hósdagur 27. august 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 162 - 27. august 2009
21
Ein sleppur nokk ikki und
an, at okkurt av tí sum
skrivað verður, er ein end
urtøka av tí sum longu er
skrivað. Men tó ikki verri
enn so, at tað sum Sund
hedsstyrelsen kemur fram
við, at tað kanska eru 15
persónar sum eru sjúkir, er
tað sama sum teir komu
fram við fyri 10 mánaðum
síðan. Sjálvt um teir vita,
at tað longu nú eru funnin
45 persónar, sum hava
fingið staðfest sjúkuna, og
vit gera alt fyri, at finna
teir næstu 45 persónarnar,
sum hava sjúkuna, so vit
ikki skulla missa enn fleiri
av okkara kæru. Og so
skula vit minnast til, at tað
í ongum føri er Føroyska
Heilsuverkið, sum hevur
gjørt nakað fyri, at tað
longu nú eru so nógvir
persónar sum eru funnin.
Tá vit fyri 11 mánaðum
síðan fyri fyrstu ferð
hoyrdu um sjúkuna, Carnit
in Transportør Defekt, so
var tað fyrst ein sera stórur
lætti. At vit nú aftan á so
nógv ár kunna seta navn á
eina sjúku, sum føroyskir
myndugleikar og læknar
hava krógva fyri okkum
síðan 1995. Fyrst tá í 2008
komu vit at kenna sann
leikan, tá kundu yvirlæknar
á Ríkissjúkrahúsinum siga
okkum, at trý av okkara
børnum høvdu sjúkuna
CTD. Ein sjúka, sum teir
kendu sera væl og høvdu
kent síðan 1995. Tað kan
ska mest sorgfulla var, at
teir í so nógv ár eisini vistu
um fleiri sjúklingar við
hesi sjúku í Føroyum, hví
skuldu vit so ikki kenna til
hesa sjúku.
Fyri, Heidi, Edmund,
Niels og Margrethu kom
hendan vitan um sjúkuna
CTD og seint, og fyri øll
tey, sum máttu lata lívið av
hesi deyðiligu sjúku líka
frá, 1995 og til dagin í dag
2009, kom hendan vitan og
seint.
Okkara tanki var, at tá
vit nú kundu vit fáa medi
sin til øll tey, ið høvdu tørv
á tí, so skuldi tað ikki verið
nakar trupulleiki longur,
men skjótt funnu vit útav,
at tað var fyrst nú at trupul
leikin byrjaði, tað var nú,
at gleðin yvir, at fáa eina
vitan um hesa sjúku, skuldi
standa sína roynd. Tí tað
sum vit møttu var mót
gongd. Tað at vit framm
vegis hava einstakar
politikkarar, yvirlæknar,
læknar og kommunulækn
ar, sum ikki eru í okkara
parti, og tað at hesir gera
alt fyri at baggatellisera
hesa sjúku, og koma við
villleiðandi upplýsingum,
ger okkara arbeiði nógv
truplari.
Nú kunna vit bara vóna,
at allir teir 45 føroyingar,
sum longu nú hava fingið
staðfest sjúkuna CTD og
sum nú fáa ískoyti av Carni
tin medisin, kunna liva eitt
vanligt lív, eins og øll onn
ur í ikki hava hesa sjúkuna.
Øll vit onnur, sum hava
fingið staðfest, at vit eru
berarar av hesum sjúka
geninum, og tí ikki hava
røttu mongdina av Carnit
in, skulla tí eisini hava
medisin, vit kunna so
royna at eta tann mat, sum
gevur okkum tað røttu
mongdina av Carnitin, so
sum seyðakjøt, neytakjøt,
tvøst, fugl og anna gott,
grind er tann matur sum
eigur lívi í føroyinginum.
Sum eg longu havi sagt við
okkara læknar, eg veit ikki
um persónar, sum eru
deyðir av grind, menn eg
kenni fleiri sum eru dey av
CTD, grind inniheldur eina
stóra mongd av Carnitin.
Tað at eta grind til døg
urða broyttist ómetaliga
nógv, tí at, landslæknin
Hanus Debes Joensen og
yvirlæknin Pál Weihe, fer
eftir fer komu við teirra
skriving í fjølmiðlunum
um, hvussu vandamikið tað
er, at eta grind, hettar hevði
tað skaðiligu ávirkan, at
nógvir føroyingar tí ikki
tora at eta grind, sum so
aftur hevur ført til, at
nógvir føroyingar ikki fáa
tað Carnitin sum teir hava
brúk fyri, hettar var ein
dára ger sum hesir serfrøð
ingar gjørdu, og sum í dag
gevur sín baksláttur.
