mikudagur 9. september 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
tíðindi
Nr. 171 - 09. september 2009
Formaðurin í Lærara
felagnum hevur nú
broytt hugsan um,
hvussu fólkaskúlin
skal umsitast
Skúlareformur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Eg havi altíð hildið, at
fólka skúlin skuldi verðið
lagd ur undir kommunurnar
at verða umsitin.
Tað sigur Magnus Tausen,
for maður í Lærara felag-
num.
Men tað heldur hann ikki
longur.
- Eg havi nú broytt hugsan
á hesum øki, tí nú eri eg
komin til tað sannføring, at
all ur fólkaskúlin eigur at
verða umsitin úr einum
staði og tað er í menta mála-
ráð num.
Spurningurin er so, hví
formaðurin í Lærara felag-
num er komin til hetta
er kenni lsi.
- Landsins myndugleikar
hava í nógv ár roynt at eggja
til kommunurnar samskipa
seg betri. Men tað hevur
ver ið at kalla úrslitaleyst og
tað sæst eisini aftur í,
hvussu fólkaskúlin er skip-
að ur.
Avleiðingin av tí er, at
fólka skúlin er alt ov ósam-
skipaður, tí hvør kommuna
situr hvør í sínum lagi og
sætar sær og sínum.
Fáa ikki nóg mikið
Magnus Tausen sigur, at tað
er neyðugt, at skúlaverkið
fær so nógv sum gjørligt
fyri hvørja krónu.
- Tað er okkara skylda,
men tað fáa vit ikki í dag í
tað, tí tað er ikki rationelt at
býta játtanina út á yvir 50
sjálvstøðugar skúlar.
- Eg eri sannførdur um, at
skal tað eydnast at rationali-
sera fólkaskúlan nakað sum
munar, er tað neyðugt, at
øll ábyrgdin liggur á einum
og sama staði og tað skal
vera í eini miðsavnaðari
fyri siting.
Í løtuni er ábyrgdin tví-
býtt, tí tað eru kommunurnar,
sum hava ábyrgdina av
skúla bygningum og út gerð-
ini, men at tað er landið,
sum umsitur innihald og
lærara lønir.
Í politisku skipanini hev-
ur tosað verið um at leggja
allan skúlan undir kommun-
ur nar at umsita.
Men
Magnus
Tausen
held ur, at vit eiga heldur at
fara hinvegin, so at eisini
skúla bygningarnar
og
út gerð
og
annað,
sum
kommun urnar umsita nú,
somu leið is verða miðsavnað
und ir mentamálaráðið at
um sita.
Útveita ábyrgd
Men
samstundis
tekur
Mag n us
Tausen
avgjørt
und ir við, at skúlaøkini
verða gjørd størri, so at vit
fram haldandi
ikki
hava
tíggju tals skúlaøki, sum vit
hava nú, men bara hava eini
fimm til sjey skúlaøki, sum
lagt hevur verið upp til.
- Og um Mentamálaráðið
so útveitir ein part av
um siting ini til tey stóru
skúla øki ni, er ein onnur
søga. Men tað eigur ongin
ivi at vera um, at tað er
Menta málaráðið, sum situr
við evstu ábyrgdini
Hann heldur, at sam-
stundis eigur fólka skúla-
deild in í mentamálaráðnum
er verða ment, so at hon
verðu liga kann virka sum
ein mennandi drívmegi til
frama fyri framburði.
Ein atfinning ímóti at
leggja
skúlarnar
undir
kommunurnar at umsita er,
at so er vandi fyri, at skúla-
til boðið verður ójavnt, alt
eft ir, hvussu væl ella illa
kommunan er fyri?
- Tað kann eg verða
samd ur í. Men vit kunnu
eisini skjótt semjast um, at
sum støðan er nú, hava vit
longu eitt ógvuliga ójavnt
skúla tilboð, alt eftir, hvar í
landinum, vit eru. Summa-
staðni eru framkomnir skúl-
ar, men í skúlaøkinum beint
við, er skúlin uppslitin.
- Tað er eisini ymiskt,
hvus su
frammaliga
tær
ymsu kommunurnar rað-
festa skúlan. Tað slepst
held ur ikki uttanum, at tað
er ógvuliga ymiskt, hvørji
til boð teir einstøku skúlarnir
klára at veita næmingunum,
eitt nú í sambandi við ser-
undir vísing
og
fakligan
kunn leika í teimum ymsu
læru greinunum.
- Tað hevur ikki gingið
væl at samskipa fólkakúlan
og tí er tað neyðugt, at land-
ið verður skipað í nógv
størri skúlaøki, enn í dag,
har at kalla hvør kommuna
er eitt skúlaøki.
Formaðurin í Lærara
felagnum sig ur, at
fólkaskúlin er so
kensluborin, hann
skilir væl, at lands
stýris kvinnan í
menta málum heldur
kort ini tætt at kroppi
num
Skúlareformur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Eg taki fult undir við, at at
vit fáa ein skúlareform í
Før oy um. Men tað skuldi
helst ikki enda sum ætlaði
pensjóns re formurin,
sum
hevur verið ávegis í ein
hálv an mansaldur nú, uttan
at nakað stórvegis er hent.
