Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-08, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. september 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 170 - 08. september 2009 15 viðmerkingar Bæði veljarakanningin og politiski ruðulleikin í løtuni, vátta eina heilt óvanliga støðu í eini parlamentariskari skipan: Andstøðan eigur 100% stuðul á tingi og millum fólk. Ikki minst andstøðan í samgonguni. Øll eru ímóti førda politikkinum, onki kann takast fyri fult – og sambandsafturhaldið vinnur, hóast tað hevur fremstu ábyrgdina av skilinum Hitti ein tilkomnan mann í vikuni, tá eg var til handils í Keypssamtøkuni. Hann tosaði um politisku støð­ una. Nei, hann helt, at her var ongin politikkur yvir­ høvur. Samgongan er í fullkomnari upploysn. Skattalættar, ólogligar meirnýtslur og ein vitleys­ ur fíggjarpolitikkur hava kollrent búskapin, segði hann. Ongin fíggjarstýring hevur verið hjá landi og kommunum undir ABC­ stýrinum. Alt varð givið út aftur, sum varð spart upp eftir seinastu kreppu og tað, sum vit rindaðu av stóru uttanlandsskuldini – »tá Karsten var í tykkara flokki og sat á kassanum«, sum hann málbar seg. Nú er ein milliard í undirskoti og lagt verður eftir teimum veikastu og pensjónistun­ um. Upp undir valið tosaðu øll um »bleyt virði«, og núverandi løgmaður sleit fyrru ABC­samgonguna, tí teir kundu ikki liva við, at íløgur vórðu samtyktar fyri millardir í tunlar og vegir. Men nú hava teir samtykt alt tað sama, sum tá varð skírt vera ábyrgdarleyst og meira afturat, meðan teir hava skorið tey bleytu virðini. Og allir skeldast inn á hvør annan í sam­ gonguni, so ongin veit, hvør er í stjórn ella and­ støðu. So hann skilti púrt onki av nøkrum. Men, legði hann so afturat: Kaj Leo hevur klárað seg betur enn eg hevði roknað við! Tað for­ standi eg, segði eg. Hvat hevur løgmaður gjørt, sum fær tygum at halda tað? Nei, tað visti hann ikki, um løgmaður hevði gjørt nakað. Men tað sær út til, at fjølmiðlarnar fáa ikki sett hann fastan, og at hann fær tikið frástøðu frá teim­ um ópopuleru avgerðunum hjá samgonguni – og so sær tað ikki út til, at hann skeldast so illa sum hinir! Hugsi, at hetta er ein sera rámandi lýsing av støð­ uni í føroyskum politikki. »Her er bert ruðul og ong­ in kós, men stúgvandi fult eins og sild í dós«. Ongin veit, hvør er í stjórn og ongin verður settur til ábyrgdar fyri nakað. Øll eru í andstøðu til førda politikkin. Visti tú ikki betur, hevði tú verið sann­ førdur um, at sambands­ menn og javnaðarmenn vóru í andstøðu, sum teir traðka fram í fjøl­ miðlunum. Flokkarnir sleppa øllum málum Javnaðarflokkurin skeldar inn á síni egnu uppskot – og gevur so bara embætis­ fólki skyldina. Ella siga teir bara: »Nei, tvætl eg lúgvi alt!« Og tað gera teir eisini. Ja, Hans Pauli Strøm hartar Sosialin, sum lýsir støðuna, og Hans Pauli lovar at royna at tosa við teir politikarar, sum hava skapt støðuna og gjørt asosialu uppskotini, ið eru samtykt (!). Men hann hevur sjálvur sitið við borðið og samtykt tey. Fólkaflokkurin hevur slept øllum hugsanum um føroyska tjóðarbygging og hyggur at, meðan vanlukku­ ligu úrslitini av teirra skatta­ og fíggjarpolitikki, nú geva sambandinum møguleika at binda okkum í danskar skipanir og leggja alla ábyrgd frá sær. Sambandsflokkurin, sum hevur stjórnað einum fíggjarpolitikki í 4 ár, har onki varð lagt til síðis, ongin skuld niðurgoldin og peningur brendur av í einum alt ov heitum bú­ skapi, sleppur at vera fremsta andstøða, meðan teir enntá hava leiðsluna. Løgmaður stendur ikki til svars fyri nakað Og løgmaður, ið skal vera politiskur leiðari og sam­ bært lóg hevur ábyrgdina av øllum gerðum lands­ stýrisins, sleppur eisini at siga »Nei, tvætl eg lúgvi alt. Meinti tað ikki allíkavæl!