn, og felagið er sent skiftirættinum til tvingsilsavtøku saman við trimum øðrum feløgum hjá Bjarta Mohr, eitt nú felagið handan skipið Casablanka, ið eisini var í andglettinum eina stutta tíð. Sjey byggifyritøkur Millum tey 120 feløgini, ið eru send skiftirættinum til tvingsilsavtøku, eru eisini sjey byggifyritøkur. Tað er eingin loyna, at seinasta árið hevur verið sera tungt hjá byggivinnuni, og sæst hetta eisini aftur. Tær sjey byggifyritøkurnar eru Sp/f Stubbahús, Sp/f Viking Smíð, Sp/f MH Bygg, Sp/f Valahús, Sp/f TILHÚS, Sp/f Sambygg og Sp/f GH Smíð. P/F SNG P/F SNG er ein fyritøka, ið arbeiðir við at keypa og selja fisk. Fyritøkan er dótturfelag til eitt japanskt felag, og er P/F SNG tann evropeiska deildin. Seinastu árini hevur felagið havt sera stóran umsetning, 128 milliónir í 2005, 293 milliónir í 2006 og 132 milliónir í 2007. Tó var ársúrslitið í 2007 eitt hall á 7 milliónir krónur. Í vár fór móðurfelagið hjá P/F SNG í Japan í gjaldsteðg, og tí er avgerð tikin um at felagið eisini verður avtikið í Føroyum, tá eingin meining tóktist vera í at halda fram við virkseminum longur.