mikudagur 26. august 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 161 - 26. august 2009
Um ársskiftið skulu
limirnir í Føroya
Fiskimannafelag
velja formann av
nýggjum og tað er
longu nú greitt, at
sitandi formaðurin,
Jan Højgaard, ætlar at
taka eitt skeið afturat
Formansval
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Jan Højgaard er til reiðar at
halda fram sum formaður í
Føroya Fiskimannafelag í
eitt trý ára skeið afturat.
Tað staðfestir hann fyri
Sosialinum í dag.
Um ársskiftið skal val
aftur vera til starvið sum
formaður í Føroya Fiski
mannafelag.
Hvørt valskeið er trý ár
og sitandi formaðurin sigur,
at hann er til reiðar at taka
eitt tørn afturat.
Sostatt váttar hann, at
hann bjóðar seg fram sum
valevnið til formanssessin í
Føroya
Fiskimannafelag,
nú uppstillingin verður í
heyst til.
Hann sigur, at hann hevur
longu fingið nóg mikið av
stillarum til at lata seg stilla
upp og tað hevur hann tikið
avgerð um at gera.
Fyri at vera valevnið til
formmansvalið, skal eitt
valevni hava minst fimm
stillarar og Jan Højgard
sigur, at hann hevur langt
síðani
fingið
neyðugu
stillararnar.
Hann sigur, at ein stillari
kann vera ein skipsmanning
ella ein sýsla.
Valskeiðið hjá nýggja
formanninum
byrjar
1.
februar.
Vit hava ikki frætt um at
nakar ætlar at stilla upp
ímóti Jan Højgaard.
Tað hevur annars ljóðað,
at arbeitt hevur verið fyri at
fáa fyrrverandi formannin,
Óla Jacobsen, at stilla upp
aftur ímóti Jan Højgaard.
Men tað verður ikki, tí
Óli Jacobsen sigur, at hann
fer ikki at stilla upp.
Eg eri 66 ára gamalur,
so mín tíð er farin, sigur Óli
Jacobsen.
Men hann legur afturat,
at hann vil fegin stuðla
onkrum øðrum, sum ætlar
at stilla upp ímóti Jan
Højgaard.
Til reiðar at taka
eitt tørn afturat
Landsstýrismaðurin
í fíggjarmálum fer
nú at seta kunngerð í
gildi, sum avmarkar
møguleikarnar hjá
ferðafólki at keypa
tollfrítt tubbakk
TollFrí søla
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Á
nýggjárinum
verða
møguleikarnir hjá ferðafólki
at keypa tollfrítt tubbak til
Føroyar, avmarkaðir.
Eftir semjuni í tiltikna
Ólavsøkupakkanum
hjá
samgonguni er avtalað, at
nøgdin av tollfríum tubb
akki, sum ferðafólk til
Føroyar, hava loyvi at keypa,
skal minkast niður í helvt.
Jóannes
Eidesgaard,
landsstýrismaður í fíggjar
málum hevði málið til
umrøðu á landstýrisfundi
mánadagin.
Og hann sigur, at hann nú
fer at broyta kunngerðina,
so at tað frá 1. januar bara
verður loyvt at hava akkurát
helvtina so nógv tollfrítt
tubbakk við sær í land í
Føroyum, sum nú.
Landsstýrismaðurin hevur
áður gjørt seg til talsmann
fyri heilt at avtaka møgu
leikan at keypa tollfrítt
tubbakk við sær til Føroya.
Umframt at tað hevði
útvegað
landskassanum
yvir 20 milliónir í meirinn
tøkum, hevði tað eisini
verið eitt heilsupolitiskt
tiltak, tí tað hevði tálmað
tubbakksnýtsluni.
Landsstýrismaðurin held
ur, at tað er skeivt, at tollfrí
innflutningurin skal sleppa
at halda fram ótarnaður,
samstundis sum tiltøk verða
sett í verk fyri at tálma
tubbakksnýtsluni annars.
Tí verður møguleikin at
keypa tollfrítt nú avmarkaður.
Ein politisk semja
Men hví so ikki bara taka
tað tollfríu søluna heilt av?
