týsdagur 25. august 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
tíðindi
Nr. 159 - 25. august 2009
Við fleiri túsund
glaðum vitjandi og
einum hugnaligum
umhvørvi, har spælt
var á allar sansir, kann
Matfestivalurin valla
kallast annað enn ein
drønandi succes
Matfestivalur
Rógvi Nybo
Rogvi@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Tórshavnar
Matfestivalur
var um vikuskiftið, og í
eftirmetingini av festivali
num er fyriskiparin Mortan
í Hamrabyrgi sera væl nøgd
ur við, hvussu alt spældi av.
Hetta var ætlað sum ein
generalprøvi, har eg var
fyrireikaður upp á at tað fór
at vera eitt lítið nell, og so
var tað tað, men tað vísti
seg at vera ovurstórur áhugi
fyri einum slíkum festivali,
sigur Mortan í Hamrabyrgi.
Eftir tallerkum og pinnum,
ið vóru borðreiddir, vóru væl
omanfyri 1000 vitjandi, upp
móti 3 til 4000 roknar Mortan
í Hamrabyrgi við.
Hevur tænt sínum
endamáli
Endamálið við at skipa fyri
hesum festivalinum var at
lata eyguni hjá føroyingum
og hjá myndugleikunum fyri
fyrst og fremst hvørjir møgu
leikar liggja í føroyskum
mati, og harafturat at varpa
ljós á tær umstøður, ið
matstovur í Føroyum hava at
virka undir dagliga – nakað,
ið Mortan í Hamrabyrgi
kallar alt annað enn gott.
Hetta var ætlað sum ein
eyeopener hjá føroyingum
og politikarum, soleiðis at
møguleikarnir og trupul
leikarnir
í
matvinnuni
kundu koma fram í ljósið.
Sigast má, festivalurin hevur
tænt sínum endamáli, greiðir
Mortan í Hamrabyrgi frá.
Hann vísir eitt nú á, at
karmarnir, sum matvinnan í
Føroyum hevur at virka
undir, eru alt annað enn
nøktandi. Krøvini til fram
leiðslu av mati gera, at mat
stovurnar ikki hava møgu
leika fyri at útnytta tann
føroyska kovan til fulnar.
Her kundu politikararnir
kanska fáa at síggja, um
teir í veruleikanum eru
samdir við tí, ið lógin ásetur
av krøvum, vísir Mortan í
Hamrabyrgi á.
Frítt spæl
Tey, ið vístu mat fram á
Matfestivalinum, fingu so
at siga frítt spæl. Alt lat seg
gera, og nógv nýtt var at
síggja, eins og nógvur
matur, ið fólk kanska bara
minnast frá fyrr av.
Tó gav Mortan í Hamra
byrgi eisini kokkunum eina
uppgávu,
nevniliga
at
roykja mat við torvi.
Kokkarnir fingu ta upp
gávu, at roykja við torvi,
bæði fisk og kjøt. Hetta,
sum verður torvroykt, fær
ein serligan smakk. Aðra
staðni hava tey við at roykja
matin við, men tað hava vit
ikki í Føroyum. Men eg
fekk torv frá einum bónda,
sum vit fingu brúkt sum
smakkgevara. Hetta er ikki
roynt áður, men vísti seg at
virka væl, greiðir Mortan í
Hamrabyrgi frá.
Aftur næsta ár
Nú festivalurin er farin aftur
um, fara fyrireikararnir at
seta seg niður at eftirmeta.
Tankin er at tað skal
vera afturvendandi tiltak.
Hetta
skuldi
vera
ein
generalprøvi, at lodda dýpið
fyri hvat fólk tíma og vilja.
Óansæð hvussu tað gekk,
so
hevur
man
nakrar
praktiskar royndir. Til næsta
ár rokni eg við at tað kanska
fær ein annan form, og at
tað verður fínpussað. Nú
hava vit loddað dýpið, og
sóu at áhugi er til staðar, og
at grundarlag er fyri slíkum
festivalum í Føroyum, sigur
Mortan í Hamrabyrgi.
Matfestivalurin ein drønandi succés
Danmark stórt hall
Fíggjarlógaruppskotið hjá donsku stjórnini fyri 2010 vísir, at frá
stórum avlopi í ár fer Danmark til enn størt hall næsta ár. Fyri
nøkrum mánaðum síðani segði Claus Hjort Frederiksen, fíggjar
málaráðharri, at hallið á donsku fíggjarlógini fyri 2010 fór at
verða um 60 milliardir krónur ímóti 60 milliardum krónum í av
lopi í ár. Men í uppskotinum, sum ráðharrin legði fram í dag, er
hallið 85 milliardir krónur, sum er tað mesta tey seinastu 25 árini.
Sosialdemokratarnir halda kortini, at hallið eigur at vera uppaftur
størri. Teir vilja brúka 35 milliardir krónur afturat til ein vakstrar
pakka, so hallið kemur upp á 120 milliardir krónur.
Veðurlagsbumba
Veðurlagsgranskararnir Eystein Jansen og Helge Drange, sum
arbeiða á lærda háskúlanum í Bergen, koma nú við tí, sum fleiri
kalla eina veðurlagsbumbu. Teir báðir vilja vera við, at mongdin
av CO2 í atmosferuni kann vera millum 20 og 25 prosent størri,
enn vísindin higartil hevur hildið. Orsøkin er, at náttúran megnar
ikki at taka so nógv vakstrarhúsgass sum fyrr. Teir báðir profess
ararnir siga, at tað er ikki óhugsandi at ímynda sær, at hitin á
jørðini fer at veksa fýra stig, og at altjóða samfelagið má leggja
seg eftir at skerja CO2útlátið heili 85 prosent innan 2050.