Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-08, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. september 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 170 - 08. september 2009 til meira eftirlæti. Hansara rund ferð í arabiska heimi­ num fyrr í ár varð ein skelk­ andi roynd at lifra fyri tí muslimska heiminum, met­ ir Motti Isaak, sum ikki vil hoyra talan um samráðingar við “arabiskar terroristar”, sum hann fasthugsin kallar palestinska fólkið ígjøgnum alt kvøldið. Hann trýr ikki trýr uppá nakr an frið við fíggindan. Nei, tað vóru arabararnir, sum lupu á Ísrael í 1948, eftir at ST hevði samtykt at býta økið sundur í ein jødisk an og ein arabiskan stat. Tað vóru arabararnir, sum stovnaðu PLO í 1964 og framdu óteljandi yvir­ gangs at sóknir ímóti Ísrael, trý ár áðrenn Ísrael “fríaði” Judea og Samaria í seks­ daga krígnum í 1967 “við Guds hjálp”, sum hann aft­ ur undirstrikar. Allar royndir at nærkast eini friðaravtalu hava sambært ráðsnara jødis ka aktivistinum gjørt Ísrael til eitt ótryggari stað, og tíðin er komin til at ignorera Obama og vestur­ heimin og seta móðurlandið í fremstu røð. Og tá Óli Breckmann sein ni um kvøldið hevur ein spurning um demokra­ tin á brúnni í Hvítu Húsu­ num, so eitur hann ikki long ur Barack Obama, men Hus sein Obama, fyri at undir strika hansara arabisku røtur. So manglar bara, at vit skifta eftirnavnið Obama út við Osama... Land lyftisins Eg má vera tann einasti per són ur in undir 40 ár í hálv tóma Miðlahúsinum og kann staðfesta, at kristin zioni sma, hesin marghátt­ ligi tokkin til lítla statin við tí bláu dávidsstjørnuni, ikki er ein eiggilig søk millum ung í Føroyum. Flestu gestir nir eru eldri fólk úr før oyska sam kom u um­ hvørvi num. Á fremsta beinki situr sjálv inkar na­ tión in av føroyskum stuðli til Ísrael, Svenning av Lofti, og hann svarar hart og játtan di til, meðan Motti hug leiðir um eretz Yisrael, ella Móðir Ísrael. Ikki við himmal vendum eygum og einum nationalreligiøsum rúsi, men við einum hvøss­ um og álvarsomum eygna­ brái. ­ Ábraham var søgunnar fyrsti zionistur, tá Gud bað hann fara úr landi sínum og byggja nýtt land í Judea og Samaria. Síðani hevur ein jødiskur minniluti altíð búð í heilagu býunum í økinum. Og eg havi ongantíð verið meiri bjartskygdur enn í dag, nú talið av jødiskum bú setingum í økinum táttar í eina hálva millión, sigur Motti Isaak. Upprunin til modernaða zionis mu verður mangan dag festur afturi í 1896, tá eystur ríkski jødin Theodor Herzl gav út bókina Der Juden staat, sum proklameraði visjónina um ein jødiskan heimstað í Pale stina. Men fyri at skilja mentalitetin hjá Motti og hansara ideologisku brøðr­ um og systrum á Vestara áarbakka skulu vit eina longri ferð aftur í tíðina. Aft ur til Ábraham, sum í 1. Móse bók kapittul 12 fær gud dómlig boð um at fara úr húsi faðirs síns “til land­ ið, ið Eg skal vísa tær”, sum skrivað stendur. Leiðin varð løgd til Kánansland, og nú er landið aftur vorðin ogn hjá útvalda fólkinum, sum ikki vendir hin vangan til, tá fíggindin nærkast. ­ Stríðið millum ísraelar og arabarar byrjaði ikki