fríggjadagur 21. august 2009síða 41
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 158 - 21. august 2009
25
lýsingar
Leys størv í
Tórshavnar kommunu
Tórshavnar kommuna
Býarbókavørður
Søkt verður eftir leiðara til Býarbókasavnið.
Býarbókasavnið
Tórshavnar kommuna setti Býarbókasavnið á stovn 1. apríl 1969. Býarbókasavnið
er eitt nýmótans bókasavn við trimum deildum: Barnabókasavni, útláni fyri vaksin og
lesistovu. Á bókasavninum eru 11 ársverk, og starvsfólkini eru 14 í tali. Bókasavnið
eigur umleið 72.000 bøkur og filmar.
Í Tórshavnar kommunu eru 11 skúlabókasøvn og Kollafjarðar bygdar- og skúlabókasavn,
sum øll samstarva við býarbókasavnið.
Býarbókasavnið er opið seks dagar um vikuna, og í 2008 var talið av vitjandi 76.626.
Ætlanin er í næstum at broyta hølini hjá býarbókasavninum, soleiðis at ein partur av
bókasavninum verður í veghædd, og verður hetta eisini ein avbjóðing hjá nýggja
leiðaranum at skipa fyri.
Meira fæst at vita um býarbókasavnið á heimasíðuni www.bbs.fo.
Kommunan bjóðar
eitt áhugavert starv við fjølbroyttum og mennandi uppgávum og avbjóðingum.
Nakrar av høvuðsuppgávunum eru:
UÊÊ>ÌÊÃÌ>`>ÊvÞÀÊ}Ê
>Û>Ê?LÞÀ}`Ê>ÛÊ`>}}>ÊÛÀÃiÕÊ?ÊLß>ÀL>Ã>ÛÕ]Ê
bæði mótvegis starvsfólkum og viðskiftafólkum
UÊÊ>ÌÊÌÀÞ}}>ÊiÌÌÊÌs>À
Ã>`]Êi>`Ê}Ê`Þ}`>À}ÌÌÊÕ
Û©ÀÛ
UÊ >ÌÊvÞ}>ÊÛsÊ}ÊÕ>ÊÃi}ÊÕÊi}Ê?Ê©Õ
Førleikakrøv
UÊÊ >Û>Às>ÀÖÌLÖ}Û}
UÊÊ,Þ`ÀÊÊL>Ã>ÛÃ>ÀLis
UÊÊ,Þ`ÀÊÊisÃÕÊ}ÊÃ>ÃÌ>ÀÛ
UÊÊsÕÀÊÌi`ÕÕiÊ}Ê?
Õ}ÊvÞÀÊÕ}>ÀÌ©
UÊÊsÕÀÊÕiÊÊv©ÀÞÃÕÊÊÃÀvÌÊ}ÊÌ>Õ
Persónligir eginleikar
Umráðandi er, at viðkomandi hevur góð samstarvsevni, er fyrikomandi, dugir væl at
samskifta bæði innan- og uttanhýsis og kann virka í góðum samstarvi við starvsfelagar.
Neyðugt er at hava hugsjónir um virksemið á bókasavninum og kunna ganga á odda.
Setanarviðurskifti
Starvið er eitt fulltíðarstarv og verður sett skjótast til ber. Starvið verður lønt sambært
sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Starvsmannafelagið, í
8. lønarflokki.
Býarbókavørðurin hevur tilvísing til mentamálaleiðaran.
Meira fæst at vita
um starvið við at venda sær til Jákup Simonsen, mentamálaleiðara, ella Ingibjørg Berg,
trivnaðarstjóra, á telefon 30 20 10.
Búskaparfrøðingur
Tórshavnar kommuna søkir eftir búskaparfrøðingi til spennandi starv á fíggjardeildini.
Uppgávur
Sum búskaparfrøðingur ráðgevur tú fíggjarnevndini, stjórnini, stovns- og deildarleiðarum
í búskapar- og fíggjarspurningum. Tú er við til uppseting av fíggjarætlanum, roknskapum
og ávegis uppgerðum. Eisini ert tú við til at menna búskaparligu stýringina, umframt at
loysa størri og minni verkætlanir.
Tórshavnar kommuna bjóðar tær eitt starv í einum spennandi og dynamiskum umhvørvi,
við sjálvstøðugum uppgávum, ið geva tær góðar møguleikar fyri fakligari og persónligar
menning.
Setanin
Vit rokna við at tú hevur viðkomandi búskaparliga útbúgving sum t.d. HA, HD ella
Cand. Merc. og dugir at samskifta á føroyskum bæði í skrift og talu.
At tú hevur analytisk evnir, góð samstarvsevnir og eitt jaligt sinnalag.
Starvið verður lønt eftir útbúgving og royndum sambært sáttmálanum við avvarðandi
yrkisfelag. Møguleiki er fyri ráðgevaraløn, um førleiki og royndir eru til tess.
Upplýsingar um starvið
Fleiri upplýsingar fært tú við at ringja til Hera Olsen, fíggjarleiðara, ella Janus Isfeldt,
deildarleiðara, á telefon 30 20 10.
Umsóknarfreist
Umsókn við viðmælum og prógvum skal sendast til Tórshavnar kommunu, postboks
32, 100 Tórshavn, og vera okkum í hendi í seinasta lagi 14. september 2009.
Pedagogur til Býlingshúsið Inni á Gøtu
Søkt verður eftir einum pedagogi at arbeiða 40 tímar um vikuna at byrja 1. september
2009 ella eftir nærri avtalu.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala
Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skulu vera hjá Býlingshúsinum
Ê?Ê©ÌÕ]Ê"Û>À>}©Ì>ÊÎäÊ ]Ê£nnÊÞÛ]ÊÊÃi>ÃÌ>Ê>}ÊvÀ}}>`>}ÊÓn°Ê>Õ}ÕÃÌÊÓää°
Nærri fæst at vita
um starvið við at venda sær til Poulu Ejdesgaard, stovnsleiðara, telefon 31 77 01.
Umsóknir
saman við upplýsingum um útbúgving og royndir skulu vera hjá Tórshavnar kommunu,
Postrúm 32, 110 Tórshavn, í seinasta lagi mánadagin 21. september 2009.
EYSTUROYAR BETONG
grundir
dekk
múrar
trappur
garðar
tún
o.a. betongarbeiði væl úr hondum greitt fyri
kappingarførar prísir. Tilboð verða givin
TELEFON 56 20 70 / 56 20 71
HJ Byggivirki
Orkusparandi heildarloysnir
Sethús • Tvíhús • Íbúðir
Skjótt, gott og bíligt – sjálvandi
Lyklaklárar loysnir
Tlf. 56 20 70 · Fax 44 78 90
T-postur: janj@post.olivant.fo
-har
tað hendir