Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. september 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 172 - 10. september 2009 Jutta Helgadóttir, sum eigur og rekur privatu klinikkina »Hoyrn­ in« er ikki samd í, at hetta er ein skila leys sparing. – Tvørt ur­ ímóti, heldur hon Sparing Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Jutta Helgadóttir er ósamd í, at kunngerðin um, at stuðul bert verður veittur upp til 6000 krónur. Brúkarin søkir um stuðul, og rindar munin millum stuðulin og tað hoyritólið kost ar. Ynskir brúkarin okkurt meir avansera hoyri­ tól ella eykaútgerð til hoyri­ tól ið hækkar brúkaragjaldi til svarandi. ­ Fólk hava tikið sera væl ímóti hesi skipan, og eg haldi at tað ikki er meir enn rími ligt at tey rinda ein part sjálvi, um ein ynskir tað, sig ur Jutta Helgadóttir. ­ Ískoytið dekkar eitt van­ lig tól ­ altso tær mest neyðugu funktiónirnar. Eg haldi at man skal vera nøgd ur við at man fær ískoyt ið helst í hesum tíð­ um, hvar tað verður spart alla staðni, greiðir hon frá. Hvat rindar tú fyri? Jutta greiðir frá, at tað, sum tú rindar fyri, er nógv meira enn bara hoyritólið. ­ Tú hevur møguleika at royna tólið í 14 dagar, áðrenn tú tekur eina avgerð. Tú rindar fyri tólið ­ 4 ára garanti og 4 ár fríða tænastu. Tú kann koma til eina og hvørja tíð og stilla uppá tólið alt tað fylgir við í prísi num. Tað vil siga at man skal strekkja upp­ hædd ina yvir 4 ár. Er tað nakað ein hevur brúk fyri tá man er hoyritólabrúkari, so er tað at fáa tænastu tá man hevur tørv á tí. Jalig ávirkan Jutta heldur sjálv, at tað hev ur bara haft positiva ávirk an at henda lógin er kom in í gildið. Hon greiðir frá, at tað at brúkarin nú sjálvur rindar ein part av kostn aði num fyri hoyri tól­ ini, er við til at broyta hug­ burðin hjá brúkaranum tann rætta vegin. ­ Nú tekur brúkarin størri ábyrgd fyri tólinum og stillar hægri krøv til tænastu na. Tað at brúkarin nú rindar fyri tað vøru og tænastu, hann áður fekk ókeyp is, ger, at brúkarin kem ur aftur og aftur til hann er nøgdur, og síðst, men ikki minst ansar betur eftir tólinum, hann nú hevur og na sær, greiðir Jutta Helga dóttir frá. Tað var ein herskin biti at svølgja, tá 81 ára gamla Anna Skæl­ ing skuldi hava nýtt hoyritól. Hon mátti velja millum at standa á einum langum bíði­ lista ella gjalda út við 5000 krónur, skuldi hon hava tað nú Sparingar Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Tvinnir eru kostirnir, hvørg­ in er mjúkur. Tað mátti 81 ára gamla Anna Skæling av Signabø sanna, tá hon her­ fyri skuldi hava nýtt hoyri­ tól. Hon hevði í nógv ár havt eitt hoyritól, men nú var hoyrn in versnað somikið, at hon noyddist at fáa sær eitt nýtt. Hon fer til Hoyri­ klinikk ina á Lands sjúkra­ húsi num, og fær at vita, at hon kann verða skrivað upp á bíðilistan har, ella at hon kann fara til privatu hoyri­ klinikk ina »Hoyrnin«, har eing in bíðilisti er. Tað er tó við eini treyt. Velur hon at fara til »Hoyrnina«, verður stuðul bert veittur upp til 6000 krónur. ­ Tað, sum tá manglar í, mátti eg gjalda sjálv, greiðir Anna Skæling frá. Tá Anna hevur verið hjá Hoyrn ini og hevur fingið gjørt tær kanningar, sum skulu gerast, er úrslitið greitt. Hon skal hava eitt nýtt hoyritól, ið kostar 11.900 krónur. Sostatt noydd ist hon at gjalda heil­ ar 4.900 krónur sjálv, með­ an almenni stuðulin var 6000 krónur. ­ Hetta haldi eg er for gal­ ið. Tá eg í 2002 fekk stað fest Méniéres sjúkuna, ið er eitt órógv á innara oyran um, sum ávirkar hoyrn ina og balansuna, fekk eg eitt fínt hoyritól, sum eg haldi kostaði einar 12.000 krónur, og tá var gjør ligt at fáa alt endur­ gold ið frá landinum. Men so leiðis er ikki