í 1948, tá staturin Ísrael varð stovn aður. Stríðið byrjaði ikki í 1967, tá vit við Guds hjálp fríaðu Judea og Samaria. Stríðið byrjaði, tá fyrsti jødiski innflytarin setti sín fót á lovaða landið. Hygg at Gaza! Vit fóru haðani í 2005, og síðani hava rakettirnar regnað inn yv ir Suðurísrael. Um vit taka okkum aftur úr Judea og Samaria, so koma Jerusa lem og Tel Aviv eisini í skotlinjuna. Og vit vóna, at núverandi stjórnin ikki verð ur so býtt og bláoygd at lurta eftir verðini og geva eftir fyri altjóða trýsti, er Motti Isaak avgjørdur. Hann hevur eitt stórt kort av Miðeystri á vegginum, og við hansara vinstru lið er eitt stórt føroyskt og eitt líka stórt ísraelskt flagg. Við penninum vísir orto­ dok si jødin, hvar sløgini hava staðið síðani 1948, og hvar búsetingarrørslan í løtu ni byggir og útbyggir. Yvirfyri altjóða sam­ felagnum tekur ísraelska stjórn in frástøðu frá intensa byggi virkseminum. Men tigan di heldur virksemi fram, hóast Ísrael sambært øll um altjóða semjum hevur bund ið seg til at steðga vøkstri num og geva rúm fyri einum komandi palestinskum stati. Motti og hansara andsfelagar eru har av religiøsum orsøkum, men sekulerar ísraelskar stjórn ir hava sanniliga sæð strategiska týdningin av bú seting unum og gagnnýtt hesa rørslu. Endamálið er sóla r klárt: At leggja so nógv land inn undir seg sum gjørligt og harvið skapa sær eitt sterkt út gangs støði, um endaleysu friðar sam ráðingarnar eina­ ferð skuldu ført til eitt kom­ promis. Hin fyrsti steinurin Tá maðurin er liðugur at tosa um prosjektið hjá hon­ um og hinum búsetingunum á Vestara áarbakka spyrji eg, hvussu aktuella kon fliktin kann loysast. Hann borð­ reiðir fyrst við einum orða­ floymi um anti­ísraelskar journalistar í vestur­ heiminum og svarar síðani, at alt prátið um eina friðar a­ vtalu og ein palestinsk an stat undir lið ini á Ísrael, tað vil siga í Gaza og á Vestara áarbakka, er óaktuelt og veruleikafjart. Tað ber ikki til at fáa frið í lag, tá grannin hevur valt kríggj. Tað besta, Ísrael kann gera, er at berjast ímóti yvirgangi og royna at halda tørn yvirfyri út lendsk­ um trýsti. Tað er altíð áhugavert at fáa størri innlit í hugsunar­ háttin hjá eini rørslu, sum hevur ein so sentralan leik­ lut í ísraelskum politikki. Men tað er samstundis leiði­ ligt at lurta eftir einum manni, sum hevur so syndar­ liga lítið konstruktivt at siga um aktuellu konfliktina millum ísraelar og palestinar. Fíggindin er ein riðil av terroristum, basta! Ikki ein tann einasta jánkas liga royndin at skilja, verstehen, hvaðani palestinska vreiðin og harð s kap urin kemur. Ongin sann kenning av, at ísraelska­arabiska konfliktin er ein drúgv ur spiralur av harð skapi, sum gongur báðar veg ir, og sum plaserar ábyrgd báðumegin hegnið. Og ein framløga, sum er so kemiskt reinsað fyri re flek­ tiónum um, hvussu partarnir kunnu koma víðari, er ein lítið verd framløga. Hvør kastaði fyrsta stein­ in? Fyri ein jøda vil søgan altíð vera, at hansara fólk varð rikið í útlegd fyri 2000 árum síðani, sum síðani hevur verið heimleyst og for fylgt, og hvørs líðingar kul mineraðu við