mikudagur 9. september 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
24
nr. 171 • 09. september 2009
Í nevndu grein í Dagblaðnum
verður hildið fram:
“Tann ferð Óli Svendsen hevur
gjørt, og sum fólk minnast best
til, er ferðin við Tusk í 1925,
táið hann og djóralæknin Carl
Johan Bech fóru avstað á 65 ára
føðingardegi Svendsens. Tað var
sunnudagin 21. juni 1925. Ein
hópur av bátum fylgdu teimum
á veg, meðan orkestrið Ólivant
spældi ymisk føroysk løg, tá
teir fóru suður gjøgnum fjørðin.
Tveir dagar seinni komu teir til
Midyell í Hetlandi. 3. juli komu
teir til Stavanger. Og har frá runt
alt Suður Noreg til Oslo, síðan til
Skagen og Keypmannahavnar.
Eitt er vist, at uttan Óla Svend
sens dugnaskap sum sjómaður
hevði Tusk aldri komið fram.”
Høvdu primus
umborð
Beint áðrenn fráferðina fekk
Dimmalætting eina samrøðu við
teir báðar. Teir høvdu báðir bestu
vónir um, at hetta fór at bera til.
Men “for alle Tilfældes Skyld er
Baaden forsynet med Drivanker
og Oljeposer til benyttelse i
daarlig Vejr, og man har truffet
forskellige andre Forsigtighedsfor
anstaltninger.
Tusk er 27 fod lang, og den
er saa svært lastet, at den flød
tungt paa Søen. Der medbragtes
Proviant for 14 Dage bestaaende
af Skærpekød og andre Føde
midler, der let lader sig gemme.
Et Primus Kogeapparat findes
ombord, men dette vil kun kunne
bruges i helt godt Vejr.
Roknað varð við at kunna koma
til Bergen eftir 3½ samdøgur.
Annars mettu sakkøn, at henda
ferðin var nakað av einum vága
verki. Alt kom ann uppá veðrið,
men tað kundu eisini koma trupul
leikar, sum ikki kundu forútsíggj
ast. Tað er nú stórur munur á
at sigla við einum opnum báti
og einun deksbáti. Hetta krevur
umhugsan og sjómanskap.
Men endamálið við ferðini
var annars at prógva dygdina av
føroyska bátinum.
Um luttakararnar varð sagt:
Skibsfører Ole Svendsen er en
af vores allerdristigste Sømænd,
og han er ogsaa af Udseende en
typisk færøsk Sømandsskikkelse.
Ole Svendsen var i begyndelsen
af 90erne Fører af et færøsk
Fiskeskib paa en Ekspeditionsrejse
til Jan Mayen, og han har udført
mangen udmærket Sømands
bedrift. Endskønt han snart har
naaet Støvets Aar, er han endu
lige saa rask og uforfærdet som i
sine yngre Dage.
Dyrlæge Bech er en ung Mand,
men han har foretaget flere
dristige Ture med Tusk under
daarlige Vejrforhold og har
adskillige Gange været stillet
overfor kritiske situationer.
Tá Tusk kom til Oslo
Tað var nokk so nógv skrivað um
ferðina. Teir báðir sendu bløðun
um gjølligar frásagnir um, hvussu
túrurin gekk. Tað er tó avmarkað,
hvussu nógv ið rúmast í hesi grein.
Men tá ið teir komu til Oslo kom
henda frágreiðing frá teimum:
Síðani vit fóru frá Føroyum
hava vit havt regn eina nátt, ta
náttina, vit sigldu framvið Jæder
en og Lindesnæs, og tá var eisini
heldur vánaligt veður.
Týsdagin kl. 3 fóru vit frá
Horten og høvdu tveir ferðamenn
– journalistar við okkum. Veðrið
var av tí allarbesta við einum
lítlum loti inn eftir, so vit høvdu
góðan seglbyr. Vit sigldu framvið
fleiri skipum. Øll heilsaðu tey
við flagginum, og mannskap og
ferðafólk róptu vælkomnir og
veitraðu til okkum. Øll kenna
nú Tusk frá bíløtum og umtalu
í bløðunum. So hvørt vit komu
longur inn, vórðu skipini fleiri
og fleiri, og frá skipunum og
teim vøkru húsunum niðri við
strondina vórðu vit heilsaðir við
norska flagginum, so maðurin,
ið sat afturi í rong hevði nóg
nógv at gera við at heilsa aftur
við tí danska flagginum. Í fremra
stavni veitraði Tjaldursmerkið,
og í mastratoppinum hitt norska
flaggið við Bergen Motorbaads
forenings’s standara undir.
Okkurt um hálvfjórðing frá
innsiglingini til Dronningen á
Bygdøy, har Kgl. Norsk Sejlfor
ening heldur til, vórðu vit fylgdir
av 15 størri og smærri kappsigl
arum, motorracers og øðrum
førum, og tá vit komu til lands var
talið 3540 skínandi hvítir bátar
við teirra óføru stóru seglum.
Við øllum hesum ljósa og vakra
aftanfyri kom Tusk spakuliga
siglandi inn eftir. Tað vóru fólk í
túsundatali, sum tóku ímóti.
Í dag vóru vit til morgunmat hjá
tí danska ráðharranum, sum vísti
okkum óføra góðan blíðskap.
Tá Tusk kom til
Keypmannahavnar
Dimmalætting endurgevur
frásøgn frá Keypmannahavn
dagfest 17. juli 1925, har tað
millum annað verður sagt:
Paa Femugersdagen for sin
Afsejling fra København er Færø
baaden Tusk da endelig kommet
til København, der er den lange
Rejses Endemaal. Haardt har det
til Tider knebet, men med sej
Energi har de to Mænd ført deres
Vovestykke igennem.