Tá tosa verður um, at
landslæknin einki hevur
gjørt fyri at upplýsa okkum
føroyingar um deyðiligu
sjúkuna CTD, sum longu
var funnin 1995, so er tað
eisini rætt. Landslæknin
Hanus Debes Joensen,
hevur alment, ikki sagt eitt
orð um sjúkuna CTD, fyrr
enn hann tann, 3. apríl.
2009, í Dimmalætting end
urtekur Sundhedsstyrelsen,
at tað kanska eru 15 før
oyingar sum hava sjúkuna
CTD.
Landslæknin er starv
settur undir Sundheds
styrelsen, tað vil siga, at
tað er Sundhedsstyrelsen
sum tekur alla avgerðir.
Hvørt ár skrivar lands
læknin eina ársfrágreiðing,
har allar sjúkur í tí føro
yska Heilsuverkinum verða
gjølla viðgjørdar, tó er tað
ein sjúka sum ikki er at
finna í hesi ársfrágreiðing,
tað er tann føroyska sjúkan
CTD. Ikki eitt einasta orð
er skrivað um deyðiligu
sjúkuna CTD, í hesi 15
árðini í sjúkan hevur verið
kend.
Spurningurin er so, hví
landslæknin einki hevur
skrivað ella sagt um hesa
sjúku, og hvør tað sum
stýrir landslæknanum, tá
hesin ikki vil, ella torir, at
skriva um hesa so álvar
somu og deyðiliga sjúku,
næsti spurningur má so
verða, hví torir eingin
journalistur at seta lands
læknanum hendan einfalda
fyrispurning, hvat er tað
sum ikki má koma fram.
Tað longsta sum lands
læknin hevur lati seg lokka
til at siga er. ( At CTD er
ein dreparasjúka ), hendan
avdúking kom fram í eini
útvarpssamrøðu við lands
læknan, hesa vitan hevur
hann ligi inni við, líka
síðan hann kom aftur úr
farloyvi frá Sundheds
styrelsen har hann starvðist
sum yvirlækni, frá 1.aug.
1994 til 31. maj. 1995.
Ein annar og ikki minni
týðandi spurningur er, hví
ikki yvirlæknin á barna
deildini, Fróði Joensen
hevur upplýst okkum
føroyingar um hesa deyði
ligu sjúku. Hettar kundi
hann gjørt, samstundis sum
hann fyri fleiri árðum
síðan, skrivaði í teimun
útlendskum fjølmiðlunum
um hesa sjúku, hvat er tað
sum ger, at hesin yvirlækni
ikki tekur hesa sjúku í
fullum álvara, í fjølmiðlun
um tann 6. okt. 2008 sigur
Fróði Joensen, at tað eru
nógv børn og ung sum eru
dey av hesi sjúku, seirni
hevur Fróði Joensen
yvirlækni so endurtikið seg
sjálvan fleiri ferðir.
Tann ósvaraði spurning
urin er so, hví hann einki
gjørdi fyri at upplýsa allar
føroyingar um hesa sjúk
una, og hví hann ikki vildi
ella tordi at siga nakað um
hettar mál, hvør er tað sum
stýrir hesum manni, og hví
er tað eingin journalistur,
sum torir at seta Fróða
Joensen hendan fyri
spurning.
Ein annar ómetaliga
álvarsamur spurningur er,
hví yvirlæknin á barna
deildini Fróði Joensen
hevur brúkt mill. av krón
um til prøvar sum hann
hevur sent til Ríkissjúkra
húsið at kanna, tá hann
visti, at ein Føroysk kann
ingarstova sum liggur í
Odense, kundu gera hesar
kanningar fyri lágprís,
einans ein 10 part av tí
hann hevur goldi til
Ríkissjúkrahúsið.
Føroyagrunnurin frá
1971, sum hevur til enda
máls at eiga partapening í
føroyskum fyritøkum,
eigur 70% av partapeningi
í kanningarstovuni,
Amplexa Genetics A/S í
Odense, sum er 90 %
føroysk. Ein sera væl út
gjørd kanningarstova, sum
fleiri ferðir hevur gjørt vart
við, at teir kunna gera allar
tær kanningar sum før
oyingar hava brúk fyri.
Kanningarstovan
Amplexa Genetics, gjørdi
ikki eina einastu kanning
fyri føroyska heilsuverkið,
fyrr enn vit høvdu mist
Edmund, og vit enn eina
ferð høvdu gjørt var við
hesa Føroysku fyritøku, tá
fyrst kom gongd á.
