hósdagur 10. september 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 172 - 10. september 2009
Rósa Samuelsen,
landsstýriskvinna
í almannamálum,
ger púra greitt, at
lógin, sum strikar
stuðulin til heilivág til
pensjónistar, verður
ikki broytt aftur
Pensjónistar og
heilivágur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Illa umstrídda lógin, sum
hevur avtikið stuðulin til
ávísan heilivág til pen
sjónistar, verður ikki broytt,
so at farið verður aftur til
gomlu skipanina.
Tað
staðfestir
Rósa
Samuelsen,
landsstýris
kvinna í almannamálum í
Løgtinginum í gjár.
Lógin,
sum
strikar
stuðulin til ávísan heilivág
hevur fingið nógva umrøðu,
tí hon hevur ført við sær, at
hjá summum pensónistum
er heilivágur nú blivin so
dýrur, at teir hava ikki ráð
at loysa hann út og eru tískil
farnir tómhentir aftur av
apotekinum.
Tórbjørn Jacobsen spurdi
hana um nøkur ætlan var at
strika nýggju lógina, so at
farið verður aftur til gomlu
skipanina, so at veikastu
bólkarnir aftur kunnu fáa
tann heilivág. Læknar teirra
meta vera neyðugan.
Aðrir tinglimir í sam
gonguni spurdu um lands
stýriskvinnan er sinnað at
rætta lógina, skuldi tað víst
seg, at avleiðingarnar av
uppskotinum um at strika
stuðulin til heilivág farnar
út um tað, sum má metast
at
vera
sosialpolitiskt
forsvarligt.
Svarið frá landsstýris
kvinnuni var klárt og greitt:
Nei, lógin verður ikki
broytt.
Men hon legði afturat, at
orsøkin til at lógin ikki
verður broytt, er tann, at
arbeitt verður við eini sjúkra
tryggingarlóg og har undir
kemur eisini alt, sum eitur
heilivágur og serviðgerðir.
Í hesum sambandi verður
serliga hugt eftir fólki, sum
hava serliga trong kor og
sum ikki hava ráð til at
betala sín heilivág sjálvi og
samstundis
verður
hugt
eftir støðuni hjá fólki við
varandi sjúku.
Eftir ætlan verður tann
lógin løgd fram fyrsta
november.
Hon staðfestir, at eitt
uppskot frá Miðflokkinum
er til viðgerðar í trivnaðar
nevndini og tá verður eisini
støða tikin til spurningin,
skuldi tað víst seg, at átrok
andi
broytingar
eru
neyðugar.
Nógvir tinglimir høvdu
ikki álit á, at uppskotið um
nýggja
tryggingarlóg
verður løgd fyri tingið so
skjótt, sum Rósa Samuelsen
hevur boðað frá tí royndir
vísti, at ofta gongur nógv
longri enn ætlað í politikki.
Av tí sama var átalað, at
onki skal gerast, fyrrenn
ætlaða
sjúkratryggingin
verður sett í verk.
Jacob Vestergaard,
landsstýrismaður
í fiskivinnumálum
er komin í klemmu
ímillum tvær lógir
inntøkutrygd
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Hóast fiskimenn og útróðr
armenn hava so lítla inn
tøku, at teir hava rætt til
minstuløn,
dagstudning,
ella mánaðarligan minsta
forvinning, skulu teir ikki
vænta at fáa eitt oyra
fyribils í øllum førum.
Øll útgjøld til inntøku
trygd eru nevniliga steðgað.
Orsøkin til tað er, at
játtanin, sum er samtykt á
fíggjarlógini í ár til inn
tøkutrygd, er uppi.
Og tá ið ongin peningur
er til taks, hevur Jacob
Vestergaard,
landssýris
maður í fiskivinnumálum,
rætt og slætt gjørt av at
stegða øllum útgjøldum.
Hetta fortaldi hann fyri
Løgtinginum í gjár.
Tað var Bjørn Kalsø,
løgtingsmaður fyri Sam
bandsflokkin, sum spurdi
Jacob Vestergaard um tað
ber til at steðga einum
útgjaldi, sum ein borgari
hevur lógarfest krav upp.
Landsstýrismaðurin vátt
aði, at játtanin á fíggjarlógini
til inntøkutrygdina, er uppi.
Sostatt eru higartil í ár
brúktar 24 milliónir til
inntøkutrygd til fiskimenn
og útróðrarmenn.
Hann segði eisini, at tað
eru 14 dagar síðani, at
játtanin var uppi og síðani
tá er onki útgoldið.
Vónar tað besta
Annars var ætlanin, at
landsstýrismaðurin í fíggj
armálum
skuldi
leggja
leggja uppskot fyri Løg
tingið í hesi vikuni um at
fáa eykajáttan til ymisk
endamál.
