Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-21, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. august 2009síða 44

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 158 - 21. august 2009 28 SPEKT søkir grannskoðarar Søkt verður eftir grannskoðarum at byrja skjótast gjørligt og í seinasta lagi 1. desember 2009. Starvslýsing Arbeiðið fevnir um grannskoðan, roknskaparhjálp og eina røð av øðrum tænastum til føroyskar og útlendskar privatar fyritøkur innan flest allar vinnugreinar, eins og til kommunur og almennar stovnar v.fl. Umsøkjarin Vit hava brúk fyri: t fólki við royndum og/ella ástøðiligari útbúgving innan grannskoðan/bókhald, t fólki við hægri handilsskúlaprógvi Eisini er tað eitt krav, at viðkomandi er fryntligur og fyrikomandi. Útbúgvingin Umframt at fáa hollar arbeiðsroyndir gjøgnum tað dagliga arbeiðið, kunnu tey, sum verða sett í starv, nema sær víðari ástøðiliga útbúgving. Herumframt verður talan um innanhýsis útbúgving. Framtíðarmøguleikar Møguleiki er fyri at nema sær tær praktisku og ástøðiligu royndirnar, sum skulu til fyri at gerast statsautoriseraður og/ella løggildur grannskoðari. Umsóknin Umsókn við upplýsingum um royndir og útbúgving verður at senda okkum skjótast gjørligt ella í seinasta lagi innan 1. september 2009. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til: Mirjam Haraldsen tel 233470, Finnbjørn Zachariasen tel 233475 ella Árna Ellefsen tel 233484. Staravegur 17 Postsmoga 3258 110 Tórshavn Telefon 34 34 34 Telefaks 34 34 35 spekt@spekt.fo www.spekt.fo Stuðul úr Jólamerkjagrunninum Sambært viðtøkunum hevur grunnurin til endamáls at býta út ágóðan av søluni av jólamerkjum, ið Posta gevur út á hvørjum ári. Ágóðin verður býttur út til frama fyri børn og ung til stovnar og feløg. Grunnurin stuðlar størri samfelagsgagnligum verkætlanum fyri børn og ung. Eitt trímannastýri hevur um hendi leiðslu grunsins og ger av, hvussu ágóðin verður býttur. Stýrið er ikki bundið av, at umsókn er send, men umsóknir um stuðul úr Jóla- merkjagrunninum í ár kunnu sendast grunninum í seinasta lagi 1. sept. 2009 og skulu stílast: Jólamerkjagrunnurin Postsmoga 3009 110 Tórshavn brúkið 62°N travel... vit eru serfrøðingarnir! Pílagrímsferðin byrjar frá Nes kirkju leygardagin 26. sept. kl. 10.00. Gingið verður til Æðuvíkar og víðari til Rituvíkar. Í Rituvík verður steðgur og vit eta matpakka. Hildið verður áfram til gongu til Lamba har vit aftur steðga á. Dagurin endar í Syðrugøtu við einum døgurða. Sunnumorgun vitja vit Blásastovu áðrenn vit fara í Gøtu kirkju. Aftaná kirkjugongdina gongur leiðin til Varmakeldu har vit gera ein steðg og eta matpakka. Síðan halda vit áfram og ferðin endar við pílagrímsandakt í Fuglafjarða kirkju sunnudagin Á ferðini steðga vit av og á og pílagríms presturin Elisabeth Lidell setur fokus á lívið sum eina pílagrímsferð. Pílagrímsferð við Elisabeth Lidell 26.-27. sept. 2009. Kostnaður fyri hvønn ........................kr. 1.850,- Íroknað prísin er: ferðaleiðari matpakkar døgurði við dessert drykkivørur og kaffi Tilmelding á 62ºN telefon 340060 ella teldupost incoming@62n.fo innan 12. september. gisting í Syðrugøtu morgunmatur bussur frá Fuglafi rði til Nes kirkju