Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-04, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. september 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 168 - 4. september 2009 15 Lotta Vest Joensen í Vági andaðist týsdagin á Suðuroyar Sjúrkshúsi, 82 ára gomul. Kistan fer úr kapellinum fríggjadagin kl. 17 í Vágs kirkju. Jarðarferðin verður leygardagin kl. 13 úr Vágs kirkju. Sungið verður úr sálmabókini. Tey, ið vilja minnast Lottu kunnu lata Vágs kirkju eina peningagávu. Andlát og jarðarferðir Brúdleyp Leygardagin 5. sept. kl. 12.00 giftast í Skopunar kirkju Jacoba Winther og Jón Tór Baldvins­ son, Skopun. Veitsl­ an verður kl. 18.00 í Samljóð í Skopun. Tey, ið vilja gleða brúðarparið við at koma í brúdleyp, kunnu siga frá á tlf. 259320 ella 213777 innan hóskvøldið 3. sept. Dagurin 4. september. Teodosia. Navnið er helst komið upp í álmanakkan í staðin fyri mansnavnið Teodorius, tí at hann hevði longu 2. apríl sum halgidag. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Mín sonur, mín elskaði sonur, Tá tú lat eygu tíni aftur, bleiv ljósið burtur í mínum lívi, Tá røddin tín tagnaði,tá lærdi eg hvat pína er, Tá hendur tínar blivu kaldar, tá frysti mítt hjarta. Mítt hjarta er fylt við sorg, Og ikki kann eg fata, at eg skal liva mítt lív uttan teg, Uttan teg, sum eg ein dag føddi inn í hendan heim, Men í vónini um at møta tær aftur, Og takkandi Guði fyri hvønn dag, ið eg slapp at eiga teg, Vil eg fara víðari, Ígjøgnum sorgarinnar landskap, eftir sorgarinnar veg, Líka so høgt sum eg elski teg, Líka so tolin vil eg bera sorgina um teg. Ein dag, Tá veturin er av, og tað aftur fer at vára, Tá eg aftur hoyri fuglarnar syngja, Tá vil eg planta eina blómu, Hon skal vaksa í hitanum av mínum kærleika til tín. Og um eina stund, tá hendur okkara aftur røkka hvønn annan, Tá vil tú leiða meg, til tað landið, har tú bíðar eftir mær. Mamman Edmund Jensen 26.01.1987 – 07.09.2008 Á býráðsfundi í Havn fyri 25 árum síðan varð eitt mál um bygging av nýggjum býarbókasavni lagt fram. Uppskotið fevndi um bygging av einum bókasavni mill­ um Posthúsið og Sjó­ mansheimið í Tórsgøtu. Palli Gregoriusssen arkitekt­ ur hevði gjørt eitt skitsuprojekt, sum tilsamans varð mett at kosta 40 milliónir krónur. Kelda: Sosialurin 30. august 1984 Fyri 25 árum síðan: Býarbókasavn fyri 40 milliónir krónur Jólakonsert verður í Norð­ urlandahúsinum hós­ kvøldið 26. november kl. 20.00 við danska sangar­ anum Stig Rossen og før­ oysku Lindu Andrews. Stig Rossen bleiv kend­ ur, tá hann fyrstu ferð lut­ tók í Dansk Melodi Grand Prix í 1988, og Linda Andrews vann X­Factor kappingina fyrr í ár. Billettir kunnu keypast hjá Wellness.fo á Áarveg­ num, í Norðurlandahús­ inum ella á teirra heima­ síðu: www.nln.fo. Bilett­ prísurin er 370 krónur. Sum skilst eru longu 200 bilettir bílagdar, og pláss er til 400 fólk. Møgu­ leiki verður fyri eini eyka­ konsert kl. 17 sama dag, sigur Martin Brodersen (tel. 223312), sum stendur fyri tiltakinum. Jólakonsert við Stig Rossen og Lindu Andrews Linda Andrews Stig Rossen Prógv Annika Pearce, Tvøroyri, hevur fingið prógv sum læknaskrivari á Bispebjerg hospitali.