Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-24, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. august 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 158 - 24. august 2009 Póllendingar rýma Nógvir útlendingar, sum hava arbeitt í íslendsku byggivinnuni, eru farnir heimaftur, nú arbeiðið í Íslandi er minkað munandi orsakað av fíggjarkreppuni. Tað sæst aftur á ferðatalinum. Teir fyrstu seks mánaðirnar í ár fluttu 4.252 fólk úr Íslandi, samstundis sum 2.720 fluttu til Íslands. Hagstovan í Reykjavík sigur, at ein triðingur av teimum, sum fluttu av landinum, vóru póllendingar, sum hava arbeitt í Íslandi og serliga í byggivinnuni. Hagstovan sigur, at tað á útlendingum í Íslandi er ikki minkað síðani 1992, og at tað vaks serliga nógv feá 2005 til 2007. Sildin horvin Tað er ikki lætt at vera fiskimaður í Kanada í hesum árum. Fyrst hvarv laksurin við vesturstrondina, og tað hevði eina búskaparliga og eina mentanarliga kreppu við sær har um vegir. Nú er sildin við eysturstrondina eisini horvin. Í mei og juni var nógv sild at síggja, men nú er einki at síggja. August plagdi at vera tann besti mánaðurin til sild í New Brunswick og Nýfunnalandi, men higartil eru bara fimm prosent av teirri væntaðu nøgdini komin upp á land. Fiskifrøðingarnir suga ikki at siga, hvat er hent, men fiskimenninir halda, at sildin hevur flutt seg og fer at koma undan kavi onkra aðrastaðni við strondina. Hólmin í fíggjar­ nevndini Stadion­ætlan­in­ á Hólman­um á Eiði er n­ú farin­ í fíggjarn­evn­din­a, sum n­ú fer at gera kostn­aðarætlan­ Stadionætlan Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Á fundi fríggjakvøldið varð kommunustýrið á Eiði kunnað um ætlanina um at gera altjóða stadionøki á Hólmanum. Orðaskifti var einki. Borgarstjórin Rólant Poulsen kunnaði um støðuna og tey krøv, sum Yvirfriðingarnevndin hevur sett, fyri at arbeiðið kann halda fram. Eitt av krøvunum er, at kommunan kemur við eini fullfíggjaðari ætlan fyri, hvat verkætlanin kostar, og hvussu hon skal figgjast. Fíggjarnevndini hevur fingið uppgávuna at gera kostnaðarmeting og finna útav, hvussu byggi­ ætlanin skal fíggjast. Fyrr enn tað er gjørt, hendur einki í málinum. Anfinnur Kruse, vara­ borgarstjóri á Eiði sigur, at gott hevði verið, um figgjarnevndin var liðug við arbeiði sítt, tá ið Yvir­ friðingarnevndin hevur fund aftur hálvan sep­ tember. Upphæddin 16,5 mió. krónur hevur verið nevnd sum mettur kostnaður, men fleiri vænta, at ætl­ anin verður dýrari enn so. Kommunustýrið á Eiði samtykti at fara undir at gera stadionøki, tí vøllur­ in á Mølini lýkur ikki krøvini, og at umvælt hann hevði kostað líka nóv, sum at byggja nýtt stadionøki. Tað vildi verið ópro­ fession­elt at latið ein­a 1. virðisløn­, tí tað an­n­ars var syn­d fyri luttakararn­ar, sigur ein­ av dómararn­um í klædn­akappin­gin­i hjá Gluggaglæmu um vikuskifti. Spurn­in­g­ urin­ er, um høga pro­ fession­ella støði hjá dómsn­evn­din­i hóskar til Gluggaglæmukon­­ septið, sigur stigtakari til kappin­gin­a Kapping Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Púra óvæntað valdi dóms­ nevndin í klædnakappingini hjá Gluggaglæmu leygar­ dagin ikki at lata nakra 1. virðisløn millum innkomnu pløggini. Hetta hóast tað var boðað frá í kappingar­ treytunum, at bæði ein 1., 2. og 3. virðisløn fóru at verða latnar. Avgerðin fekk so ilt í fleiri av sniðgevunum, at tey rýmdu av framsýningini við sínum pløggum. Hetta hevði við sær, at lítið og onki var eftir at sýna fram, og lat framsýningin tí aftur sama dag sum hon lat upp. Ongi loysti uppgávuna