Spurningur er so, hví
yvirlæknin Fróði Joensen
so brádliga broytti støðu,
hvørji ella hvør gav hesi
boð, ein fyrispurningur
sum journalistar sjálvandi
einga at fáa greiðu á.
Tá hugsað verður um
gøluna sum tók seg upp, tá
landstýrismaðurin Hans
Pauli Strøm hevði brúkt
slakar 180 mill. í heimild
arloysi, og sum nú er heiðr
aður við blómutyssi frá
Løgmanni.
So eigur sjálvsagt at vera
funnið útav, um ein partur
av hesum mill. krónum,
eru nýttar til eitt okurs
gjald á Ríkissjúkrahúsin
um, og hvør tað er sum fær
ágóðan av hesum peningi.
Einki menniskja, um tað
so er ein politikkari, lands
lækni, yvirlækni, komm
unulækni ella onnur
ynskja, av egnum fríðum
vilja at gjalda ein so høgan
okursprís fyri eina blóð
roynd/gentest, sum er 510
ferðir hægri, enn somu
kanningar á Amplexa, hvat
tað er sum liggur aftanfyri
er ikki til at vita, okkurt
sum ikki má koma fram,
og sum ikki tolir dagsins
ljós.
Um hettar ikki er at
virka í heimildarloysi, hvat
er so heiti á tí, sum gongur
fyri seg í Føroyska Heilsu
verkinum.
Føroyingar hava nú í 10
mánaðir bíðað eftir einum
tilmæli, sum Sundheds
styrelsen skuldi standa
fyri, og fyri at leingja um
tíðina enn einaferð, so vit
øll skuldu gloyma alt um
CTD, valdu teir, at broyta
avgerina til eitt nýtt skjal,
hettar skjal eru nakrar
leiðreglur, sum landslækn
in skal standa fyri, og skal
finna fram til nakrar
serkønar og væl lærdar
persónar, hettar arbeiði
kemur uttan iva at taka
minst 10 mánaðir.
Men so hendi tað gleði
liga, at føroyar fingu ein
nýggjan mann í stólin hjá
Hans P. Strøm. Hesin mað
ur er Aksel V. Johannesen,
sum skal leggja til rættis
og standa fyri, at fáa sett í
verk eina CTD kanning av
øllum Føroyingum, hettar
gongur bæði skjótt og væl.
Tað margháttliga sum so
hendi var, at nú vóru tað
brádliga fleiri kanningar
stovur sum kundu bjóða
seg fram, og sum kundu
havt gjørt hesar kanningar
í nógv ár, bert við eitt
sindur av nýggjari tøkni.
Tað gleðiliga er eisini, at
føroyingar ikki skulla bíða
eftir Sundhedsstyrelsen og
hesi tilvildarligu og einki
sigandi leiðreglum, sum
bara var ein undanførsla, tí
tað ongantíð var meining
in, at føroyingar skuldu
finna útav, og koma at
kenna til deyðiligu sjúkuna
Carnitin Transportør
Defekt, CTD.
Sum eg havi sagt áður,
so eru tað politikarar,
landslækni, yvirlæknar og
komunulæknar sum eiga at
fáa stillaðan henda sama
fyrispurning, hví gjørdu tit
einki til tess, at allir før
oyingar skuldu fáa tykkara
vitan, um deyðiligu sjúk
una CTD. Hvat var tað sum
gjørdi, at tit av egnum
fríðum vilja valdu, ikki at
geva tykkara vitan víðari,
hvør hevur ábyrgdina av, at
vit hava mist okkara kæru,
børn, ungdómar og vaksin,
av hesi deyðiligu sjúku.
Teir løgmenn sum hava
siti hettar tíðarskeið frá
1994 og til dagin í dag
2009 eru, Edmund Joensen
19941998, Anfinn
Kallsberg 19982004,
Jóannes Eidesgaard 2004
2008, Kaj Leo Johannesen
frá 2008. Hesir hava fingið
hendan fyrispurning frá
mær á mail, menn virða
ikki greinskrivaranum eitt
svar, tað er tó einki at gera
við tað. Spurningurin er so,
um ikki Føroya Fólk hava
krav uppá, at tit geva teim
un eitt greitt svar uppá, hvi
einki er komi fram frá
tykkum í hesum málið.
Og tí vil eg koma við
eini áheitan á allar journa
listar í Føroyum. Farið út
til allar hesar politikarar,
landslækna, yvirlæknar og
komunulæknar og seti teim
un hesar fyrispurningar.
Esbjerg tann. 22.08.09
Hvat er Sannleikin, um CTD
www.johndk.dk
jojendk@yahoo.dk
John Jensen
viðmerkingar