fríggjadagur 4. september 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 168 • 4. september 2009
Vikuskifti
70 luttakarar úr átta ymsum
londum heilt frá ovasta ráð
harra til einstaka listafólkið
vóru savnað á mentanarligu
ráðstevnuni Nordisk Kulturforum
í síðstu viku. Enn einaferð vóru
mentafólk úr Norðurlondum
kallað saman at endurskoða og
koma við broytingaruppskotum
til norðurlendska mentanarsam
starvið, sum tað skal skipast frá
2010 til 2012.
Fleiri líknandi fundir hava longu
verið, tí tað hevur víst seg, at
stóru broytingarnar sum vóru
gjørdar í mentanarliga samstarvi
num í 2007 ikki eru nøktandi.
Fundurin hesuferð var í stóran
mun skipaður sum smærri
arbeiðsseminar, har luttakaranir
í bólkum arbeiddu við ymsum
evnum. Niðurstøðurnar hjá
arbeiðsbólkunum vóru síðani
sendar Norðurlandaráðnum, sum
tekur støðu til, hvussu uppskotini
skulu raðfestast í einum nýggjum
mentanaráliti.
Finna sama mál
Longu í byrjanini á ráðstevnuni
kom fram, at ein tann størsta
avbjóðingin á slíkum stórfundum
er, at ymsu luttakararnir ikki tosa
sama mál soleiðis at skilja, at
teir ikki leggja sama týdning í
gjøgnumgangandi hugtøk.
Sum dømi nevnir Jenny
Petersen, stjóri á Tjóðpallinum,
hugtakið "Kreativur ídnaður" sum
var eitt av høvuðsevnunum á
fundinum. Hetta var eisini evnið,
sum hennara bólkur arbeiddi
við, og eftir hennara tykki fór
óneyðuga nógv tíð til at semjast
um, hvat orðið merkir.
Embætisfólkini høvdu eftir øll
um at døma ongar trupulleikar við
orðinum, meðan listafólkini beina
vegin vóru á varðhaldi, tí tey sóu
okkurt slag av samlibandslist fyri
sær. Tí skutu vit eisini upp at brúka
hugtakið "Kreativ næring" í staðin
fyri, greiðir Jenny Petersen frá.
Hóast hetta kann ljóða sum
orðkloyvari, hevur tað alstóran
týdning, at slík hugtøk koma uppá
pláss, tí tað kann verða avgerandi
fyri, hvussu peningaligi stuðulin
verður latin, minnir Jenny
Petersen á, og heldur fram.
Tá tú til dømis kjakast um,
hvat sambandið er millum list,
mentan og kreativan ídna, er
tað heilt avgerandi, at tú veist,
hvør ger hvat. Eftir okkara tykki
er tað innan list og mentan,
at hugskotini og granskingin
fer fram, og tað skal sjálvandi
stuðlast peningaliga. Kreativan
ídna fata vit hinvegin sum ein
sølulið, sum má væntast at geva
yvirskot, men sum also livir av
hugskotunum frá listini í eini
áhaldandi ringrás, greiðir hon frá.
Jenny Petersen ásannar, at
tvørrandi samskifti kring slík
týðandi hugtøk ofta darvar
arbeiðinum á stórfundum
sum Nordisk Kulturforum, har
listafólkini ofta óttast, at sjálv
listin druknar. Tí eftirlýsir hon
eisini fleiri smærri faklig forum,
har til ber at savna seg um
einstaku listagreinina.
Tryggja armslongdina
Hesum er Oddfríður M. Rasmus
sen, formaður í LISA samdur í.
Sum dømi um eitt sera væleydn
að fakligt minni forum av hesum
slag, nevnir hann norðurlendska
Bókmentaforummið í Oslo fyri
fimm árum síðani. Fundururin
kom í lag, tí bókafólk høvdu
varnast, at týðarastuðilin brádliga
var horvin í nøkrum broyting
um, sum júst vóru gjørdar í
mentanarliga samstarvinum.
Tað var sjálvandi ein vanlukka
fyri bæði rithøvundar og týðarar,
og ikki minst fyri møguleikan hjá
ymsu tjóðunum at marknaðarføra
sínar bókmentir. Úrsliti av
fundinum var, at týðarastuðulin
fekk eina pulju fyri seg, og tískil
ikki longur er bundin av trýára
programminum hjá Nordisk
Kulturforum, sigur Oddfríður M.
Rasmussen.
Hann er sannførdur um, at tað
var sakkunleikin í einum lítlum
forum, sum hesuferð tryggjaði
góða úrslitið. Tí er eisini hann
á varðhaldi, tá dagsskráin í
mentanarsamstarvinum verður
sett úr erva á einum stórfundi
við ov lítlum atliti til einstøku
listagreinarnar.
Ein tann størsti vandin á
slíkum stórfundum er eisini,
at øll ikki hava somu fatan av
armslongdarprinsippinum. Tí er
tað eftir mínum tykki framvegis
best, um spurningar viðvíkjandi
einstøku listagreinunum verða
viðgjørdir av sakkønum fólki
í smærri bólkum fyrst, sigur
Oddfríður M. Rasmussen.
Nordisk Kulturforum hóskar
hinvegin fínt, tá løtan er komin
at taka samanum og eftirmeta,
heldur hann.
Listin kann drukna
í stórfundum
Nordisk Kulturforum hevur sínar styrkir, men vit mugu ansa eftir, at sjálv listin ikki
druknar á slíkum stórfunum, har luttakarnir hava so ymisk áhugamál, halda føroysk
mentafólk, sum luttóku á Norðurlendska Mentanarfundinum í Havn herfyri
- Slíkir fundir eru fínir til eftirmeting,
men stóra forummið darvar ofta
neyva samskiftinum um ávís
mentanarhugtøk, sigur Jenny C.
Petersen, stjóri á Tjóðpallinum
Mentan
Anna V. Ellingsgaard
blaðkvinna
anna@sosialurin.fo
70 fólk úr átta ymsum londum og enn fleiri listarligum fakøkjum royndu at finna felags stev á Nordisk Kulturforum í Havn herfyri
Vit mugu ansa eftir, at listarliga dagsskráin verður sett úr erva á slíkum
stórfundum, heldur Oddfríður M. Rasmussen, luttakari og formaður í LISA
20