Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-07, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. september 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 7. september 2009 – Nr. 169 Bert 17 ára gamla Rannvá Djurholm var millum tey, sum sunnudagin runnu heilt maraton í Havn jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Hóast marathon-renningin var fyri aldursbólkin 18 ár og eldri, valdi Rannvá at taka avbjóðingina upp. Og tað gekst henni somikið væl, at hon gjørdist nummar tvey í kappingini. Hetta við tíðini 3 tímar, 44 minuttir og 55 sekund. Og uttan iva er hon yngsta kvinnan her á landi, sum hevur gjøgnumført eitt maraton, sum altso er 42.195 metrar. Tá Rannvá bert er 17 ára gomul, hevði hon ikki møguleika at fáa ein teimum trimum ferðaseðlunum, sum vórðu lætnir í virðisløn til tríggjar tær fyrstu, sum komu á mál. Men lítil ivi er um, at gleðin við at gjøgnumføra avbjóðingina vigaði fult so nógv, sum ein ferðaseðil í hennara hugaheimi. Sum skilst, so var Rannvá væl fyri eftir túrin, hóast beinini vóru eitt sindur eym og nakrar bløðrur vóru á føtunum. Eftir renningina varð dopingtest gjørd,hetta dróg langt út og gjørdi tað, at hon ikki var heima fyrr enn tveir tímar eftir, at hon kom á mál. Clijsters aftur á toppinum Belgiska Kim Clijsters gavst fyri nøkrum árum síðani við tennis, tá hon heldur vildi savna seg um leiklutin sum mamma. Men nú er hon aftur, og eingin ivi er um, at hon ætlar sær heilt upp á tindarnar aftur. Sunnukvøldið vann hon seg fram til 1/4-finaluna í US Open, eftir at hon vann 6-0, 0-6, 6-4 á Venus Williams. Í fjórðingsfinaluni skal óseedaða Clijsters spæla móti Na Lið, sum er styrkismett sum nummar 18. Arnesen fær av at vita Danski ítróttarstjórin hjá Chelsea, Frank Arnesen, fær av at vita í ensku miðlunum. Eitt er, at Arnesen verður mettur at vera ein av høvuðspersónunum í gøluni, sum helst kostar felagnum eitt ára transfer-bann. Annað er, at Frank Arnesen í fyrrverandi starvi sínum sum talentstjóri hevur nýtt á leið hálva milliard upp á ungar spælarar, uttan at nakar av hesum hevur vunnið seg fram á besta liðið hjá Chelsea. Nakað sum ensku miðlarnir halda vera eina sanna fiasko. jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Síðani Terje í summar kappaðist á Donnington Park, hevur hann havt ein steðg, eftir at hann var partur av einum óhappi í koyring, og men í farnu viku var hann aftur partur av kappkoyring. Hesa ferð á kendu Brands Hatch-breytini norðan fyri London. - Eg havi ongan tíð vefrið á Brands Hatch fyrr, so eg mátti venja meg við breytina, men tað gekk fyri tað mesta sera væl. Undir venjingunum hevði eg tíðir, sum vóru í top-10,men undir kvalifikatiónini gjørdi eg eitt mistak, so eg gjørdist nummar 13, sigur Terje Joensen. - Í fyrsta racinum kom eg væl frá startinum, men longu í fyrsta svinginum var eitt størri óhapp beint framman fyri meg, og eg datt aftur á 15. plássið. Hinvegin gekk næsta umfarið av kappkoyringini betur, og gjørdist eg tá nummar 13 av teimum 26 koyrarunum, sigur Terje Joensen. Næsta kappkoyringin hjá Terja verður á Anlesey-breytini í norðara partinum av Wales. Sjálv koyringin verður tann 11. til 13. september, men ætlandi fer Terje til Wales at royna breytina unan hesum. Terje koyrdi á rands Hatch 17 ára gomul rann marathon Arnbjørn, Hans Pauli og Andrew í hópin Eingin sentralur miðvallari er tikin út til landsliðs­ hópin, sum nú fer at fyrireika seg til dystin móti Litava Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Arnbjørn T. Hansen, Hans Pauli Samuelsen og Andrew av Fløtum fingu í dag landsliðsboð av skrivstovuni hjá FSF. Fróði Benjaminsen, Atli Danielsen og Bogi Løkin eru allir leikbannaðir til dystin mikukvøldið, og tí kundi kanska roknast við, at onkur av nýggju monnunum var sentralur miðvallari, men tað er so ikki støðan. Eitt annað alternativ, sum kundi verið upplagt, vildi verið Christian Høgni Jacobsen, men av givnu umstøðunum er hann ikki partur av hópinum hesaferð. At eingin upplagdur miðvallari er úttikin hesaferð, leggur upp til rokadur á liðnum, og eitt nú kann roknast við, at Christian Lamhauge Holst hesa ferð verður at síggja meira sentralt, meðan Andreas Lava Olsen líkist einum uppløgdum boði til plássið á toppinum. Og so er spurningurin, um Jann Ingi Petersen hesa ferð fært pláss í byrjunaruppstillingini á miðvøllinum, ella um Johan Troest Davidsen møguliga kann togast upp sum verjukendur miðvallari, um hann nú aftur er førur fyri at spæla. Johan Troest Davidsen spældi við bólti, tá liðfelagarnir hitaðu upp á Graz, og tað kundi bent á, at hann nú aftur er til reiðar at spæla. So er spurningurin bara, um hetta verður í verjuni ella á miðvøllinum Mynd: Hilmar Jan Hansen/ Einslistir Eftir at hava havt steðg í ein mánað, var Terje Joensen aftur við í bretskari racing, tá hann í farnu viku koyrdi á víðagitnu Brands Hatch Terje Joensen, sum koyrir kappkoyring við motorsúkklu í Onglandi, stóð seg væl, tá hann í farnu viku var við í kapping á Brands Hatch Bert 17 ára gamla Rannvá Djurholm var ein av teimum, sum sunnudagin rann heilt marathon í Havn