fríggjadagur 21. august 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
2
Nr. 158 • 21. august 2009
verða
komm
føroysk
ð
punktum
Málstrikan
MÁLFELAGIÐ
ð
Útvarpið er ein krevjandi miðil.
Spurnarkappingarnar innihalda
so stórar og djúpar spurningar,
at bara tey allarklókastu kunnu
fylgja við. Æt skipið, sum
føroyingar plaga at kvøða um
,“Ormurin langi” ella “Ormurin
stutti” ella kanska okkurt heilt
triðja? Svar: Ormurin langi,
púra rætt og nú økist spenn
ingurin, og nú kemur mentan
arspurningurin: Hvussu eitur
høvundurin NN (og so verða
allar hansara bøkur nevndar),
ja, púra rætt, og enn er einki
avgjørt, spenningurin veksur.....
Tað seinasta páfundið í hes
ari serføroysku heilakanningini
er at fáa fólk at greiða frá,
hvat tey hava í taskuni hjá
sær. Sera áhugavert. Og
eitt sindur óhugnaligt, tí tað
ljóðaði sum, at daman hevði
ein fisk, sum hon brúktu sum
ílát. Hon bleiv spurd um, hvat
hon hevði í handtaskuni, og
tað ljóðaði sum “í havtaskuni”.
Allir føroyingar siga hondtaska,
hondmálað, hondgjørt, hond
jørn osfr. Tað stendur eisini í
DaFøorðabókini hjá Hjalmari
Petersen. Men onkur málstjóri
heldur, at alt skal eita okkurt
við hand. Og útvarpsfólkini (og
nógv onnur, sum eru ósikkur
í føroyskum) hoppa eftir og
brúka tann óføroyska formin.
Í øðrum londum duga fólk
at fáast við mál og málbøkur
og registrera allar formar, sum
fólk brúka. Í Danmark til dømis
kann tað eita barnevogn,
børnehave og barndom. Allir
tríggir formar verða brúktir,
og eingin ger seg inn á teir.
Tað hevði eisini vakt ans, um
onkur sprogbestyrer kravdi,
at tað skuldu eita børnevogn,
barnehave og børnsdom.
Men í Føroyum er kunnleikin
lítil og frekheitin stór, og tí bar
til at fáa óskyldigar lurtarar at
halda, at hondtaskan var ein
havtaska. (MT)
Ein taska
Um góðar tríggjar vikur
verður val til norska Stór
tingið, og sum so ofta fyrr
benda veljarakanningarnar
eisini hesa ferð á, at valið
verður spennandi, og at sig
urin kann fara báðar vegir
til tey borgarligu ella tey
reyðgrønu
Val í Noregi
Árni Joensen:
arni@sosialurin.fo
Høvdu teir norsku veljararnir
mannað Stórtingið av nýggjum nú,
hevði munurin á teimum báðum
veingjunum verið so lítil, at bara
ein tinglimur hevði verið á muni.
Bara ein av 167, og tann eini
tinglimurin hevði tryggjað sitandi
samgongu hjá Arbeiðaraflokkinum,
Sosialistiska Vinstraflokkinum og
Miðflokkinum meiriluta við einum
úrsliti, sum kundi verið frá einum
sera spennandi kurvabóltdysti, 84
ímóti 83.
Hendan seinasta kanningin,
sum Gallup gjørdi fyri norska
TV2, gav Arbeiðaraflokkinum
33,9 prosent av atkvøðunum,
og tær høvdu givið flokkinum
66 tinglimir ella fimm afturat
teimum núverandi. Harafturímóti
høvdu hinir báðir flokkarnir í
samgonguni mist fólk í Stór
tinginum. Miðflokkurin hevði
fingið 5 prosent og hevði mist
tríggjar av sínum 11 tinglimum,
og Sosialistiski Vinstraflokkurin
hevði við 6,7 prosent og hevði
mist fimm av sínum 15 umboðum
í Stórtinginum.
Á teirri borgarligu síðuni
hevði Framburðsflokkurin fingið
24,8 prosent, sum høvdu givið
flokkinum 44 tingmenn ella seks
fleiri enn nú. Høgri hevði fingið
13,2 prosent og 21 tinglimir
ella tveir færri enn nú. Kristiligi
Fólkaflokkurin hevði fingið 6,4
prosent og 10 tinglimir ímóti 11
í verandi Stórtingi, og loksins
hevði Vinstri fingið 5,4 prosent,
ið høvdu givið flokkinum átta
tinglimir, sum er tveir færri enn á
seinasta vali.
