mánadagur 31. august 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 164 - 31. august 2009
Stríð um fisk
Í Kanada eru myndugleikarni5r sera misnøgdir við, at USA
hevur lýst veiðisteðg í Beaufort Havinum fyri at verja
fiskastovnarnar í økinum. Trupulleikin er, at helmingurin av
Beaufort Havinum er kanadiskt øki, og at amerikanararnir
gloymdu at kunna kanadisku myndugleikarnar um veiðibannið.
Tey bæði londini eru ósamd um ræðisrættin til eitt havøki, sum
er 11.500 ferkilometrar stórt. Kortini numfatar amerikanska
veiðibannið elt økið, og tað hevur elvt til bæði misnøgd og
vreiði í Kanada.
Tað var eitt satt
undur, at Marnar
Andreasen fríggja
kvøldið varð bjargður
í lítla báti sínum, sum
varð steðgaður upp og
drakk sjógv. Hann og
bjargingarmenninir
finnast harðliga at
tilbúgvingini, men
sjóbjargingarstøðin
sigur, at alt var eftir
bókini
Bjarging
Randi Jacobsen
randi@osialurin.fo
Marnar Andreasen er við at
koma fyri seg aftur eftir
eina
skelkandi
hending
fríggjakvøldið. Tað er eitt
satt undur, at hann varð
bjargaður, heldur hann.
Fríggjadagin fór hann úr
Havn saman við einum ung
um manni í einum lítlum
stuttleikabáti. Hann legði
inn í Skálavík, har ein ungur
drongur kom við teimum,
og teir róku suður eftir og
tóku havhestaungar.
Á veg heim aftur fór hann
aftur til Skálavíkar, setti hin
ar báðar av og legði fuglar
nar upp á land.
Eg ivaðist eina løtu, um
eg skuldi gista, tí tað var
nokkso gjálvut í sjónum,
men eg valdi at sigla einasa
mallur heim, sigur Marnar
Andreasen.
Ringdi til beiggjan
Tá ið hann umleið klokkan
21 var komin út fyri Glyvurs
nes, steðgaði báturin upp,
og Marnar ringdi við fartele
fon síni til beiggjan Árna.
Hann varð saman við øðr
um monnum, og í skundi
fingu teir fatur á einum
maskinbáti.
Vit sigldu suðureftir, og
tað sló meg, at tað rak suður
tríggjar tímar aftrat, sigur
Hugo Joensen, sum stýrdi
bátinum.
Hann helt tá við Árna, at
teir heldur máttu ringja eftir
hjálp, tí tað var myrkt, og
báturin so lítil.
Smyril lýsti
Tá sóu teir Smyril koma
norðureftir.
Marnar
var
bangin fyri, at Smyrl fór at
renna á seg, og hann bað
hinar ringja til Smyril.
Smyril legði stilt eina
løtu og lýsti við ljóskastar
anum. Men Smyril sá ikki
annan bát enn maskinbátin
og helt so leiðina fram til
Havnar.
Sambært Hugo Joensen
vóru teir staddir á Glyvurs
nesi, tá ið teir umleið klokk
an 22.20 ringdu til Alarm
sentralin, 112, og bóðu
um, at farið varð at leita eft
ir bátinum.
Nakað seinni ringdu teir
eisini til MRCC og fóru
samstundis at leita.
Komu beint á hann
Teir sigldu longur suður og
tosaðu í telefonini við Marn
ar, sum royndi at lýsa við
fartelefonini. Bátur hansara
hevði eingi ljós.
Einaferð helt Hugo seg
síggja eitt ljós, teir stýrdu
móti ljósinum, og so lá
Marnar beint framman fyri
teimum.
Maskinbáturin legði upp
at bátinum hjá Marnar, Hugo
leyp niður í bátin, og tá varn
aðist hann, at báturin var full
ur í sjógv. Marnar sjálvur
hevði ikki sansað tað.
Hugo royndi at pumpa,
men einki hjálpti.
Marnar og Hugi fóru
báðir í maskinbátin, Hugo
bant fast í lítla bátin hjá
Marnari, og beint tá sakk
tann lítli báturin, sum teir
tó høvdu enda á.
Lílta løtu kom bjargingar
báturin Lív og tók lítla bátin
upp á sleip.
Ov leingi at bíða
Eg var so argur um, at
hjálpin ikki kom fyrr. Men
teir á Lív høvdu onga skyld,
teir fóru beinanvegin avstað,
tá ið teir høvdu fingið
boðini. Slíkt kann øsa meg
upp, og eg vil ikki uppliva
tað aftur, sigur Hugo. Eftir
hansara roknistykki gingu
ein tími og fimm minuttir,
frá tí at hann ringdi 112,
til Lív gjørdi fast á bátin.
Røtt mannagongd
Robert Olsen, stjóri á Sjó
bjargingarstøðini vísir øllum
atfinningum aftur. MRCC
fekk boðini frá alarm
sentralinum klokkan 22.49.
Boðini vóru, at ein jolla var
steðgað upp og rak súðureftir
við einum manni umborð.
Maðurin hevði bara fartele
fon, ongan VHFara. Tað er
ikki krav, at so smáir bátar
hava VHF.
Ikki fyrr enn maskinbát
urin var komin til Marnar,
fekk Sjóbjargingarstøðin at
vita, at báturin lak, og at
Marnar var í neyð.
Spurningur um sleip
Frammanundan var tað
bara ein spurningur um
sleip. Tað er so ofta at smá
bátar steðga upp, og tað
verður ikki roknað sum at
vera í havsneyð. Vit fingu
eisini at vita, at ein maskin
báturin var á veg til hansara,
sigur Robert Olsen, sum
heldur, at allir bátar áttu at
havt VHF, eisini teir smáu.
10
minuttir
eftir,
at
MRCC fekk boðini, ringdi
Sjóbjargingarstøðin
til
sløkkiðiðið, sum bippaði
eftir manningini til bjarging
arbátin Lív, og 14 minuttir
seinni loysti Lív.
Hasum er einki at finn
ast at. Mannagongdin var
sum eftir bókini, sigur
Robert Olsen.
Hini eru ikki samdir. Tá ið
ein bátur steðgar upp í
myrkri, og tað rekur suður, er
tað neyðstøða, heldur Hugo.
Hugo Jonesen hevur gjørt eitt yvirlit yvir
tíðirnar hetta kvøldið:
Umleið kl. 22.20 ringdi hann 112.
Kl. 22.34 tosaðu teir við MRCC.
Kl. 23.03 ringdi MRCC til teirra og spurdi, hvussu
støðan var.
Kl. 23.25 hevði Lív gjørt fast.
Bjargaður í evstu løtu
Marnar Andreasen (í miðjuni) saman við tveimum av
bjargingarmonnum sínum, beiggjanum Árna og Hugo Joensen
Mynd: Jens Kristian Vang
Báturin fór rættiliga illa
Mynd: Jens Kristian Vang