« Álopini á veikastu sam­ felagsbólkarnar eru avrádd­ ir av løgmanni, hansara landsstýrisfólki og sam­ gongumonnum. At ongin vinnupolitikkur hevur verið og ein vitleysur búskaparpolitikkur førdur, hevur staðið øllum greitt. Teir hava verið ávaraðir og greið alternativ hava verið løgd fram frá andstøðuni øll hesi árini undir ABC­ óskilinum. (Lesið bert øll mótuppskot og viðmerk­ ingar um skattapolitikkin og búskaparpolitikkin hjá ABC síðani 2004, og lesið uppskot og viðmerkingar um sosialu skeiklingarnar og tann sløkta sosiala radaran. Fyri ikki at tala um niðurbrædda mentanar­ politikkin). Men tá á stendur sleppur løgmaður siga: Jamen, vit vilja ikki skerja vælferð­ ina! Hóast teir júst hava samtykt ein fíggjarkarm við røð av asosialum upp­ skotum í einum sonevnd­ um »ólavsøkupakka«. Og hava ikki flutt eitt komma í teimum risaíløgum, ið samtyktar eru. Hesum »pakka« reypaðu løgmaður og formenninir í Fólka­ flokkinum og Javnaðar­ flokkinum av, og fingu stórar yvirskrivtir um. Hóast allar avleiðingar vóru væl og virðiliga lýstar undir tingviðgerðini. Nú sigur løgmaður: Nei, eg meinti tað ikki allíkavæl. Fólkaræðið fánar Vit hava ikki ráð til slíkt politiskt ráðaloysi í eini støðu, har búskapurin í Føroyum fyrst og fremst dregist við avleiðingarnar av skeivum politikki hjá somu flokkum. Og bert í øðrum lagi dregist við avleiðingunum av altjóða kreppuni, ið tykist sum ein kærkomin undanførsla hjá sitandi samgongu. Føroyska fólkaræðið hevur als ikki ráð til eina støðu, har teir flokkar, sum eru mest ábyrgdarleysir, tykjast fáa politiska vinn­ ingin, tí teir vilja prógva, at vit bara mugu fara undir danskar loysnir og umsit­ ing og skulu noyðast at byggja á virðir, ið vit ikki sjálv skapa. Og føroyska fólkaræðið hevur als ikki ráð til, at vit venja okkara ungdóm og fólk við at byggja upp eitt avrit av tí sonevnda »avmarkaða monarkinum«, sum vit kenna úr Danmark, Noreg og Svøríki. Har er jú ásett, at monarkurin er »politiskt ansvarsfri«. Og soleiðis tykist mær løg­ mansleikluturin í Føroyum at verða vorðin alt meira. Vit í Tjóðveldi vilja hava frælsi og ábyrgd í Føroy­ um. Í løtuni hava vit ístað­ in eina skipan við ábyrgd­ arfrælsi fyri tey, ið hava bjóðað seg fram at stjórna landinum. »Nei, tvætl eg lúgvi alt – samgongan« drepur fólkaræðið Fyrrverandi landsstýrismað­ urin í Almannamálum, Hans Pauli Strøm er firtin og skírir tað bluff, tá eg í grein herfyri vísti á, at tað í stóran mun er bluff, tá sagt verður, at pensiónin er hækkað almikið frá 2004 ­ 2008. Havi tí funnið fram tøl, ið grundgeva fyri mínum uppáhaldi. Tølini vísa greitt, at tað er hækkaða gjaldið úr Samhaldsfasta og ikki hægri pensión, ið ger, at pensionistar fingu størri útgjald samanlagt í 2008 enn í 2004. Talvurnar vísa gongdina í útgjaldi í pensión og Samhaldsfasta árini 2004 og 2008: (Sí talvur 1,2,3) Talvurnar 1 og 2 vísa, at pensiónin bert er hækkað við 598 krónum tilsamans árini frá 2004 til 2008 fyri støk og við 835 krónum fyri hjún. Hækkingin stavar frá javningini í viðbótunum. Grundupphæddin er óbroytt og hevur harvið minni