At skerja søluna 50% er
eitt úrslit eini politiskari
semju. Í hesum sambandi
eru atlit tikin til tollfríu
søluna á Vága Floghavn,
har stúrt varð fyri at
grundarlagið kundi heilt
verðið skrykt undan tollfría
handlinum har. Men atlit
eru eisini til ferðavinnuna,
har stúrt varð fyri, at hon
fór at missa ov nógv, verður
tann tollfría sølan heilt
avtikin.
At
tollfría
sølan
av
tubbakki verður minkað
niður í helvt, fer at geva
landskassanum eina eyka
inntøku upp á 12 milliónir
næsta ár.
Tollfríar sigarettir
fara nú niður í helvt
Á nýggjárinum verður møguleikin hjá ferðafólki at keypa
tollfríar sigarettir, minkaðir
Sum støðan er nú, kunnu ferðafólk, ið hava fylt
18 ár, flyta inn tollfrítt: 200 sigarettir, ella 100
sigarillos, ella 50 sigarir ella 250 gramm av
tubbakki.
Ì samrøðu við Sosialin sigur, Jóannes Eides
gaard, at tollfríi innflutningurin verður skorin
akkurát 50%.
Eftir 1. januar verður sostatt bara loyvi at flyta
inn tollfrítt: 100 sigarettir, ella 50 sigarillos, ella
25 sigarir ella 125 gramm av tubbakki.
Eitt annað er so hvussu hetta verður í hand
farið, tí tað eru 200 sigarettir í einum kartongi.
So antin mugu Norrøna og Atlantsflog undir at
selja hálv kartong av sigarettum, ella mugu tvey
ferðafólk keypa eitt kartong saman.
Upp aftur tvørligari verður tað tá ið tað kemur
til tubbakkið, tí tað eru 50 gramm av tubbakki í
einum vanligum pakka. Tað merkir, at frá 1.
januar verður tað loyvt at keypa tveir og ein
hálvan pakka av tubbakki við sær til Føroya
tollfrítt – ella mugu tvey ferðafólk keypa ein
pakka saman.
Líka galið verður tað við blikkunum við
tubbakki til ballimaskinur. Har eru 200 gramm
av tubbakki í, so tað verður bara loyvt at keyp ¾
blikk tollfrítt, ella mugu tvey ferðafólk keypa
eitt blikk saman.
Mugu keypa
tubbakk saman
Tað er nú greitt, at
Jan Højgaard fer at
stilla upp aftur til
formansvalið í Føroya
Fiskimannafelag,
sum verður um
ársskiftið. Fyrrverandi
formaðurin, Óli
Jacobsen, sigur, at
hann er sinnaður
at stuðla einum
mótvalevni
Hall eingin trupulleiki
Tað er eingin trupulleiki, at tann danska fíggjarlógin fyri 2010
ætlandi fer at vísa góðar 86 milliardir krónur í halli. Tað sigur
Claus Hjort Frederiksen, fíggjarmálaráðharri, sum legði
fíggjarlógaruppskotið fram í gjár. Hann sigur, at sjálvandi er tað
ein trupulleiki, um búskaparkreppan stendur við í fleiri ár, men
hann vil ikki siga, hvussu mong ár tað danska samfelagið kann
liva við einum so stórum halli sum næsta ár. Herfyri segði
fyrrverandi forsætisráðharrin Anders Fogh Rasmussen, at
pengarnir foosa úr ríkiskassanum, men tey orðini vildi fíggjar
málaráðharrin og floksfelagin ikki gera nakra viðmerking til.
Færri bilar frá Toyota
Japanska bilfyritøkan Toyota, sum er tann størsta í
heiminum, hevur gjørt av at skerja framleiðsluna, tí
eftirspurningurin eftir nýggjum bilum er minkaður nógv
orsakað av altjóða búskaparkreppuni. Japanskir fjølmiðl
ar skriva, at Toyota fer at steðga framleiðsluni á einari
verksmiðju í Japan, einari í Bretlandi og einari í USA,
soleiðis at fyritøkan fer at gera 9,3 milliónir bilar um
árið ella 700.000 færri enn nú. Sambært fjølmiðlunum
hevur leiðslan í Toyota sett sær sum mál, at fyritøkan
skal hava avlop á rakstrinum næsta ár.