Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-27, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. august 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 162 - 27. august 2009 Arbeiðsloysið minkar Tað seinasta árið er arbeiðsloysið vaksið sera skjótt í Danmark, men sambært teimum seinastu tølunum frá donsku hagstovuni kom vend í nú í summar. Í hvussu er vóru tey arbeiðsleysu 200 færri síðst í juli enn síðst í juni, soleiðis at fyri einum mánaði síðani vóru 103.300 danir arbeiðsleysir. Til sammetingar kann nevnast, at fyri einum ári síðani vóru 45.900 fólk í Danmark arbeiðsleys, og sostatt hava 4.400 fólk mist arbeiðið um mánaðin tað seinasta árið. Danska ídnaðarfelaqgið sigur, at vendin í juli verður ikki varandi, men at arbeiðsloysið fer aty veksa bæði í ár og næsta ár. Vænta minni sild Vánalig tilgongd í norðhavssildini árini 2006, 2007 og 2008 ger, at sambært fiskifrøðingum fer stovnurin at minka aftur í komandi árum, og tað fer at ávirka heildarkvotuna í 2011 og tey næstu árini. Norskir fiskifrøðingar siga, at gýtingarstovnurin av norðhavssild er oman fyri 10 milliónir tons, men at hann fer at minka. Enn er ikki greitt, hvussu tilgongdin verður í ár, tí tað verður ikki kannað fyrr enn í næsta mánað. Men fyribilsmetingar benda á, at tilgongdin í ár er ikki størri enn tey seinastu árini, skrivar NTB. Undirvísing Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Skeiðsbussurin er í veruleikanum ein lastbilur, ið er umbygdur soleiðis at hann í »lastini« hevur eini snotilig og praktisk skeiðs­ høli við allari neyðugari út gerð. Tað er legufyritøkan SKF, ið situr á umleið 20 pro sentum av heims­ marknaðinum fyri legur, ið eigur henda bussin, ið ferð­ ast kring alt Evropa og held ur undirvísingarskeið í nýtslu av teirra legum og am boðum. Tað er fyritøkan KBI í Klaks vík, ið hevur fingið buss in hendaveg, og tað eru fleiri, ið hava verið til hetta skeið ið. Serliga eru tað maskin­ menn, maskins miðir, elektro mekanikarar og aðrir, ið dagliga arbeiða við leg um, ið hava verið til hetta skeiðið, umframt teir, ið dagliga standa fyri inn­ keypi av hesum vørum og amboðum. Umboðsmaðurin hjá SKF, Frank Hasselbach, greiddi frá, at teir framleiða leg ur til alskyns vinnur, og fyri føroyingar var tað kanska serliga áhugavert í samband við sjóvinnuna og eisini í ein vissan mun orkuvinnuna, havandi í huga at tað møguliga koma fleiri vindmyllur upp sum árini líða. ­ Skeiðið tekur vanliga tveir til tríggjar tímar, men vit hava eisini skeið, ið eru yvir fleiri dagar, har vit veruliga fara í dýpdina við at læra, hvussu tú nýtir tey røttu amboðini og nýtir amboðini rætt. Tað er jú ikki bara bara at taka eina legu av og seta eina nýggja á, greiddi Frank Hasselbach frá. Orkusparandi Endamálið við at undirvísa í hvussu hesin deilur, ið flestu okkara sjáldan hugsa um, skal handfarast, er at spara pening í viðlíka­ haldinum, soleiðis at deilur­ in ikki ferð eftir ferð brotnar og skal skiftast. Harafturat er eisini ein ann ar vinningur í hesum, nevni liga at spara orku. ­ Hetta er eisini nakað, ið tey stóru reiðaríini, eitt nú Mærsk, leggur sera stóran dent á og setur strong krøv til. Við at gera tað rætt fyrstu ferð, ber til at minka um friktiónina og harvið eis ini um orkunýtsluna, greiddi Frank Hasselbach, um boðs maður hjá SKF, frá. Rullandi skeiðsbussur vitjað SKF hevur gott og væl 20 prosent av heimsmarknaðinum fyri legur - Eg tekni trøll, tí at tað er so lítið til um trøll í Føroyum í dag. Eg vil hava trøllini fram aftur, sigur Janus á Húsa- garði, sum í dag letur myndlista framsýning upp List Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Í dag klokkan 16 letur Janus á Húsagarði upp mynd lista­ framsýning í Snarskivuni hjá Tórshavnar kommunu. 12 myndir, sum eru pastell og akryl, verða sýndar fram. Myndaevnini eru malargrót og trøll úr føroyska náttúruni. ­ Men so eisini fuglar, leggur Janus afturat. ­ Stílurin er oftast humor­ istiskur, sigur Janus og væntar at tey flestu fáa eitt smíl fram, tá tey koma at hyggja. Janus hevur teknað fleiri barnabøkur og eisini til Mína Jólabók í fleiri ár. – Beint nú tekni eg tvær barnabøkur, sum koma út næsta ár, sigur Janus. Nýggjasta barnabókin hjá Janusi, Mosamollis, fer eisini at verða evni á komandi frímerki. ­ Hóast eg ikki ætlaði at hava framsýningar aftur í ár, so tekni eg so mikið nógv alla tíðina, at bráddliga varð nóg mikið til enn eina framsýning, sum tey, ið vitja, vónandi taka væl ímóti. ­ Eg tekni trøll, tí at tað er so lítið til um trøll í Føroyum í dag. Eg vil hava trøllini fram aftur. Tað er nakað, sum vit eiga og sum er stuttligt at brúka í søgum og tekningum. Tí blíva tekningarnar ofta frásøgu­ kendar, tí tær renna saman við einari søgu, sum oftast er um trøll og náttúru í Føroyum. Helst er tað eitt eyðkenni í mínum tekn­ ingum, sigur Janus. Framsýningin hjá Janusi á Húsagarði er opin í Snarskivuni frá 27. august til 5. oktober 2009. Eg vil hava trøllini fram Janus á Húsaryggi vil hava trøllini fram aftur Frank Hasselbach leggur maskinmonnum hjá Strandfaraskip Landsins lag á Seinastu dagarnar hevur ein rullandi skeiðsbussur vitjað í Føroyum. Fleiri maskinmeistarar og onnur, ið hava við kúlulegur og aðrar legur at gera hava verið á skeiði hesar dagarnar.