Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. september 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 168 - 4. september 2009 Eldurin ásettur Tekniskar kanningar hjá amerikonsku løgregluni vísa, at tann stóri skógareldurin norðan fyri Los Angeles er ásettur. Ein talsmaður fyri løgregluna sigur við blaðið Los Angeles Times, at málið verður nú kannað sum eitt drápsmál, tí skógareldurin hevur kostað tveimum sløkkiliðsmonnum lívið. Herumframt hava fleiri fólk fingið skaða undir sløkkiarbeiðinum, og 64 hús eru farin upp í royk. Myndugleikarnir í Kalifornia siga, at skógareldurin er tann størsti, sum hevur verið við Los Angeles, síðani býurin varð grundlagdur. Næstan 5.000 sløkkiliðsmenn royna at basa eldinum. Tangabilar í luftina Minst 60 fólk lótu lív, tá tveir tangabilar við bensini fóru í luftina har norðuri í Afghanistan. Sjónvarpsstøðin Al- Jazeera sigur frá eygnavitnum, at menn hjá Taliban høvdu tikið teir báðar tangabilarnar og vóru í ferð við at lata fólki bensin, tá bilarnir brádliga fóru í luftina. Løgregluovastin í landspartinum sigur, at tað vóru flogfør hjá NATO, sum bumbaðu tangabilarnar. Ein talsmaður hjá NATO-deildunum vil ikki vátta tíðindini, men hann viðgongur, at NATO-flogfør søktu at Taliban har á leiðini, tá tangabilarnir sprongdust. Brúkaraumboðs­ maðurin hevur kannað gald­and­i reglur í samband­i við marknaðarfør­ ing, tá talan er um bankar. Niðurstøðan í mun til markn­ aðarátakið hjá Eik Banka herfyri er, at bankin hevur hild­ið seg til marknaðarfør­ ingslógina TÍÐINDASKRIV Seinastu dagarnar hevur Dimmalætting skrivað um, at Eik Banki hevur haft framløgu fyri 8. flokki í Hoyvíkar Skúla. Brúkara- umboðsmaðurin hevur við- gjørt spurningin. Við tað, at bankar ikki hava nakra áseting um brúk- araverd fyri børn og ung, verður marknaðarførings- lógin løgd til grund. Grein 8, stk. 1 er soljóðandi: § 8. Marknaðarføring, ið vendir sær til børn og ung, skal taka atlit til natúrliga góðtrúnið hjá børnum og ungum, og teirra vantandi royndir og vantandi evni at meta um ymisk viður- skifti, sum hava við sær, at tey eru løtt at ávirka og ímerkja. Brúkaraumboðið og Eik eru samd um, at marknað- arføringslógin § 8 stk. 1 er galdandi í sambandi við marknaðarátak mótvegis skúlanæmingum. Sambært danskari rættarsiðvenju á økinum krevst loyvið frá skúlastýrinum, fyri at fremja slík marknaðarátøk. Sambært Eik var samtykk- ið givið frá skúlans leiðslu. Við tað, at Eik hevði fingið loyvið frá skúla- stjóranum, verður ikki talan um átalu ella brot á grein 8 stk. 1. Brúkaraumboðið hevur eisini havt málið fyri hjá danska brúkaraumboðs- manninum, við tað at vit í Føroyum ikki hava royndir á slíkum øki. Niðurstøðan er greið, at talan ikki verður um nakra átalu ella brot á marknaðarføringslógina, við tað at Eik í hesum føri hevur fingið samtykkið frá skúlastjóranum. Brúkaraumboðið sannar, at tað er sera óheppið, at sagt verður í blaðskriving í Dimmalætting, at talan verður um átalu, meðan við- gerðin fer fram hjá Brúk- araumboðsmanninum. Fyri rættartrygdina og sakliga viðgerð, er tað av størsta týdningi, at partarnir fáa stundir til hoyringar, áðrenn nøkur niðurstøða um átalu verður framborin. Í sambandi við fund og samskiftið, hevur Eik sýnt gott samstarv og skjóta og greiða avgreiðslu. Vegleiðing um marknað- arføring mótvegis børnum og ungum, eisini á skúlum, er at finna hjá danska brúk- araumboðsmanninum, og er tað henda vegleiðing, sum Brúkaraumboðið hev- ur lagt til grund, við tað at danska og føroyska markn- aðarføringslógin eru eins- ljóðandi. Marknaðarføringslógin er nýggj, og bæði fyritøkur og stovnar skulu finna sítt stev í mun til lógina. Omanfyri nevnda vegleið- ing um marknaðarføring mótvegis børnum og ung- um verður send til hoyring- ar í næstum til Mentamála- ráðið, Vinnuhúsið, Felagið Føroyskir Peningastovnar, og aðrar myndugleikar og stovnar. Málið er endað Vegleiðingin ung og børn er at finna á hesi leinkju: http://www.forbrug.dk/ forbrugerombudsmanden/ sager-ogretningslinjer/ retningslinjer/retnings- linjer/brnogunge/ Umframt hesa leinkju er eisini ung og gjaldskort: http://www.forbrug.dk/ forbrugerombudsmanden/ sager-og-retningslinjer/ r e t n i n g s l i n j e r / b m l - retningslinjer/ungeog- betalingskort/ Brúkaraumboðið Vágur tann 4. september 2009. Eik heldur marknaðar­ føringslógina og fær onga átalu Okkum vantar greiðar reglur fyri samskifti millum skúlar og fyritøkur, held­ur Magnus Tausen, formaður Føroya Lærarafelags. Ein banki má ikki fara inn í ein skúla at selja eina vøru, men kunning eftir greiðum reglum er góð, held­ur hann SKúlI Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Eik Banki breyt ikki markn- aðarføringslógina við at hava framløgu fyri 8. flokki í Hoyvíkar skúla. Tað sigur Brúkaraumboðs- maðurin, sum hevur við- gjørt málið, ið Dimmalætt- ing hevur skrivað um. Eik Banki gjørdi einki gal- ið, tí bankin hevði framm- anundan fingið loyvi frá skúlans leiðslu at koma inn í skúlan við síni kunning. Magnus Tausen, formaður í Føroya Lærarafelag hevur ikki hug at gera viðmerking- ar til ítøkiliga málið, men sum heild kundi hann hugs- að sær greiðar reglur fyri slíkt, soleiðis at tað ikki var tann einstaka skulaleiðslan, sum skuldi taka støðu. Reglurnar skuldu komið frá Mentamálaráðnum. Reglur mugu gerast - Vit kundu hugsað okkum betri og skipað samstarv við fyritøkur, sum hava nak- að at bjóða í undirvísingini. Vit hava so lítið at halda okkum til. At hatta málið var tikið fram soleiðis var júst dømi um, hvussu lítið avklárað tað samstarvið er, sigur Magnus Tausen. Hann nevnir, hvussu van- ligt tað er í øðrum londum, har fyritøkur eitt nú kunnu lata virðislønir til næmingar, sum hava staðið seg væl. - Eg veit eisini, at fleiri fyritøkur liggja inni við góðum undirvísingartilfari, til dømis oljufeløgini, pen- ingastovnarnir tað sama, og spell er, at tað ikki verður brúkt, sigur Magnus Tau- sen, sum tó leggur stóran dent á, at eingin pen- ingastovnur eigur at sleppa inn í ein skúla í skúlatíðini við sølufremjandi tiltøkum. Í lagi at upplýsa um pen­ ingaviðurskifti Magnus Tausen, formaður í Føroya Lærarafelag