Magnus Tausen, formaður
í Føroya Lærarafelag, held-
ur tískil, at einasti máti fáa
undirtøku fyri einum skúla-
re formi, er at halda kortini
tætt at kroppinum.
Tað var akkurát tað, sum
Helena Dam á Neystabø
boðaði frá í Sosialinum í
gjár, at hon ætlaði at gera.
Hon vildi ikki siga nakað
um ætlaða reformin, tí hon
vildi hava frið til at fáa mál-
ið
ígjøgnum
politisku
skipan ina fyri at finna eina
sem ju.
- Tað er einasti møguleiki
hon hevur, tí skal hetta ikki
enda sum pen sjóns re for m-
ur in er neyðugt, at lands-
stýriskvinnan tryggjar sær
politiska
undirtøku
fyri
re forminum, áðrenn hon
legg ur hann fram.
Lærarafelagið upp í
Men tað merkir ikki, at
Lærara felagið
ikki
skal
sleppa at seta síni fingra-
merki á.
- Eg havi onga orsøk til at
halda, at landsstýriskvinnan
fer at halda Lærarafelagið
uttan fyri, tí er tað nakað,
hon fær brúk fyri, er okkum
sum viðspælarar, ikki sum
mótspælarar.
Tí ivast hann ikki í, at
Lærarafelagið verður tikið
við upp á ráð.
Kortini heldur hann, at
tað er óheppið at kikarin
verð ur settur á, at eitt ávíst
tal av skúlum skal lata aft-
ur.
Hann sipar til, at í
Sosialinum í gjár varð
nevnt, at úrslitið av hesum
skúla reforminum verður, at
tað verða einir 20 skúlar
eftir.
- Tað er ikki endamálið at
leggja skúlar niður og eg
vóni ikki, at tað verður
hesin spurningurin, sum
verð ur høvuðs kjakevni.
End ar tað í hesi grøvini, er
re formurin í vanda, tí tað er
so kensluborið.
Magnus Tausen heldur, at
kikarin eigur at verða settur
á veruliga endamálið við
re form inum og tað er at
lyfta fólkaskúlan upp á eitt
høgri støði.
- Í hesum sambandi er
onki at ivast í, at vit hava ov
nógv ar skúlar, tí sum støðan
er nú, vísit tað seg, at tað
ber ikki til at samskipa
skúla skapin.
Ikki stongja
Hann sigur, at hetta merkir
ikki, at tað skal neglast upp
fyri vindeyguni á nógvum
bygda skúlunum.
- Avbjóðingin verður at
finna okkurt endamál at
brúka teir til og tað kann
vera til serskúlatilboð av
yms um slagi, ella onnur til-
boð, har teir koma til størri
nyttu enn í dag.
- Tí eins væl og tað eru
næm ing ar, sum hava stórt
gagn av at vera í einum
størri skúla, eru tað eisini
næm ing ar, har tað hevur
stór an týdning at vera í ein-
um lítlum skúla og kunsturin
er at samskipa tey bæði.
Tað er eisini vær hugs an-
di, at skúlar kunnu brúkast
til mentanarhús, ella onnur
almannagagnlig endamál.
Kommunur eiga ikki at
fáa skúlarnar at umsita
Tað hevur gingið illa at samskipa fólakskúlan sum støðan er nú
og tí haldi eg, at tað er neyðugt, at øll ábyrgdin fyri fólkaskúlan
verður løgd á einum stað og tað skal vera í mentamálaráðnum,
Væl skiljandi at Helena vil hava arbeiðsfrið
Ivi um veðurlagsavtalu
Tá amerikanski forsetin, Barack Obama, fer aqt halda
røðu í Kongressini í kvøld, eru tað ikki
veðurlagsbroytingarnar, sum eru høvuðsevnið, men
heldur stríð hansara fyri einari nýskipan á heilsuøkinum.
Eingin ivi er kortini um, at Obama leggur stóran dent á at
fáa eina veðurlagsavtalu í Keypmannahavn í desember,
men heilsunýskipanin hevur kortini fremri raðfesting. Tað
kann hava við sær, at eingin avtala fæst á ráðstevnuni í
Keypmannahavn, sigur DR. Harafturat er tað ein
sannroynbd, at nógvir senatora sera spurnartekin við ta
ætlaðu veðurlagsavtaluna, tí hon fer at kosta arbeiðapláss.
Panduro fyri Auken
Tann 27 ára gamla Maja Panduro hevur tikið sæti í
Fólkatinginum eftir Svend Auken, sum doyði fyri
stuttum. Maja Panduro, sum lesur samfelagsfrøði við
lærda háskúlan í Århus, er ættað úr Randers, har hon
hevur verið býráðslimur síðani 2005. Á seinasta
fólkatingsvali stillaði hon upp fyri Sosialdemokratarnar í
Randers og gjørdist varalimur. Tí hevur hon nú tikið við
eftir Svend Auken. Fólkatingið mintist í gjár Svend
Auken, sum doyði fyri einum mánaði síðani. Hann var
fólkatingslimur í samfull 37 ár og var ellisformaður á
tingi, nú hann doyði.