Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. august 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 162 - 27. august 2009 15 starvsfelagar hjá Catherine Jacobsen á Tjarnargarði fara mánadagin saman við henni at ferðast. Leiðin gongur til heimland hennara, Fílabeinsstrondina Forkunnug Ferð Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Í 12 ár hevur Catherine Jacob­sen, millum vinir nevnd Katrin, b­úð í Føroy­ um, og tvey einastu árini hevur hon arb­eitt á Tjarnar­ garði í Havn. Starvsfelag hennara vistu, at Katrin seinasta ár var saman við b­indiklub­b­­ anum og feraðist á Fíla­ b­einsstrondini, haðani Katrin er ættað. Ein dag seinasta vetur segði ein av tarvsfeløgum hennara á Tjarnargarði, at tað hevði verið stuttligt, um fleiri teirra fóru ein túr niður til Fílab­einsstrondina. Katrin tók tær upp á orðið og hongdi ein seðil upp, har tær kundu teknað seg. Tá av tornaði vóru 15 nøvn komin á listan , og tær fara nú allar við Katrini avstað. Tær hava gingið og tosað um ferðina hetta seinasta hálva árið, hava roynt at fyrireika seg, men tað var ikki sum at siga tað, tí á netinum var lítið at finna. Tað, sum var at finna, var at kalla alt á fronskum. Sjáldsamur møguleiki ­ Vit líta fult og heilt á tað, sum Katrin og skyldfólk hennara hava fyriskipað, siga Poula Deb­es og Súsanna í Soylu, sum fara við á hesa sjáldsomu uttan­ landsferð. Ein ferðamøgu­ leiki, sum tær neyvan fáa aftur í lívinum. Nakrar fyrireikingar hava tær tó verið noyddar sjálvar at gjørt, og tað var at kopp­ seta seg. Tær hava vaksin­ erað seg móti gulum fepri, hepatitis A og B og difteritis, og tær taka esini tab­lettir móti malaria. Mánadagin fara tær ur Føroyum og koma aftur 17. septemb­er. Katrin hevur fingið most­ ur sína og mann hennara at leggja ferðina til rættis, og tað hava tey gjørt út í æsir. Væl fyri Tey eru múgvandi fólk og hava givið teimum innivist í summarhúsi sínum. Summarhúsið er ikki nøkur kroysa, tí har eru tíggju kømur, og líka nógv vesi, køkur og stova. Tær sleppa tó frá at hugsa um matgerð, tí tær fáa sína egnu kokkakonu, og konur koma eisini at vaska klæðir teirra. Bussur við førara er b­ílagdur til teirra at ferðast við allar dagarnar. Fílab­einsstrondin er eitt fátækt land, og ikki vanda­ leyst hjá fremmandafólki at ferðast í. Tí hava skyld­ fólkini hjá Katrini skaffað teimum fýra lívverjar, sum skulu ansa eftir teimum allar dagarnar. Ætlanin er eisini at fara at vitja í landinum Gana. Skrá er gjørd fyri allar dagarnar, og tær skulu m.a. vitja tveir ráðharrar. Mamma Katrin er ættað av Fílab­einsstrondini, og pápin úr Gana. Pápin er sonur ein høvdinga, hava tær skilt á lagnum. Familjan hjá Katrin er øll væl fyri, og maður mostrini eigur hotell í Gana. Ikki so dýrt Ferðin kostar 20.000 krónur fyri hvørja, og tað halda tær ikki vera so galið, tí alt er íroknað. Hesa ársins tíð liggur hitin millum 25 og 30 stig á Fílab­einsstrondini, nú regn­ tíðin er av. Luftin er slavin, og tað er skýggjað, so tær kunnu ikki vænta at koma sólb­rendar heim aftur. ­ Vit hava fingið b­oð um at hava tveir fínar kjólar og fínar skógvar við okkum, siga Poula Deb­es og Súsanna í Soylu. Nú nærkast fráferðin, og tær gleða seg ikki b­ara til at fara til Fílab­einsstrondina, men tað verður eisini deiligt at vera b­urturi í nógvar dagar saman við góðum starvsfeløgum. Út at ferðast við høvdingadóttrini Tær gleða seg nógv til longu ferðina, ið byrjar mánadagin. Her eru fimm teirra, sum fara við. Frá vinstru: Maritt, Anna Sofía, Berghild, Súsanna og Sóley Mynd: Jens Kristian Vang Øll stovns- og stuðulstilboð til børn, ung og vaksin verður nú savnað undir sama stovni Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Frá 1. septemb­er, týs­ dagin, verður málsøkið Børn og ung ein partur av Nærverkinum. Tað er ein politisk avgerð at flyta málsøkið Børn og Ung frá Almannastovuni til Nærverkið, fyri at øll stovns­ og stuðulstilb­oð til b­ørn, ung og vaksin skulu vera undir sama stovni. Í sama viðfangi eru Trivnaðartænastan og Stuðulstænastan undir Nærverkinum lagdar saman undir eina leiðslu. Endamálið við at flyta málsøkið er at fáa ein skynsamari rakstur b­æði á Almannastovuni og Nærverkkinum, tað vil siga at spara. Yvirskipaða málið er at savna stuðulskipanir og stovnar landsins undir Nærverkinum og almannaveitingar undir Almannastovuni. Børn og ung undir Nærverkið Eiga at avtofta bygdir Samb­ært danska granskaranum Jørgen Møller eru húsini í nógvum donskum b­ygdum í so vánaligum standi, at myndugleikarnir áttu at avtofta b­ygdirnar. Sjálvur heldur hann, at umleið 500 b­ygdir áttu at fingið ta lagnuna, og felagið hjá donskum b­ygdum tekur lutvíst undir við hug­ skotinum, sigur DR. Tað hevur víst seg, at nógvar av b­ygd­ unum enda sum tilhaldsstað hjá rúsevnamisnýtarum, og at tað hevur ymiskt lógloysi við sær. Á donsku hagstovuni vísa framrokningar, at nógvar b­ygdir har vesturi og har suðuri í Jyllandi fara at minka b­urtur í einki tey næstu árini. Irak vil ikki hava irakar Í Svøríki hava myndugleikarnir gjørt av at vísa nøkrum irakum aftur til Irak, tí teir lúka ikki treytirnar fyri at fáa uppihaldsloyvi í Svøríki. Men nú hava sviar fingið ein trupulleika, tí stjórnin í Bagdad vil ikkii taka ímóti teim­ um útvístu landsmonnunum. Irakski ráðharrin í innflytara­ málum, Ab­dul Samad Rehman Sultan, sigur við svenskar fjølmiðlar, at irakska stjórnin er ímóti at tvingsilsflyta fólk, tí tað er í stríð við mannarættindini. Svenski ráðharr­ in í innflytaramálum, Tob­ias Billström, sigur, at Svøríki hevur rætt til at senda irakararnar heimaftur.