virði. (Tølini eru fingin frá Almanamálaráðnum) Talva 3 vísir greitt, at tað er hækkaða gjaldið úr Sam­ haldsfasta á 1.530 krónur fyri støk og 3.060 krónur fyri hjún, sum ger, at pen­ sionistar fáa størri útgjald í 2008 enn í 2004. (Tølini eru fingin frá formanni­ num í stýrinum fyri Sam­ haldsfasta) Tølini vísa greitt, at tað eru serliga gjøldini úr Sam­ haldsfasta, sum eru hækkað, meðan pensiónin so at siga er óbroytt, í samsvar við tað eg fyrr havi ført fram. Samhaldsfasti ikki part­ ur av pensiónini, tí partar­ nir á arbeiðsmarknaðin­ um gjalda sjálvir Samhaldsfasti er ikki part­ ur av sjálvari pensiónini, sum verður goldin umvegis stórapott, soleiðis sum fyrrverandi landsstýris­ maðurin, HPS vil verða við. Útgjaldið úr Samhalds­ fasta stavar hinvegin frá “øktum skatti”, ið partarnir á arbeiðsmarknaðinum sjálvir rinda í Samhalds­ fasta Eftirlønargrunnin, ið einki hevur við lands­ kassan at gera. Javnaðarflokkurin hevur eisini ferð eftir ferð vart seg við, at skattalættarnir í fyrru ABC ikki vóru so stórir, sum onkur vildi vera við, tí inngjaldið í Sam­ haldsfasta varð hækkað samstundis. Tí er løgið, at útgjaldið úr Samhaldsfasta nú verður lýst sum vanlig pensión. Ein hin mest virdi politik­ arin í Føroyum í nýggjari tíð, fyrrverandi løgtings­ kvinnan Karin Kjølbro, lýsir støðuna ógvuliga væl í kronikki í Dimmalætting týsdagin 1. sept. 2009. Hon sigur m.a.: “Hesin grunnur (Samhaldsfasti) hevur bjarg­ að pensionistunum í Føroy­ um, tí fólkapensiónin hevur stórt sæð verið óbroytt.... Teir (politikarar) ganga støðugt fram á rað og tosa um hækkaðu pensiónina í teirra tíð. Tað er ósatt”. Somuleiðis greiður Karin Kjølbro í kronikki­ num frá gongdini, tá arbeitt var við Samhaldsfasta og nevnir, at fakfeløgini vóru ímóti, tí tey mettu ætlanina um Samhaldsfasta sum eykaskatt. Og sum hon tekur til: “Tey fingu rætt”. Júst ræðslan fyri hesum eykaskatti gjørdi somu­ leiðis, at onkrir politiskir flokkar, eisini Sambands­ flokkurin, vóru skeptiskir mótvegis ætlanini um Samhaldsfasta í byrjanini. Tíðin hevur eisini víst, at pensiónin, sum skal gjald­ ast úr stórapotti, hevur staðið í stað, ímeðan hægri inngjøld (skattur) frá pørt­ unum á arbeiðsmarknaðin­ um gera, at pensionistar fáa hægri útgjald úr Samhaldsfasta. Koddi Samhaldsfasti er tí vorðin koddi hjá ávísum politikar­ um, sum manipulera seg fram til, at pensiónin er hækkað. Sera óheppið má sigast, tí tað førir við sær, at lítið verður gjørt við at betra um pensiónina. Góð skipan Skal til endans undirstrik­ að, at Samhaldsfasti er góð skipan, sum bæði fakfeløg og politiskir flokkar við tíðini hava tikið til sín. Men tað eigur ikki at frí­ taka politisku skipanina fyri at betra um sjálva pensiónsskipanina, ið er góð á nógvum økjum, men sum eisini hevur síni lýti. Bluff ella fakta um pensión og Samhaldsfasta Bjørn Kalsø Talva 1 Stakir pensionistar uttan aðra veiting (um mðr.) 2004 2008 munur Grundupphædd 4.169 4.169 0 Viðbót 2.544 2.977 433 Viðbót til ávísar pensionistar 412 577 165 Pensión til ógift tilsamans 7.125 7.723 598 Talva 2 Hjún uttan aðra veiting (pensión um mðr.) 2004 2008 munur Grundupphædd 6.626 6.626 0 Viðbót 3.938 4.608 670 Viðbót til ávísar pensionistar 412 577 165 Pensión til gift tilsamans 10.976 11.811 835 Talva 3 Mánaðarligt útggjald úr Samhaldsfasta 2004 2008 munur Stakur pensionistur 700 2.230 1.530 Hjún, ið eru pensionistar 1.400 4.460 3.060 Høgni Hoydal