nú, vísir Anna á. Orsøkin til at stuðul bert verður veittur upp til 6000 krónur til hoyritól, er ein kunn gerð, ið Rósa Samuelsen, lands stýris­ kvinna í Al mannamálum, set ti í gildi tann 1. Januar í ár. Í kunngerðini stendur: »§ 4. Umsøkjari, sum er 18 ár ella eldri, ið velur at nýta góðkendan privatan veitara av hoyritólum, kann í staðin søkja um stuðul frá Hoyri­ klinikk ini á Lands sjúkra­ húsinum til keyp av hoyri­ tóli sbrt. § 2, stk. 1. Stuðulin er í mesta lagi 6.000 kr. fyri hvørt hoyritólið. « Sparingarnar líkjast ongum Fyri eitt eldri par, ið livir av fólka pensjónini, kann ein slík útreiðsla vera tung at bera. ­ Men tað klára vit hóast alt, sigur Anna. Tó verður byrðan tung, tá út reiðslurnar raka á fleiri økj u m í senn. Folmer Jørgen sen, ið er 91 ára gamal, hevur eisini ymiskt at dragast við á gamal s­ aldri num. Hann hevur dia­ bet es og tekur hjarta medi­ sin. Tá tey fyri kortum skuldu hava heilivágin, var tað eisi ni ein størri rokning, tey fingu í hondina. Áður hava tey goldið tær fyrstu 600 krónu r nar um kvartalið, men tá tey hesaferð fóru eftir heiliváginum, var rokn ing in upp á 1700 krón­ ur. ­ Det er jo helt over skyerne, sigur Folmer. Harafturat hevði rokn ing­ in verið uppaftur størri, hevði kommunulæknin, Steen Larsen, ikki ansað eft ir, og givið Folmer eitt bíligari hjartamedisin. ­ So hevði rokningin verið omanfyri 2000 krónur, sig ur Anna. Ólukksáliga óreint Anna og Folmer eru alt annað enn fegin um tær spar ingar, ið verða gjørdar í hesum døgum. Tey eru á ein um máli um, at spar­ ingar nar verða framdar í skeiv um stað. ­ Tak nú bara lønina hjá løgtings­ og lands stýris­ monn um. Hana røra teir ikki, men í staðin leggja teir eftir okkum gomlu. Tað er ólukksáliga óreint at vit gomlu, sum bara hava fólka pensjónina at liva av, skulu verða harðast rakt, siga tey bæði. Tá tey nú skulu hava bæði nýtt hoyritól og heili­ vág, umframt allar tær van­ ligu útreiðslurnar við el, olju, mati og annað, so verð ur tað tilsamans ein stór útreiðsla. ­ Og so er tað eisini hatta kringvarpsgjaldið, sum er upp á 1800 krónur, sum akkurát er komið inn um dyrnar, vísir Folmer at enda á. Vælferðarføroyar í fillum: Betal ella bíða Sparingin er skilagóð - Tak nú bara lønina hjá løgtings- og landsstýrismonnum. Hana røra teir ikki, men í staðin leggja teir eftir okkum gomlu. Tað er ólukksáliga óreint at vit gomlu, sum bara hava fólkapensjónina at liva av, skulu verða harðast rakt, siga ávikavist 81 og 91 ára gomlu Anna Skæling og Folmer Jørgensen Mynd: Jens Kristian Vang OPEC skerjir ikki Felagsskapurin hjá oljuútflytaralondunum, OPEC, fer at varðveita verandi dagligu oljuframleiðsluna. Londini ásanna, at ov nógv olja er á altjóða marknaðinum, men havandi í huga, at altjóða samfelagið er í kreppu, eru OPEC­londini samd um at halda fram við verandi framleiðslu. Eygleiðarar siga, at avgerðin hjá OPEC merkir, at oljuprísurin fer framhaldandi at liggja um einar 70 dollarar fyri tunnuna, skrivar DR á heimasíðu síni. Fyri einum góðum ári síðani, í juli í fjør, kostaði oljan 147 dollarar fyri tunnuna. Evropa styðjar Obama Barack Obama er framvegis sera væl umtóktur hesumegin Atlantshavið. Í einari kanning, sum bleiv gjørd í juli, svaraðu næstan 80 prosent av teimum spurdu evropearunum, at tey styðja amerikanska forsetan. Kanningin vísti, at hann er serliga væl umtóktur í Vesturevropa. Her søgdu 86 prosent seg styðja hann og politikk hansara, meðan 60 prosent av teimum spurdu mið­ og eysturevropearunum søgdu tað sama. 77 prosent av evropearunum styðja uttanríkispolitikkin hjá Obama. Til sammetingar kann nevnast, at á tí økinum fekk George W. Bush stuðul frá 19 prosentum í Evropa.