Væl umtóktur
Eitt er, hvønn flokkk ella hvørja
flokspolitiska hugsjón fólk
velja. Annað er, hvat tey halda
um tey einstøku valevnini og
serliga floksleiðararnar, sum eru
forsætisráðharraevni hjá hvørjum
flokki sær. Og í tí spurninginum
eru teir norsku veljararnir ikki í iva.
Í einari kanning, sum kringvarpið
NRK hevur latið gera, siga 42
prosrnt av teimum spurdu, at tey
vilja hava formannin í Arbeiðara
flokkinum, Jens Stoltenberg, at
halda fram sum forsætisráðharra.
Næst honum kemur forkvinnan í
Framburðsflokkinum, Siv Jensen,
ið fær undirtøku frá 16 prosentum
sum tað best egnaða evnið sum
stjórnarleiðari. Tað er kortini
greitt, at Siv Jensen verður
ikki forsætisráðharri. Tað kann
forkvinnan í Høgra, Erna Solberg,
harafturímóti blíva, men eftir
kanningini hjá NRK eru tað bara
seks prosent, sum vilja hava hana
í tað embætið.
Jens Stoltenberg er sum vera
man fegin um stuðulin, men hann
heldur kortini, at úrslitið er ein
staðfesting av, at veljararnir eru
nøgdir við politikkin hjá sitandi
samgongu.
Eg síggi hetta sum eina
álitisváttan til stjórnina. Úr
slitið vísir, at tað hevur týdning
at brúka pengar til eldrarøkt
og skúlar heldur enn at lata
milliardir í skattalætta, sigur Jens
Stoltenberg við NRK.
Betur enn null
Kanningin hjá NRK avdúkar, at
hóast fá lond hava so nógvar
kvinnuligar floksleiðarar sum
Noreg, so hava tær norsku
kvinnurnar líka stórt álit á
formanninum í Arbeiðaraflokkinum
sum á Siv Jensen og Ernu Solberg.
Í hesum høpi stendur Siv Jensen
serliga veik, tí bara 11 prosent
av kvinnunum halda hana vera
egnaða sum stjórnarleiðara.
Men Siv Jensen og Erna
Solberg lata seg ikki taka av
fótum, hóast tær eru so langt
aftan fyri Jens Stoltenberg í
umdømiskanningini.
16 prosent er betur enn null,
sigur Siv Jensen.
Eg vænti, at tað fer at eydnast
okkum at venda myndini av, hvør
er best egnaður at vera stjórnar
leiðari, sigur Erna Solberg og vísir
á, at enn eru tað veljarar, sum ikki
hava tikið støðu, hvar krossurin
skal setast.
Innflytararnir velja
Talið á innflytarum, sum hava
valrætt til Stórtingið, hevur
ongantíð verið so stórt sum í
ár, og valgranskarar siga, at tað
kann koma Arbeiðaraflokkinum
og verandi stjórnarsamgongu
væl við. Ein kanning, sum bleiv
gjørd í sambandi við kommunu
og fylkisvalið fyri tveimum árum
síðani, vísti, at Arbeiðaraflokkurin
er nógv tann best umtókti flokk
urin millum innflytarar. Ikki minni
enn 53 prosent av veljarum úr
londum uttan fyri Vesturheimin
atkvøddu fyri flokkinum í 2007.
Næstflestu innflytaraatkvøðurnar
fekk Sosialistiski Vinstraflokkurin,
sum fekk 19 prosent.
Valgranskarin Johannes
Bergh sigur við NRK, at
innflytaraatkvøðurnar fara at
hava størri týdning hesaferð
enn nakrantíð fyrr, og at tað fer
at koma Jens Stoltenberg og
samgongu hansara til góðar á
valdegnum um tríggjar vikur.
(Keldur: Aftenposten og NRK)
Innflytararnir og kvinnurnar
vilja hava Jens Stoltenberg
Jens Stoltenberg
Siv Jensen
Ernu Solberg