Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. september 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 166 - 2. september 2009 Sunnudagin klokkan 16 letur upp listaframsýningin hjá Guðmundi Ármann Sigurjónsson í Norðurlanda­ húsinum. LISTAFRAMSÝNING Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Listamaðurin nevnir framsýningian »Horisont«, har málningar vísa víddirnar í íslendsku náttúrini, skiftandi ljósið, sum gevur landinum, himmalinum, vatninum, fjøllunum og alt, tað sum grør, litfarra, sum vit avlesa í umhvørvinum, linjan sum skilir himmal og hav, himmal og fjall, land og vatn. Fatanin, sum setir seg fast í minnið og verður umskapað til eitt minni, sum verður útgangsstøðið i myndagerðini. Guðmundur Ármann Sigurjónsson var liðugur í læru innan bókprentaralist í 1962, og eftir hetta fór hann undir at lesa myndlist í 1966, umframt at hava lisið meiri innan fakið eitt nú í Svøríki og í Íslandi. Arbeiðir nú sum lærari innan list á studentaskúlan­ um í Akureyri. Fyrsta framsýningin hevði Guðmundur í 1961 í Reykjavík, og hevur hann eisini havt 24 seperat­ framsýningar bæði í Íslandi og aðrastaðni, umframt at hava luttikið við verkum sínum á altjóða grafikk­ framsýningum. Summarið 2008 hevði Guðmundur framsýning á Akureyri Listasavni, og tá varð ein bók um hann somu­ leiðis útgivin. Í Norður­ landahúsinum verður bókin at liggja frammi. Guðmundur hevur fingið fleiri námsstyrkir í Íslandi. Horisont - Íslendsk framsýning í Norðurlandahúsinum Guðmundur Ármann Sigurjónsson hevur lisið bókprentaralist og myndlist ­ Vit hava flutt ein part av virkseminum til goymslubygning okkara á Hjalla. Vinnan – tað eru skeinkistøðini – koma sostatt ikki at merkja hesa støðuna, sigur Elsa Maria Holm Olsen, stjóri á Rúsdrekkasløuni. VINNA Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útsølan hjá Rúsdrekkasølu Landsins við Hoyvíksvegin á Hálsi í Havn letur hon ikki upp aftur í somu hølum. Orsøkin er, at bygningurin er so fongdur við soppa­ vøkstri, at Arbeiðseftirlitið týsdagin gav Rúsdrekkasøl­ uni boð um at gevast við øll­ um virksemi í bygninginum. Leiðslan á Rúsdrekka­ søluni hevur í eina tíð havt illgruna um sopp í hølunum á Hálsi, sum Rúsdrekkasølan leigar frá Vinnuframagrunn­ inum, ið eisini hevur sína skrivstovu í bygninginum. Í samband við ein leka fyrr í summar varð staðfest av HMP Consult í samstarvi við Dansk Bygnings Analyse, at soppavøkstur var til staðar í bygninginum. Síðan hevur Dansk Bygn­ ingsanalyse, eftir áheitan frá leiðsluni í Rúsdrekka­ søluni, gjørt tvær nýggjar kanningar. Tann fyrra staðfesti, at talan var um víðfevndan soppavøkstur, og í seinastu kanningini, ið varð latin síðst í farnu viku var staðfest, at bygningurin ikki var egnaður sum arbeiðspláss í verandi líki. Føroyska Arbeiðseftirlitið hevur alla tíðina verið kunn­ að um úrslitið av kanning­ unum, og í seinastu kann­ ingarniðurstøðuni heitti Dansk Bygningsnalyse á Arbeiðseftirlitið um at støðga virkseminum í bygn­ inginum til viðurskiftini eru nærri kannað. Á fundi við leiðslu og ráð­ gevarar hjá Rúsdrekkasøluni týsmorgunin staðfesti Arbeiðseftirlitið, at bygning­ urin skal steingjast beinan­ vegin. Í løtuni er óvist hvussu verður við útsøluvirksemi­ num hjá Rúsdrekkasøluni, men greiða er væntandi fingin á hesum í seinasta lagi í morgin, mikudagin. ­ Vit hava longu flutt ein part av virkseminum til goymslubygning okkara á Hjalla. Vinnan – t.v.s. út­ skeinkingarstøðini – koma sostatt ikki at merkja hesa íkomnu støðuna, sigur Elsa Maria Holm Olsen, stjóri á Rúsdrekkasølu Landsins. ­ Vit arbeiða í løtuni við at finna eina loysn við­ víkjandi útsøluni. Vit hava leitað eftir egnaðum hølum, og rokna við at kunna lata upp aftur hósdagin í øðrum hølum í býnum. Fløsku­ móttøkan verður ikki virkin komandi tíðina, og heitt verður tí á viðskiftafólk okkara um at nýta fløsku­ móttøkur á hinum deild­ unum hjá Rúsdrekkasøluni. Helst verður talan um eina avmarkaða tænastu í fyrstani í mun til ta tænastu, vit hava kunnað givið, sigur Elsa Maria Holm Olsen. 20 fólk starvast hjá Rús­ drekkasølu Landsins við Hoyvíksvegin. 10 í handli­ num, 7 í umsitingini og 3 í goymsluni og fløsku­ móttøkuni. Rúsan flutt í goymsluhøli á Hjalla Fátæk børn í Noregi Í Noregi vísa tøl, at í 2006 vóru 35.000 fleiri fátæk børn har enn seks ár frammanundan. Í grein í granskingartíðarritinum Fafo stendur, at talan er serliga um børn hjá arbeiðsleysum foreldrum ella foreldrum við lítlari og ongari útbúgving. Granskarin Roy A. Nielsen, sum hevur verið við til at gera kanningina, sigur, at tann almenni stuðulin til arbeiðsleys fólk er ov lítil, og at tað ávirkar tilveruna hjá børnunum tann skeiva vegin. Aðalskrivarin í Red Barnet, Gro Bækken, gevur granskaranum rætt og mælir politikarunum til at økja arbeiðsloysisstuðulin, skrivar NTB. Stuðul var í lagi Tað vakti ans og elvdi til misnøgd millum danskar kappingarneytar, tá grønlendska fiskivinnufyritøkan Royal Greenland fekk 500 milliónir krónur í hjálp frá landsstýrisnum í summar. Tær donsku fyritøkurnar vildu vera við, at tann almenni stuðulin var í stríð við kappingarreglurnar. Men tað var hann ikki, skrivar Lene Espersen, vinnumálaráðharri, í einum svari til Søren Espersen úr Danska Fólkaflokkinum, sum setti spurningin. Ráðharrin sigur í svarinum, at Grønland hevur sína egnu kappingarlóg, og at tí umfata tær donsku reglurnar ikki Grønland og grønlendsk feløg. Rúsdrekkasølan væntar, at fólk sleppa at keypa rúsdrekka aftur á øðrum stað í høvuðsstaðnum fríggjadagin