hósdagur 10. september 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
tíðindi
Nr. 172 - 10. september 2009
Kanska sita í Noregi
Norska stjórnin fekk í gjár vissu fyri, at Joshua French og
Tjostolv Moland, sum eru dømdir til deyða í Demokratiska
Lýðveldinum Kongo, verða ikki tiknir av døgum. Norski uttan
ríkisráðharrin, Jonas Gahr Støre, sigur, at hann fekk eisini vissu
fyri, at teir báðir norðmenninir fáa eina virðiliga viðferð í fongsli
num. Hann upplýsti eisini, at hann og kongolesiski uttanríkis
ráðharrin, Alexis Thambwe Mwamba, høvdu umrøtt møguleikan
fyri, at teir báðir dømdu kunnu flytast til eitt fongsul í Noregi, og
at stjórnin í Kongo er sinnað at tosa um tann spurningin.
Kvinnur í leiðsluna
Danska stórfyritøkan A.P.Møller Mærsk hevur gjørt av, at
nú skulu fleiri kvinnur í leiðandi størv í fyritøkuni. Sum
eru umleið fýra prosent av teimum ovastu stjórunum í
danska vinulívinum kvinnur. Tað er eisini galdandi hjá
A.P.Møller Mærsk, men tey næstu fimm árini skal
kvinnuparturin økjast til 10 prosent, sigur fyritøkan.
Samstundis skulu nógv fleiri kvinnur upp á næstovastu
rók. Har eru níggju prosent kvinnur, men tað talið skal upp
á 15 prosent, sigur A.P.Møller Mærsk í tíðindaskrivi.
Okkara ræðsla fyri at
tosa um sjálvmorð ger
tað oftast enn truplari
at hjálpa teimum
sjálvmorðshóttutey
sjálvmorðshóttu enn.
Tað sigur leiðarin
á psykiatriska
deplinum,Tormóður
Stórá, sum í mong
ár hevur arbeitt við
sjálvmorðsfyribyrging
Sjálvmorð
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Altjóða dagur fyri fyri
byrging av sjálvmorði er í
dag, og í hesum sambandi
verður kunnað kring allan
heim um, hvat kann gerast
fyri at minka um talið á
teimum, sum taka lívið av
sær.
Besti mátin at fyribyrgja
einum sjálvmorði er at
spyrja inn til tankarnar hjá
tí sjálvmorðshótta. Sjálvt
um vit ikki beinleiðis kunnu
hjálpa ítøkiliga, kunnu vit
vísa okkara pínda med
mennsikja á, at tað finst
hjálp, og tað kann verða
heilt avgerandi í sváru
løtuni, sigur leiðarin á
psykiatriska
deplinum,
Tormóður Stórá, og leggur
afturat
Men tað krevur jú, at vit
tora at fyrihalda okkum til
sjálvmorð og fara inn í
pínufullu samrøðuna.
Vit ræðast sjálvmorð
Veruleikin er tó, at sjálv
morð framvegis er eitt tað
mest tabufongda evni, vit
kunnu ímynda okkum. Og
tað er heldur ikki so løgið,
heldur Tormóður Stórá.
Tankin um, at ein av
okkara kæru ikki ynskir at
liva longur er meir enn tey
flestu av okkum orka at
bera. Tí vilja vit helst eisni
bara skúgva tankan frá
okkum, sigur sálarlæknin,
sum eisini ávarar móti at
lítiðsgera sjálvmorðstankar.
Tað er sjálvandi ræðuligt
at hoyra onkran, vit kenna,
siga sovorði sum at "Eg
orki ikki at liva longur" ella
"Eg eri troytt av lívinum",
men vit mugu vera sera
varin við ikki at feia slíkt av
borðinum sum tvætl, tí
sjálvmorðstankar
skulu
takast
í
álvara,
sigur
Tormóður Stóra.