Den lille Vikingebaad kunde
ikke været kommet paa en heldig
ere Dag. Øresund var spækket
med Lystsejlere, og et skønnere
Indtryk af den danske Natur ved
Sund og Bælt kunde ikke gives
vore Gæster.
Víðari verður sagt, at tað vóru
túsundir av fólki savnað at heiðra
hesar víkingar. Sjálvt kongaskipið
Dannebrog við kongshjúnunum
umborð var millum allar bátarnar
í Oyrasundi hendan dagin.
“Paa lang Afstand kunde man
lige skimte Kongen, svingende
den hvide Kasket som en hjertelig
Velkomst til den lille Baad, der saa
tappert har gennemført sin Rejse.”
À Langelinie vóru fólk ovur
fegin. Har lógu nøkur amerikonsk
herskip, har manningin ikki visti,
hvat hesin vasin var um.
Men ein av fyriskiparunum
Valdemar Nielsen, setur róparin
fyri munnin og rópar av allari
megi: “That is the Faroese Boat
Tusk coming from Faroe Islands.”
Hermenninir sóu eina løtu eitt
sindur ráðvillir út, men so gekk
hetta upp fyri teimum, og teir
sveiggjaðu sínar húgvur sum ein
heilsan frá teimum.
Siðan hevði fólkatingsmaðurin
Halfdan Henriksen eina heilsan.
Sagt verður at enda í Dimmalætting:
Skipper Svendsen gør Forsøg
paa at fortøje agten for Tjalfe (ein
brig) for at gaa i land her, men det
er ganske umuligt at komme til
for Mennesker. Han maa gaa over
paa Siden af Tjalfe. En Rebstige
kastes ud, og ad den klatrer Skipp
er Svendsen og Dyrlæge Bech og
hans Kone, (sum er komin umborð
í Danmark) op paa Klubskibet,
hvor de modtages med den største
Hjertelighed. Blandt de første,
som iler til for at trykke Vikinger
nes Hænder er Finansborgmester
Hedebøl, som har givet Møde paa
Kommunens Vegne.
Agterude paa Tjalfe er arrang
eret et improviseret Kaffebord,
men Færingerne faar ikke lov
til at sidde saa forholdsvis
ubemærket.
“Ud paa Landgangen!”
lyder det fra folk og da de to
Mænd viser sig, bryder Jubelen
løs. Hurraraabene bliver ved,
som skulde de aldrig holde
op. En stor Skare herboende
Færinger er mødt frem og
istemmer Nationalsangen “Eg
oyggjar veit,” medens alle blotter
Hovederne. Det var et stemnings
fuldt og gribende Øjeblik.
Men nu haster det. Der er
Æresmiddag Kl. 7 paa Tjalfe for
de to Vikinger.
Tusk kemur
heim aftur
Dimmalætting skrivar um heim
komuna til Føroyar:
Tusk og teir báðir víkingarnir
Óli Svendsen og Carl Johan
Bech komu heim aftur við Tjaldur
seinasta mánadag. Ein stór
mannamúgva var komin saman
at taka ímóti teimum. Tað var ein
føgur sjón at síggja Tusk sigla
inn eftir Eystaruvág, prýddur við
øllum teimum heiðursmerkjum,
hann hevur vunnið sær á síni
ferð. Hornblástrifelagið Olivant
spældi føroysk songløg og hópur
av fólki tyrptist saman, har Tusk
legði at fyri at bjóða honum
vælkomnan til Føroya.
Tá flutti formaður løgtingsins
Oliver Effersøe fram hesa røðu:
Mótaðir menn, treystir menn og
góðu Føroyingar. Eg bjóði tykkum
vælkomnar aftur frá roysnisferð,
æruferð og stórverksferð.
Eitt rætt stórverk var tað at
fara tveireinir yvir Norðurhavið
við opnum báti. Hesa ferð hava
tit stóra æru av, og tykkara
nøvn vilja blíva goymd gjøgnum
komandi ættarlið her á landi.
Men ferðin hevur eisini verið til
æru fyri føroyingar og Føroyar.
Tí biði eg øll, sum eru stødd her,
um at rópa eitt leingi livi fyri Óla
Svendsen og Carl Johan Bech.”
Hurrárópini ljóðaðu nú hart og
treystliga yvir hin stilla vág, so
tey hoyrdust langar leiðir. Carl
Johan Bech takkaði fyri ta góðu
móttøku. Bæði hann og Svendsen
vóru fegnir yvir at vera komnir
heim aftur til føðilandið í øllum
góðum. Hann endaði við at biðja
tey, ið her vóru komin saman um
at rópa eitt “Leingi livi Føroyar.”
Hetta var ein vøkur og hug
takandi hátíðarstund, sum vit
leingi vilja minnast.
Óla Svend gjørdist eisini kendur
í 1904 og 1935 fyri sínar royndir
at leita eftir Norsku Løvu, men
tað er ein heilt onnur søga.
Ferðin við Tusk
Hetta er helst, tá komið verður til
Keypmannahavn. Kona Carl Johan,
Birthe, er komin umborð
Víkingarnir
á ferð
Rætting
Í seinasta parti varð sagt, at Jógvan Simonsen var tann fyrsti
føroyingur, sum lat skip byggja uttanlands. Skal tað vera heilt
rætt var hann triðifyrstur. Men hetta er kortini fyrsta skip bygt fyri
pening úr Føroyum
Komandi partur
Komandi partur verður ein frásøgn hjá Petur Alberg um vitjan av
norskum sangkóri i Havn í 1924