Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-28, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. august 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 163 - 28. august 2009 Frá 30. august til og við 16. september hava Rógvi á Lakj­uni og Anna Hansen framsýning í Gallarí Ribar­ hús í Fuglafirði. Framsýn­ ingin hevur fingið heitið “Lívsins ferð í lj­ósi og myrkri”. Rógvi og Anna er bæði fødd í 1982. Rógvi arbeiðir sum free­lance grafikari í løtuni. Myndirnar sum hann sýnir fram, vísa hansara persónligu lívsferð í lj­ósi og myrkri. Anna er útbúgvin miðla­ grafikari. Myndirnar hon sýnir fram hava allar ein andaligan boðskap. Á ferniseringini, sum verður sunnukvøldið 30. august kl. 20.00, fer Frits Johannesen at siga nøkur orð, og Bárður á Lakj­uni og Regin Guttesen fara at syngj­a. Tær tíggj­ar vikurnar, sum framsýningin verður, fara ymisk fólk at framføra tónleik. mg Rógvi og Anna í Ribarhúsi Anna Hansen og Rógvi á Lakjuni hava framsýning í Gallarí Ribarhús í Fuglafirði frá 30. august til 16. september Mynd: Magnus Gunnarsson Í tíðarskeiðinum frá 1974­ 1987 vóru Jensia og Per Høj­gaard bestýrarar á Sj­ó­ mansheiminum í Havn. Vit eru nøkur, sum halda, at tað hevði verið stuttligt, um vit øll, sum gj­øgnum árini høvdu Sj­ómansheimið sum arbeiðspláss, bústað og dagliga gongd í hesum tíðarskeiði, møttust aftur og á ymiskan hátt mintust ta tíðina. Um hetta hevur tykkara áhuga, so kundu vit hugsað okkum, at vit øll møttust tann 3. oktober í ár. Vónandi hevur hetta kveikt áhugan og vakt minnini, so eisini tit halda, at tað kundi verið stuttligt við einum slíkum hugnakvøldi. Tilmelding: Marin, tel. 218757 hr­kl@post.olivant.fo Sonj­a, tel. 509313 soniam@apotek.fo Ann, tel. 253233 annmikkelsen@hotmail. com Eyðfinn eydfinnmatras@gmail.com Góðu árini á Tórshavnar Sjómansheimi Her eru systrarnar Hansy og Jensia Højgaard og Per Højgaard á Sjómansheiminum Í dag fyllir Kaj­ Leo Johannesen, løgmaður, 45 ár. Hann er sonur Karina, sum var fødd Holm Jacob­ sen, og Leo Hans Johannesen. Tey eru bæði ættað úr Mykinesi. Tey eru fimm systkin, Kaj­ Leo er næstyngstur, og hann er einsamallur beiggi. Kaj­ Leo gekk í skúla á Venj­ing­ arskúlanum. Men mótsætt flesu j­avnaldrunum, fór hann úr skúl­ anum eftir sj­ey ára skúlagongd og fór blaðungur til skips. Hann sigldi í fleiri ár, eitt nú við línu­ skipum í langfarasigling. Síðani fór hann upp á skúla og leyk skips­ føraraprógv. Tað var kortini skj­ótt, at hann legðist uppi. Hann seldi bilar fyri Reyni Service, áðrenn hann aftur fekk samband við fiskin. Fyrst var tað á Føroya Fiskasølu, sum tá framvegis var risin í føroyskum vinnulívi, so var tað á Kósini í Klaksvík, har hann segði seg trívast ógvuliga væl, og hevði í fleiri ár saman við øðrum fyritøkuna Farex, sum fekst við at selj­a fisk. Áðrenn hann fór til skips, hevði Kaj­ Leo spælt fótbólt við HB. Tá ið hann legðist uppi, leitaði hann málmanshandskararnar framaftur, og tað var skj­ótt, at hesin stríðs­ maðurin við vinnarasinninum, og sum samstundis er so sera frynt­ ligur og vinsælur, hevði vunnið seg á besta HB liðið, og har stóð hann í meiri enn eitt tíggj­u ára skeið. Hann var eisini á landsliðn­ um. Oftast sat hann á beinkinum, men hann hevur verið við í fýra altj­óða skrásettum landsdystum. Kaj­ Leo trein á politiska pallin, tá hann varð valdur í Tórshavnar býráð í 1996. Hann sæt bert tað eina skeiðið í býráðnum, tí hann stillaði ikki upp aftur til býráðs­ valið í 2000. Men hugurin hj­á honum stóð heldur til løgtingið, og stillaði hann upp til valið í 2002 og varð valdur sum triðj­a umboð Sambandsfloksins í Suður­ streym. Við valið í 2004 varð hann fystvaldur – og víðari vann hann sær á fremstu rók í Sam­ bandsflokkinum, hann varð valdur til formann, tá Lisbeth L. Petersen legði frá sær eftir laka úrslitið hj­á Sambandsflokkinum í 2004. Kaj­ Leo Johannesen gj­ørdist løgmaður í seinnu ABC­samgong­ uni, tann 26. september í 2008. Kaj­ Leo er giftur við Jórun Bær­ entsen úr Havnini. Tey eiga tveir dreingir ­ Heini og Jákup. Løgmaður 45 Móttøka Í sambandi við at Petur Poulsen hevur sín seinasta starvsdag í Føroya Banka, verður móttøka í deildini á Sandi mánadagin 31. august 2009 millum kl. 14 og 16. Petur Poulsen byrjaði í starvi 24. apríl í 1967 og hevur starvast í deildum bankans í Skopun og á Sandi. www.foroya.fo 17 nøvn