Og Jacob Vestergaard
staðfesti, at í hesum sam
bandi at hann hevur biðið
um meiri pening til inn
tøkutrygdina.
Men onki uppskot varð
lagt fyri tingið og sambært
Kringvarpinum
fyrr
í
vikuni, var orsøkin tann, at
samgongan var ósamd um
onki minni enn inntøku
trygdina.
Vit vóna at Løgtingið
játtar peningin so at inntøku
trygdin kann halda fram,
segði Jacob Vestergaard.
Hann helt, at tað var ein
løgin støða at koma í at
skula taka avgerð um ein
lógarkravd útreiðsla skal
halda fram, hóast játtanin
er uppi.
Men hann vísti á, at hann
var komin í klemmu í
millum tvær lógir. Øðru
megin var tað lógin, sum
gav fiski og útróðrarmonn
um rætt til inntøkutrygd og
hinumegin var tað fíggjar
lógin, sum Løgtingið hevur
samtykt.
Fyribils hava vit so gjørt
av at bíða við at galda meiri
út í inntøkutrygd til vit
vónandi
fáa
játtan
frá
løgtinginum, segði hann.
Órímiligt
Løgtingsmenn hildu, at tað
var órímiligt, at ein lands
stýrismaður kundi koma í
eina støðu, at heldur hann
eina lóg, má hann bróta
eina aðra. Tað vóru eisini
løgtingsmenn sum spurdu
um orsøkin til at hann hevði
steðgað øllum útgjøldum
var, at hann stúrdi fyri at
verða uppsagdur fyri at
hava brúkt meiri enn hann
hevði fingið játtað.
Tinglimir
vóru
eisini
ørkymlaður av, at Jacob
Vestergaard ikki var meiri
kontantur enn at kundi
”vóna” at peningurin fer at
verða játtaðir.
Tað varð eisini fýlst á, at
samgongan skapti slíkan
ótryggleika á økinum.
Víst varð eisini á, at tað
eru fiskimenn, sum sita við
púra ongum í hesum døg
um, tí teir fáa ikki minstu
løn, hóast teir hava rætt til
tað.
Jacob Vestergaard stóð
eisini fyri skotum frá sam
gongufeløgunum, sum førdi
fram, at tað var longu tíðliga
í ár, at tað gjørdust greitt, at
peningur fór at mangla í og
tí átti hann at havt biðið um
eykajáttan fyrr.
Tá ið landsstýrismaðurin
tók saman um, segði hann,
at ongin ivi er um, at inn
tøkutrygdin verður útgold
in, hann fekk bara sagt
akkurát nær.
Ongin peningur eftir til fiskimenn
Broyta ikki lógina um pensjónistar og heilivág
Fiskimenn og ítróðrarmenn
fáa ikki minstuløn ella aðra
inntøkutrygd, hóast teir hava
rætt til tað, tí peningurin er
uppi. Landsstýrismaðurin í
fiskivinnumálum er komin í
ta merkiligu støðu, at heldur
hann eina lóg, má hann bróta
eina aðra og tí hevur hann
steðga øllum útgjaldi
Connie kanska kommiserur
Sum er hevur ES ongan kommiser í veðurlagsviðurskiftum,
men danskir fjølmiðlar nevna nú, at kanska verður danski veður
lagsráðharrin, Connie Hedegaard, tann fyrsti, sum fær tað starv
ið, tá tað verður skipað. Floksfelagi hennara, Per Stig Møller,
uttanríkisráðharri, sigur við DR, at Connie hevði verið eitt gott
boð, um ES ger av at seta ein kommiser í veðurlagsmálum.
Connie Hedegaard er í Konservativa flokkinum, men Vinstri
sigst eisini hava síni boð í Ullu Tørnæs, menningarmálaráð
harra og Evu Kjær Hansen, matvørumálaráðharra, sigur DR.
Dómarar fordøma Berlusconi
Í Italia er dómarafelagið í øðini inn á Silvio Berlusconi, forsætis
ráðharra, sum sambært dómarunum er í ferð við at undirgrava
álitið á ákæruvaldið og dómsvaldið. Tað var mánadagin, at
Berlusconi segði, at tað var óneyðugt arbeiði og pengaspilla, at
ákæruvaldið kannar fleiri dráp, sum mafian framdi tíðliga í
nítiárunum. Forsætisráðharrin fór so langt sum at leggja kanning
ardómararnar undir at arbeiða ímóti tí politiska myndugleikanum.
Tað vilja dómararnir ikki hava sitandi á sær, og tí hevur felag teirra
sent stjórnini eitt hvassorðað mótmæli, skrivar AFP úr Milano.