týsdagur 8. september 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
tíðindi
Nr. 170 - 08. september 2009
Tað verður ikki nógv
føroyskt framleitt
sjón varp at síggja
í vetrarskránni hjá
Krin gvarp Før oya.
Pen ingurin strekkir
ikki til, er grund gev
ingin
Kringvarp
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Seinasta hondin verður nú
løgd á vetrarskránna hjá
Kringvarp Føroya. Okkurt
nýtt verður at síggja, um
framt at okkurt gamalt eis
ini verður sent. Tó verður
tað eftir øllum at døma ikki
rúm til at framleiða nógv av
nýggj um føroyskum tilfari.
Tað hevur ljóðað í sein
astuni at Kringvarp Føroya
verður noytt at spara gott
og væl tvær milliónir krón
ur. Hetta avsannar Kring
varps stjórin tó.
Vit gera sum frægast
fyri at halda okkum innan
fyri fíggjarkarmarnar, er
svar ið,
Annika
Mittún
Jacob sen, kringvarpsstjóri,
gev ur okkum, tá vit spyrja
um møguligar sparingar eru
á veg.
Ikki rúm til
framleiðslu
Nýggja vetrarskráin hjá
Kring varpinum er ikki fast
løgd enn. Tað stendur tó
greitt, at tað er ikki rúm fyri
tí heilt stóru framleiðsluni
av nýggjum sjónvarps send
ingum.
Kringvarpið hevur ikki
fingið lønarkompenstatión
síðan 2004, og síðani tá eru
grundlønirnar hjá einum
journalisti hækkaðar við 17
prosentum. Afturat tí koma
so sjálvandi sáttmála bund
nar yvirtíðir, vaktar gjøld og
um flokk ingar. Tí eru vit
nógv færri fólk nú, enn vit
vóru í 2004, og tað eru
heldur eingir freelancearar
eftir. Tá lønirnar, el, olja og
aðrar rokningar eru goldnar,
so er einki eftir. Men tað er
jú eigarin – almennu Før
oyar gjøgnum Menta mála
ráðið sum hevur valt, at
tað skal verða soleiðis,
greiðir
Annika
Mittún
Jacob sen frá.
Millum tey tingini, sum
verða í vetrarskránni, kunnu
tó nevnast, at tað hvørja
viku verður ein dokumentar
sending, tann fyrsta við
kring varps stjóranum sjálv
ari. Eisini verða barna
sendingarnar hvørt fríggja
kvøld, og har verður tað ein
nýgjørd
sending
hvørja
ferð.
Aðrar sendingar, so sum
32 og annað, verða sendar
sum vanligt.
Stórt alment hall
Í Íslandi høvdu ríkið og kommunurnar 45 milliardir
íslendskar krónur í halli í øðrum ársfjórðingi
samanborið við 0,6 milliardir í halli í sama tíðarskeiði í
2008. Hagstovan í Reykjavík sigur, at ríkiskassin hevði
150 milliardir krónur í inntøku í øðrum ársfjórðingi
samanborið við 163 milliardir somu mánaðir í fjør, tí
minni kom inn í skatti og avgjøldum. Samstundis
vuksu útreiðslurnar hjá tí almenna nógv, úr 163
milliardum í apríl ársfjórðingi í fjør upp í 195
milliardir somu mánaðir í ár.
Meiri olja í Noregi
Norska oljufelagið StatoilHydro og tað svenska Lundin
hava funnið tvær nýggjar olju og gassleiðir í norskum
sjóøki. Leiðin, sum StatoilHydro hevur funnið, er góðar
fimm fjórðingar frá Aasgardleiðini í Norskahavinum, og
fyribilsmetingar siga, at millum 13 og 31 milliónir tunnur
av olju og millum ein og tvær milliardir rúmmetrar av
gassi eru í brunninum, sum StatoilHydro eigur 41 prosent
av. Leiðin, sum Lundin hevur funnið, er suðuri í
Norðsjónum, men enn hevur felagið ikki sagt nakað um,
hvussu stór hon er. Lundin eigur 50 prosent av loyvinum.
Hjarta felagið og
Hjartabarnið hava
ley gar dagin 19. sep
tember evnisdag á
Seglhúsloftinum á
Tvør oyri
Heilsa
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Eitt serligt heilsuátak verð
ur leygardagin 19. sep tem
ber á Seglhúsloftinum á
Tvøroyri.
Tað eru Hjartafelagið og
Hjarta barnið, sum skipa fyri
evnisdag, ætlaðum li um við
maka. Fólk, sum ikki eru
limir, eru eisini væl komin,
og hugsað verð ur serliga
um tey, sum eru hjartasjúk,
hava pace mak ara, hjarta
startara og so foreldur og
avvarðandi at hjartasjúkum
børnum.
Dagurin byrjar klokkan
10 og endar klokkan 15.30,
og skráin er løgd soleiðis,
fyri at tey, sum ikki búgva í
Suðuroynni, sleppa suður
og norður aftur sama dag.
Smyril fer úr Havn klokkan
sjey um morgunin og av
Drelnesi
aftur
klokkan
18.30.
Nógv upplýsing
Læknarnir Heðin Thomsen
og Hans Petur Nielsen fara
at hava fyrilestrar.
Heðin Thomsen skal tosa
um æðrakálking, blóð tøpp
ar, pacemakarar og hjarta
start arar. Hans Petur Niel
sen fer at tosa um við føddar
hjartasjúkur hjá børnum.
Fysioterapeuturin
Sára
Danielsen fer at tosa um
rørslu, kostráðgevin Beinta
Leo um heilsugóðan mat,
og sjúkrarøktarfrøðingarnir
Amy Ljósheim og Marjun
Thomsen fara at siga frá
um hjartarehabilitering.
Haraftrat fer ein hjarta
sjúklingur at siga sína søgu
um, hvussu tað var brádliga
at gerast álvarsliga sjúkur,
og foreldur at einum hjarta
sjúkum barni fara at greiða
frá, hvussu tað var at fáa
eitt hjartasjúkt barn.
Undirhald
verður
til
børn ini, meðan tey vaksnu
lurta eftir fyrilestrunum.
Tiltakið er ókeypis, men
neyðugt er kortini at tekna
seg hjá Jensu Heinesen, tlf.
313422213422,
Sólvu
Dam tlf. 311259511259
ella hjá Beintu Ejdesgaard,
tlf. 556467 í seinasta lagi
týs dagin 15. september.
Hjartadagur á Tvøroyri
Lítið nýtt sjónvarp í vetrarskránni
Talan verður um eina skerda framleiðslu av føroyskum sjónvarpstilfari til vetrarskránna hjá Kringvarp Føroya (tilgjørd mynd)