jøda týn­ ing ini í Nazitýsklandi. Ísrael er søgunnar seinasta flótta­ lega, og nú ræður um at berjast fyri sínum rætti. Fyri ein palestina byrjaði útlegd­ in og líðingin í 1948, tá umleið 800.000 palesti nar vórðu ryktir upp við rót og tveittir út í eina tilveru sum heimleys flóttafólk. Ein støða, sum versnaði við her­ setingini í 1967. Sum hev ur ført til eina regulera av byrging av palestinsku sam feløgunum í Gaza og á Vestara áarbakka. Og sum hevur kostað fleiri túsund pa lestinsk mannalív í saman brestum við ísraelska yvir valdið. Tvær ymiskar søgur um, hvør kastaði fyrsta steinin. Tvær ymiskar raðfylgjur í strem ba nini eftir at kort­ leggja, hvør førir eitt sjálv­ boðið og aggressivt kríggj, og hvør førir eitt neyðugt og fyribyrgjandi kríggj. Tvær ymiskar fatanir av, hvør partur agerar, og hvør part ur reagerar. Í gjárkvøldið í Miðla húsi­ num hoyrdu vit so tað fyrru søguna. Søguna um jødan, sum rættvíst verjir seg fyri arabiskum ágangi. Men søgan er altíð hálv, tá søg an hjá mótpartinum ikki verður fortald. and um jødiskar búsetingar: Síðani Ísrael hersetti Vestara áarbakka frá Jordan í 1967, hevur talið av jødiskum búsetingum í økinum verið støðugt vaksandi. Sambært fólkateljing í 2007 vóru 484.000 jødiskir búset- ingar á Vestara áarbakka. Sambært ST-lóggávu og viðtøkum í bæði amerikansku kongressini og ES-parlamentinum er vøksturin av jødiskum búsetingum ólógligur og brýtur altjóða semjur, tí økið er ætlað einum komandi palestinskum stati. Í 2005 tvangsflutti ísraelska stjórnin sínar 10.000 jødisku búsetingar í Gaza. Nýggja ameri- kanska stjórnin hevur herðað trýstið á ísraelsku stjórnina um at steðga við byggivirkseminum á Vestara áarbakka. FAKTA ” - Eg havi ongantíð verið meiri bjartskygdur enn í dag, nú talið av jødiskum búsetingum í Judea og Samaria táttar í eina hálva millión Hetta er úrslitið av jødiskum byggivirksemi á Vestara áarbakka, sum altjóða samfelagið roynir at steðga, tí talan er um hersetta arabiska jørð. Her sæst jødisk niðursetubygd í Hebron Irakar fjala seg í Danmark Síðani Danmark og Irak fyri fýra mánaðum síðani samdust um, at Danmark kann senda irakar heimaftur, hava minst 95 irakar gjørt av at fjala seg fyri at sleppa undan at verða sendir heim. Tað vísa tøl hjá útlendingadeildini hjá løgregluni, skrivar Berlingarin. Ein talsmaður fyri løgregluna sigur, at hóast fleiri royndir hevur løgreglan ikki hitt nakran av teimum 95. Tað kann hugsast, at tey eru farnir av landinum, men tað kann eisini hugsast, at prestar og onnur fjala tey fyri myndugleikunum, sigur talsmaðurin. Livni misnøgd Tzipi Livni, sum er formaður í ísraelska flokkinum Kadima, er sera misnøgd við politikkin hjá Benjamin Netanyahu, forsætisráðharra og stjórn hansara. Í gjár fanst hon hvassliga at avgerðini hjá stjórnini at byggja meiri enn 300 nýggjar íbúðir á Vestara Áarbakka. Tað skrivar blaðið Ha'aretz. Hon var serliga hvassorðað, tá hon umrøddi forsætisráðharran. Tzipi Livni segði, at Netanyahu sigur eitt, men ger nakað annað, og at hjá honum hevur tað størri týdning at møta til myndatøku enn at taka tær neyðugar avgerðir.