Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. september 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 165 - 1. september 2009 Grønland verður ongantíð eitt sjálv­ støðugt land, tí til tess er samfelagið alt ov fáment. Tað sigur ein bretskur búskaparprofessari, sum samanber Grøn­ land við Ísland Grønland Árni Joensen arni@sosialurin.fo Smá samfeløg sum tað grønlendska og tað íslend­ ska eru alt ov viðkvom og hava ongar møguleikar at standa seg í altjóða bú­­ skaparmeldrinum. So avgjørd er niðurstøðan hjá bretsku Anne Silbert, sum er professari í bú­skapi og starvast á lærda Birk­ beck­háskú­loanum í London. Hon veit helst, hvat hon tosar um, tí hon hevur tætt tilknýti til ta politisku nevndina í íslendska tjóðbankanum. Herfyri skrivaði Anne Sibert eina grein í sam­ felagsvísindaliga tíðarritin­ um Voxeu, og har skrivar hon millum annað, at verður Grønland sjálvstøðugt land, kann tað fara av knóranum á sama hátt sum Ísland. Spurd, um Grønland er ov lítið til fullveldi, er svar hennara greitt. ­Ja. Fólkatalið í Grønlandi er á leið ein fimtapartur av tí íslendska, og tí ber tað ikkii til at ú­tvega tað fólk og tann føeleika, sum er neyðugur fyri at manna tær umsitingarligu eindirnar, sum eitt sjálvstøðugt land skal hava, sigur Anne Sibert við grønlendska kringvarpið KNR. Tað er ikki tann einasta forðingin, sigur hon, og vísir á, at fáment samfeløg eru eisini viðkvom á annan hátt. Trygd neyðug ­ Ein annar trupulleiki er trygdin. Fær ein amerikan­ skur býur skaða í einari av teimum tropisku ódnunum, kann hann fáa hjálp frá statinum. Skuldi ein ódn gjørt stóran bú­skaparligan skaða í einum sjálvstøðugum Grønlandi, hava grønlend­ ingar einki størri land at leita sær hjálp frá, sigur Anne Sibert við KNR. Hon vísir á, at tess færri fólk bú­gva í einum landi, tess dýrari er tað fyri hvønn einstakan at reka sam­ felagið. Harafturat eru sveiggini í nýtslu og fram­ leiðslu ofta størri í teimum smáu samfeløgunum enn teimun størru. Bú­skapurin hvílir á fáum vinnugreinum, og fáa tær trupulleikar, rakar tað samfelagið meint. ­Og so er tað eisini ein trupulleiki, at nógv bendir á, at í smáum samfeløgum og økjum hevur persónligt samband ofta stóra ávirkan á ta politisku skipanina, og tað elvir so til nepotismu og korrupsjón, sigur bretski bú­skaparprofessarin. Hon hevur bara eini ráð at geva grønlendingum: ­ Grønland kann ikki vera ein sjálvstøðug tjóð, men eigur at halda fram saman við Danmark, tí tað tryggjar landinum eina vissa verju, sigur Anne Sibert at enda við grønlendska kringvarpið. Grønland ov lítið til fullveldi FlúGvinG Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Flogvøllurin í Katrup hevur gjørt av, at flú­gving til Føroyar og Grønland frameftir skal roknast sum uttanríkisflú­gving. Higartil hevur hendan flú­gving verið skrásett sum innanríkis­ flú­gving. Ein avleiðing av hesum er, at avgjaldið á flú­gvingina hækkar munandi. Higartil hevur avgjaldið verið slakar 23 krónur, men frameftir skal tað vera meira enn 100 krónur fyri hvørt ferðafólk. Og hendan rokning verður send beinleiðis víðari til ferðafólkini. ­ Vit halda, at tað er órímiligt, at hækkingin í avgjøldunum rakar okkum so nógv harðari enn onnur flogfeløg, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi. Málið reist í Fólkatinginum Magni Arge hevur saman við stjóranum í Air Greenland sent Statens Luftfartsvæsen eitt skriv, har teir mótmæla hækkingini í avgjøldum. Flogmyndugleikin er danskur, og sambært stjórunum báðum er øll flú­gving í ríkisfelags­ skapinum staðfest sum innanríkisflú­gving í lóggávuni. Tí er einki grundarlag fyri at hækka avgjaldið á flú­gvingina so nógv, siga flogfelagsstjórarnir í Føroyum og í Grønlandi. Føroyskir myndugleikarnir hava mótmælt broytingini av Føroyaflú­gvingini, og nú­ verður málið eisini reist í Fólka­ tinginum, har Høgni Hoydal, fólkatingsmaður, reisir málið mótvegis ráðharranum á økinum. Nýtt avgjald rakar ferðafólkini Atlantsflog, føroyskir myndugleikar og føroyskur fólkatingsmaður mótmæla nú, at avgjaldið hjá Atlantsflog at flúgva umvegis flogvøllin í Kastrup í Danmark hækkar við meira enn 450 prosentum frá 1. oktober at rokna -Grønland eigur at halda seg afturat Danmark, tí tað er tryggari, sigur Anne Sibert Mynd: KNR Inntøkan minkað Meiri enn triði hvør løntakari í Íslandi hevur mist burtur av inntøkuni, síðani bankarnir fóru av knóranum seinasta heyst. Ein kanning, sum Gallup hevur gjørt fyri fakliga landsfelagsskapin ASÍ, vísir, at 18 prosent fáa minni løn nú­ enn undan bankafallinum, 9 prosent hava mist burtur av arbeiðstíðini, og 8 prosent hava mist burtur av inntøkuni av øðrum skerjingum. Sostatt hava 35 prosent mist burtur av inntøkuni, og tað eru munandi fleiri enn í einari tilsvarandi kanning, sum bleiv gjørd í desember í fjør, skrivar Morgunblaðið. Leita eftir olju næsta ár Norska oljufelagið Sagex Petroleum ætlar sær at fara undir at leita eftir olju í íslendskum sjóøki næsta summ­ ar. Felagið hevur fingið loyvi til at leita á einum øki á Drekaleiðini, sum er í landnyrðing ú­r Íslandi, og har ætlar felagið at gera seismiskar kanningar næsta summ­ ar, skrivar Vísir. Hinvegin er greitt, at Sagex Petroleum fer ikki at bora eftir olju uttan so, at onnur feløg koma upp í leitingina. Sagex Petroleum var tað einasta felag­ ið, sum søkti um leitiloyvi á Drekaleiðini. Aker Exploration søkti eisini, men tók umsóknina aftur.