Hann minnir á, at fyri
hvørt sjálvmorð eru tað 10
ferðir so nógv sum royna at
gera sjálvmorð. Hartil vita
vit, at vandin fyri at hesi
royna tað aftur er rættiliga
stórur. Tí gevur tað altíð
meining at vísa atburðinum
hjá hesum menniskjunum
serligan ans so vit kunnu
hjálpa teimum, meðan tíð
her.
Kunnu ikki yppa øksl
Á psykiatriska deplinum
hava tey í eina tíð arbeitt
við eini tilbúgving, sum
kann vera til reiðar, tá ein,
ið hevur roynt at gera
sjálvmorð ella gongur í
sjálvmorðstonkum vendir
sær til teirra. Millum annað
hava 36 fólk úr ymsum
stovnum verið á skeiði, har
tey hava fingið frálæru í at
varnast ávaringartekin og
spyrja
inn
til
eitt
sjálvmorðhótt menniskja.
Tað skal vera soleiðis,
at eitt tilboð stendur klárt,
tá ein slík støða uppstendur.
Alt eftir, hvussu akutt
støðan er, eigur eitt tilboð
at vera um innlegging ella
samrøðu við sálarlækna,
sigur Tormóður Stórá.
Hóast tað nokk altíð vilja
vera tey, sum halda, at vit
eiga at virða avgerðina hjá
einum menniskja um at
taka lívið av sær, heldur
Tormóður Stóra ikki, at
hetta gevur okkum rætt til
at bara at yppa øksl.
Í øllum førum skullu
hesi menniskjuni vita, at
tað altíð finst eitt alternativ.
Vit skulu minnast til, at
sjálvmorð
oftast
verður
framt í djúpum vónloysi,
har pínan er so stór, at hon
køvir øll evni at fáa eyga á
tær loysnir, sum kanska
eru, sigur sálarlæknin.
Hann
minnir
á,
at
óvanliga nógv sjálvmorð til
dømis verða fram sum úrslit
av hjartasorg. Men hóast
vit á ongan hátt eiga at
undirmeta hjartasorg, so er
tað ein støða, sum í flestu
førum sleppur takinum sum
frá líður.
Tí gevur tað altíð
meining at traðka til, meðan
tíð er, sigur sálarlæknin.
Vit ræðast sjálvmorð
- Tankin um, at ein av okkara kæru ikki vil liva longur, er meir
enn tey flestu orka at bera, sigur Tormóður Stórá, leiðari á
psykiatriska deplinum
Ávaringartekin
Sjálvmorð er sjáldan ein
avgerð, sum verður tikin
knappliga. Í døgunum og
vikunum undan einum
sjálvmorði eru ofta ávar-
ingartekin, sum vit eiga at
geva ans. Tey mest týðiligu
tekinini eru, tá tann sjálv-
morðshótti sigur sovorðið
sum, »Eg orki ikki meira«,
»Nú er alt líkamikið« ella
enntá »Eg havi bestan hug
at gera ein enda á øllum«.
Slíkt eigur altíð at verða tikið
i álvara.
Niðanfyri eru nevnd nøkur
dømi, sum kunnu verða
tekin um, at ein persónur
hugsar um at gera sjálv-
morð. Sum heild vísa
royndir, at jú fleiri tekin eru
til staðar, jú størri er vandin
fyri sjálvmorði.
Atburður:
• Tunglyndi og sjálvvald
isolatión
• Óvanligur ella skilaleysur
atburður
• Persónurin byrjar at geva
týdningarmiklar lutir burtur
og fáa skil á ymsum, sum
hevur ligið ógjørt
• Grætur nógv, berjist, brý-
tur lógina, skrivar um deyða
og sjálvmorð
• Rúsdrekka- ella evnis-
misnýtsla
• Broytingar í svøvn- og
etingarmynstri
• Missir áhugan fyri síni
útsjónd
Onnur viðurskifti:
• Stórar broytingar ella
missur
• Harðskapur ella sjálvmorð
í familjuni
• Hjúnarskilnaður ella at
makin hevur gjørt tað liðugt
• Útbúgvingarlig avrik
miseydnast ella ótti fyri
próvtøku
• Er sagdur úr starvi
• Rættarmál stendur fyri
framman
• Hjálparloysi og vantandi
sjálvsvirði
• Avvísing og einsemi
Tig og lurta
Eitt menniskja, sum hugsar
um at gera sjálvmorð, hevur
ikki brúk fyri svarum, loys-
num ella at hoyra um tínar
royndir, men± heldur einum
staði, har tað trygt kann seta
orð á sín ótta, sína stúran og
vera seg sjálvt.
