mánadagur 31. august 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 164 - 31. august 2009
Í gjár kom fram, at
fýra bygdaráðslimir
á Sandi vilja hava
Páll á Reynatúgvu,
borgarstjóra, frá. Men
nú valdar tøgn. Ongin
av pørtunum vil
upplýsa, hvat málið
snýr seg um
Stríð
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Fyri tíð síðan vildi Sands
kommuna lata soleiðis upp,
at Páll á Reynatúgvu skuldi
arbeiða fulla tíð sum borgar
stjóri. Hetta varð seinni
slept og nú vil meiriluti í
bygdaráðnum hava borgar
stjóran at leggja frá sær.
Hetta seinasta skrivaði
Vágaportalurin í gjár, tá
hann upplýsti, at fýra av
sjey
bygdaráðslimum
á
Sandi hava sent skriv til
borgarstjóran,
at
leggur
hann ikki frá sær, so verður
hann tikin av ræði.
Tað er so tepur meiriluti í
bygdaráðnum á Sandi, at
bert ein skal hoppa av, fyri
at borgarstjórin skal missa
meirilutan.
Tá tað eru fýra, sum hava
skrivað undir, so merkir
tað, at ein av limunum í
samgonguni ikki longur
hevur álit á Pálli á Reyna
túgvu. Talan er um Brand
Sandoy, sum saman við
Poul Klementsen, Eðvari
Petersen og Fríða Nolsøe
hevur skrivað undir.
Páll á Reynatúgvu vil
ikki gera viðmerkingar til
málið, fyrr enn hin parturin
leggur kortini á borðið.
Ein politiskur
trupulleiki
Brandur Sandoy, sum er
farin í parti við andstøðuni
tók ikki telefonina í morgun,
og heldur ikki Fríði Nolsøe,
Eyðvarur Petersen ella Poul
Klementsen vilja upplýsa
nakað, men málið kann tykj
ast álvarsligt.
Eg havi onga viðmerking
beint nú. Eg veit ikki nær
nakað kann sigast, sigur
Fríði Nolsøe, sum heldur
ikki vil upplýsa, hví hann
ikki vil viðmerkja.
Poul Klementsen er held
ur ikki tíðindafróður, men
sigur tó eitt sindur meira.
Tú ert vælkomin at
ringja um eitt og annað,
men hatta fært tú meg ikki
at úttala meg um. Tí málið
kann gerast keðiligari, um
orð verða søgd. Vit lata
málið sodna á røttum stað,
og vóna at ikki meiri ballada
enn neyðugt verður, sigur
Poul Klementsen.
Vit mugu diskutera tað
aftur, hvussu vit gera. Eg
veit ikki, um Páll vil leggja
frá sær og eg havi onki
hoyrt frá honum, sigur Eyð
varur Petersen.
Hann slær fast, at talan er
um ein politiskan spurning
og at tað ikki er nakað
persónligt.
Spurdur um trupulleikin
við borgarstjóranum hevur
nakað við tunga raksturin
av kommuni at gera, svarar
Eyðvarur Petersen, hvørki
ja ella nei.
Øll mangla pengar í
dag, sigur hann.
Brandur Sandoy er til reiðar at skifta part og gerast meiriluti saman við andstøðuni á Sandi, um
Páll á Reynatúgvu ikki vil fara frá í stundini
Tigandi uppreistur á Sandi
åSjálvsognarstovnurin
ALV skifti í morgun
navn. Nýggja navnið
er Dugni. Kristina
T. Larsen sigur, at
navnið ikki broytir
nakað serligt, men
kostnaðurin var
150.000 krónur
NavNabroytiNg
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
ALV er ikki longur tíðar
hóskandi. Tað stendur fyri
avlamisvirki og tað umboð
ar ikki tað jaliga í virk
seminum hjá okkum. Hetta
er orsøkin til, at vit skifta
samleika, sigur Kristina T.
Larsen, stjóri.
Navnið hevur verið ALV
í 53 ár, og hetta verður eis
ini drigið fram, sum ein
orsøk til at skifta navn.
Sjálv navnabroytingin fer
ikki at broyta nakað í virk
seminum hjá okkum nakað
serligt, greiðir stjórin frá.
Tó leggur hon afturat, at
summar av broytingunum
kunnu gera virksemið lætt
ari, og at jaliga navnið helst
fer at hava jaligar ringvirkn
ingar gjøgnum stovnin og
at navnið kann gera, at
miðlar og fólk kring landið
fáa eina jaligari uppliving
av stovninum.
150.000 krónur
Broytingin av samleikanum
hevur kostað um 150.000
krónur, men hetta heldur
stjórin í Dugna ikki vera so
nógv.
Tað kundi kostað mangt
slíkt. Vit fingu eitt gott til
boð, og eru væl nøgd við
úrslitið, staðfestir stjórin.
Hon greiðir eisini frá, at
hetta kundi kostað nógv
meiri, og at tey fáa meiri
fyri pengarnar, enn tað sær
út til.
Dunið ella dugni
Spurd um Kristina T. Larsen
ikki er bangin fyri, at navnið
á stovninum kann uppfatast
neiligt og larmandi, tá
dugni úttalast júst sum dun
ið, so er hon avgjørd.
Tað ger onki, um okkurt
tílíkt hendir, tí tað kann
bara verða gott, um vit veru
liga hoyrast, staðfestir hon.
Í morgun avdúkaði Kristina T. Larsen, stjóri í ALV nýggjan samleika. Nú skal tað eita Dugni, og
búmerkið skal vísa ein spíra, sum stovnurin skal fáa brúkarar sínar til
Mynd: Jens Kristian Vang
ALV eitur Dugni
Cheney vildi leypa á
Fyrrverandi amerikanski varaforsetin Dick Cheney viðgekk í
einari sjónvarpssamrøðu í gjár, at hann hevði verið talsmaður
fyri, at USA skuldi leypa á Iran fyri at noyða landið at gevast
við sínum kjarnorkuætlanum. Men George W. Bush, forseti, var
ímóti at leypa á og vildi heldur royna samráðingarleiðina.
Sambært Cheney høvdu ráðgevar forsetans mælt Bush frá at
leypa á Iran, tí tað hevði gjørt støðuna í Miðeystri uppaftur
verri, enn hon longu var. Í samrøðuni segði Cheney, at kanska
var tað hann, sum hevði havt rætt, tí Iran heldur fram við sínum
ætlanum.
Keyptu ikki alt
Avgerðin hjá Nordea at keypa Fionia Bank, sum Føroya
Banki eisini ætlaði at fáa fatur á, fer at kosta fleiri
starvsfólkum í bankanum starvið. Í sambandi við keypið
hevur Nordea sagt seg vera sinnaðan at lata 400 fólk halda
fram í Fionia Bank, og sostatt verða hini 150 uppsøgd,
skrivar Ritzau. Samstundis er greitt, at Nordea hevur sagt
nei til at yvirtaka umleið 2.000 vinnulívskundar hjá Fionia
Bank. Teir hava lænt umleið 10 milliardir krónur í
bankanum, og tann skuldin skal avgreiðast tey næstu árini.