Orsøkin til, at ongin 1. virð­ isløn varð latin er rættiliga einføld, sigur Katrina í Geil, sniðgevi, ið var ein av dómararnum. ­ Onki av klædnasettunum, sum vóru komin inn, loystu uppgávuna til fulnar. Tí hevði tað eisini verið sera óprofessionelt av okkum sum fakligari dómsnevnd at latið eina 1. virðisløn. Sum professionellir dómarar kunnu vit ikki taka atlit til, at onkur helt tað vera synd at ongin fekk fyrstu virð­ isløn, sigur Katrina í Geil. Ein trupulleikin í hesum tykist vera, at tað í fráboð­ anini um kappingina ikki var viðmerkt, at dóms­ nevndin tilskilaði sær rætt til onga 1. virðisløn at lata. ­ Tíverri varnaðust vit heldur seint, at hatta onga­ staðni stóð. Vit valdu tó at halda fast um avgerðina, tí okkara uppgáva var at savnað okkum um, hvussu avrikini høvdu loyst uppgáv­ una, og ikki um eventuellar juridiskar partar av lýsing­ inini, sigur Katrina í Geil. Virðir avgerðina Randi S. Vang, annar av fyriskipararnum av Glugga­ glæmu, greiðir frá, at upp­ runaliga var ætlanin at gera vart við, at dómsnevndin hevði rætt til onga 1. virðis­ løn at lata. ­ Men vit tóku orðingina úr aftur lýsingini, tí vit vóru bangar fyri, at tað fór at ræða fólk frá at luttaka. Glugga­ glæma hevur frá byrjan verið eitt átak fyri glaðar amatørar, og spurningurin er nú kanska, um høga støðið hjá dóms­ nevndini hóskar til Glugga­ glæmu­konseptið, sigur Randi S. Vang. Hóast hon hevur alla virð­ ing fyri avgerðini hjá dóms­ nevndini, harmast hon um, at klædnakappingin fekk ein so keðiligan enda. ­ Tað kann jú henda, at hetta skaðar umdømið og virkið hjá Gluggaglæmu framyvir, og tað er stórt spell, tí vit hava brúkt nógva orku uppá at byggja hetta konseptið upp, sigur hon. Eisini Katrina í Geil harmast reaktiónirnar leygardagin Øll verkini høvdu uppibor­ ið at verið hangandi, og vit høvdu øll havt gleði av at síggja tey. Hvørt á sín hátt vóru tey øll góð, hóast tey høvdu ávísar veikleikar í mun til uppgávuorðingina, sum var tann mest amitiøsa, eg havi sæð av slíkum slag í Føroyum, sigur Katrina í Geil. Lata ikki virðis­ lønir í samkenslu Frida Poulsen, sniðgevi, fær her handað 2. virðisløn Mynd: Jens Kristian Vang 2. virðislønina, áljóðandi 15.000 krónur, fekk Frida Poulsen. Dómararnir Katrin Bonde, Anna Mortensen og Katrina í Geil søgdu soleiðis um avrikið hjá Fridu Poulsen ”Eitt heilstoypt og nútímans mannfólkasett við týðiligum eyðkenni frá føroyska kvinnuskjúrtinum í buksunum og hettuni í troyggjumynstrinum. Kvinnu­ búnin hevur ein vágisligan yvirpart við humoristisk­ ari detalju, ið sigur frá byrjanini til eina spennandi kvinnusøgu, sum tó ikki verður søgd fult út.” Dómararnir høvdu eisini hesa viðmerking til avrik­ ið hjá Fridu Poulsen: ”Viðkomandi hevur tikið eyðkenni, so sum stríputa skjúrttoyið, skapið av einari hettu og løriftsserkin, og sett tað inn í annan og nútímans samanhang, sum áskoðarin beinanvegin kennist við. Eisini er hetta gjørt spælandi og lættliga í gerandisligum klæðum, og boðar frá vitan um, og eygað fyri at arbeiða við hugskotum og at skapa nýtt. Í so máta er uppgávan loyst. Mannfólkabúnin stendur sum ein liðug heild, meðan kvinnubúnin tykist meiri fragmenteraður. Her er yvirdeilurin sera áhugaverdur og forvitnisligur, við eini humoristiskari og originalari detalju í formi av lundanum, men verður tíverri ikki loftaður av restini av pløggunum, sum her er sett saman til eitt sett. Ynskiligt hevði verið, at viðkomandi tók fatur í yvirpartin hjá kvinnuni og arbeiddi við at fáa eitt heilt sett fram, í mun til orðaðu uppgávuna.” 2. virðisløn til Fridu Poulsen