Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-26, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. august 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 161 - 26. august 2009 Tingbólkur Fólkafloksins hevur í dag afturvalt Jørgen Niclasen til floksformann. Einki mótvalevni var Politikkur Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Floksformaður verður vald­ ur á hvørjum ári, í seinasta lagi á Ólavsøku. Tingbólk­ urin velur floks formannin. Jørgen Niclasen varð aftur­ valdur uttan mót valevni. Jørgen Niclasen gjørdist formaður fyri flokkin í 2007 og hann skal sostatt undir triðja árið at leiða flokkin. Jørgen Niclasen rundaði tey 40 fyrr í ár. Hann sat fyrstu ferð á tingi í 1989, bert 20 ára gamal, og er framvegis tann yngsti sum nakrantíð er komin á ting. Umframt formansessin er Jørgen uttanríkisráðharri og varaløgmaður. Hann er giftur við Anne­ lennu Vest, økisleiðara hjá Posta, tey búgva í Sørvági og eiga tey 3 børn ­ Lindu, Ásvør og Julian. Viggo Johannesen, sølu­ stjóri hjá KJ­Hydraulik, sig ur, at teir fyrst og fremst fara at satsa uppá at gera upphálingar og umvælingar fyri alivinnuna. Við bed ing­ ina er ein smiðja, sum er væl egnað til øll tílík ar beiði, eitt nú motor skift. Bedingin tekur upp allar vanligar útróðrarbátar og eisini smærri trolbátar, og ein stórur partur av ar beiðinum hjá eini slíkari bed ing er vanligt við líka­ haldsarbeiði sum botn vask, máling, at skifta sink og at gera smærri umvæl ingar. KJ er ein fyritøka við serkunnleika innan hydrau­ lik og maskin tøkni. Fyri­ tøk an veitir og serviserar útgerð til fiski ídn aðin, ali­ vinnu á sjógvi og landi, umframt flutn ings vinnuna og byggivinnuna. Sum ein av størstu fyritøkunum á maskintekniska økinum í Føroyum, veitir KJ eisini út gerð og tænastur til útlendskar marknaðir, eitt nú til Ís lands, Skotlands, Hetlands, Grønlands, Dan­ markar og Noregs. Her er ofta talan um vøru sum ikki kemur heim til Før oya, men verður um ­ pakkað í Danmark og send beinleiðis til kundan hað­ ani. Í løtuni eru starvast um leið 55 fólk hjá KJ Hydraulik. Argjafrensar vitjaðu í Miðlahúsinum Næmingar í 10. flokki í Argja skúla vitjaðu í Miðlahúsinum týsmorgunin. Tey hava temadagar um fjølmiðlar í hesum døgum saman við lærarunum Lissi Hansen og Brynhild Hansen. Næmingarnir vildu fegnir vita, hvussu ein blaðredaktión arbeiðir. Tey hava fyrr havt næmingar í 10. flokki, sum hava gjørt eitt blað, sum hevur verið býtt út millum skúlanæmingarnar. Í fjør vitjaðu tey eisini á Sosialin, og blaðstjórin Eirikur Lindenskov var tá eisini saman við flokkinum og eftirmetti úrslitið. Tað verður aftur gjørt hesaferð – men hesaferð ætla næmingarnir at gera eina veggavís, sum verður hongd upp í miðhøllini í skúlanum á Argjum. Mynd: Jens Kristian Vang Triðja dagin á rað hækkar partabrævið í Eik í stórum lopum. Fyrr í dag var vøksturin 16 prosent, og var partabrævið tilsamans hækkað úr 86 krónum til 145 krónur partabrævið Partabrøv Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Mánadagin, tá virðis­ bræva marknaðirnir lótu upp, hevði partabrævið í Eik virði á 86 krónur. Tann dagin vaks virðið á tí við 32 prosentum og endaði á 107 krónum parta brævið. Góða gongd in helt áfram í gjár, tá vaks tað við knøppum 17 prosentum, og endaði á 125 krónum parta­ brævið. Tann góða gongdin sær út til at halda áfram í dag. Klokkan 10.20 føroyska tíð var partabrævið vaksið við 16 prosentum, og lá tá á 145 krónum fyri parta­ brævið. Sostatt er partabrævið higar til vaksið við tilsamans 82,4 prosentum upp á eina viku, at rokna síðani sein­ asta miku dag, tá kursur in á partabrævinum var 79,50 krónur fyri parta brævið. Stutt fyri middag var vøskturin í parta brøvunum í Eik minkaður nakað aftur í mun til fyrr á morgni num, og er vøksturin klokkan 11.50 4 prosent fyri dagin. Partabrævið hjá Føroya Banka hevur mestsum staðið í stað seianstu dagar­ nar, og liggur enn um 134,50 kr. partabrævið. Kursurin á partabrøvum hevur verið sera støðugur sein asta árið, meðan onnur partabrøv eru rapaði í virði. Jørgen Niclasen aftur­ valdur formaður Eik stendur framvegis í vøkstri KJ­Hydraulik yvirtikið bedingina í Fuglafirði