Eitt sjálvmorðshótt men-
niskja hevur brúk fyri:
Einum, sum lurtar: Tað besta
vit kunnu gera fyri eitt men-
niskja, sum hugsar um at
gera sjálvmorð, er at tiga og
lurta - veruliga lurta fyri at
hoyra, hvørjar kenslur liggja
aftanfyri eisini tað ósagda.
Einum, sum vísir umsorgan:
Einum, sum tosar stillisliga
og avslappað, sum góðtekur
og trýr tí, ið verður sagt,
og sum vísir at: "Eg eri ikki
líkaglaður"
Einum at líta á: Einum, sum
vísir virðing, ikki roynir at
taka yvir og ikki sigur tað,
sum verður sagt, víðari fyri
øðrum.
Eitt sjálvmorðshótt menni-
skja hevur ikki brúk fyri:
At vera einsamallur: At verða
kveistraður burtur kann fáa
trupulleikarnir at tykjast
nógvar ferðir størri. At hava
ein at deila sínar tankar við
kann gera allan munin.
At fáa góð ráð: Moral-
prædikur hjálpa ikki. Væl
meint ráð sum "Hygg uppá
tað ljósu síðuna", "Tað
gongur nokk" ella "Fall nú
ikki í fátt" hjálpa heldur
ikki. Lat vera við at greina,
samanbera ella í aðrar mátar
at gera teg klókan uppá
støðuna.
At verða tráspurdur: Ein,
sum gongur í sjálvmorðs-
tonkum, hevur ikki brúk
fyri at kenna seg kroystan
ella verða noyddan at fara í
verjustøðu.
Mytur um sjálvmorð:
»Tey, ið hava nógvar
sjálvmorðsroyndir aftanfyri
seg, ynskja ikki av álvara at
doyggja «
Ósatt!
Heili 80% av øllum sjálv-
morðum henda aftaná fleiri
royndir. Hetta er serliga
galdandi fyri ung.
»At tosa um sjálvmorð kann
geva íblástur til at gera tað«
Ósatt!
Tvørturímóti. At tosa um tað
er fyrsta treytin fyri, at tann
sjálvmorðshótti kann fáa
hjálp. Menniskju, sum ganga
í sjálvmorðstonkum vísa ofta
bert óbeinleiðis tekin um,
hvat nívir tey og vilja ofta
bert tosa um tað, um tey
verða spurd beinleiðis.
»Flestu sjálvmorð henda
beint áðrenn jól«
Ósatt!
Flestu sjálvmorð henda
í apríl mánað. Fyri nógv
menniskju ber várið lyfti
um nýggjar og betri tíðir.
Tá várið so kemur, uttan at
nakað broytist, uppgevur
tann sjálvmorðshótti at liva
víðari.
»Ungir menn eru í størst
vanda fyri at gera sjálv-
morð!«
Satt!
Í nógvum londum henda
flest sjálvmorð millum man-
nfólk í aldrinum 18-24 ár
»Bati í støðuni hjá tí
sjálvmorðshótta merkir,
at vandin fyri sjálvmorði
avhasaður«
Ósatt!
Hetta er ein sera vandamikil
hugburður við tað, at flestu
sjálvmorð henda innan tríg-
gjar mánaðir eftir, at støðan
tóktist at vera batnað.
Avgerðin um at gera sjálv-
morð kann ofta tykjast sum
ein stórur lætti, og tí eiga
vit ikki at lata okkum snýta
av, at tann sjálvmorðshótti
knappliga virkar glaðari.
Kelda: The International As-
sociation for Suicide Preven-
tion (IASP)
FAKTA um sjálvmorð