fríggjadagur 11. september 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 173 - 11. september 2009
tíðindi
Sunnudagin fara
flestu føroysku
tónleikanøvnini frá
Múrinum á pall á
Reinsarínum í Havn,
til frama fyri kokkin,
Hans Jákup Garðalíð,
ið borðreiddi fyri
teimum í Roykstovuni
Kirkjubø. Tiltakið
nevnist CHEF AID.
Tónleikur
Rigmor Dam
Rigmor@sosialurin.fo
Fyriskipararnir av CHEF
AID siga, at endamálið
heilt einfalt er at at savna
pen ing inn til tær ovurstóru
rokningarnar, ið Hans Ják
up Garðalíð situr eftir við,
nú festivalurin er farin av
knóranum.
Vit eru øll samd um, at
»við Múrin« var ein sera
góð festivaluppliving, har
umstøðurnar bæði á palli
og handan pallin vóru óvan
liga góðar. At koma yvir í
Roykstovuna eftir fram
førsluna, og fáa eina slíka
máltið í hesum hugna ligu
kørmunum, var fyri okkum
ein stórur prikk ur yvir
i’num, sigur Niels Uni
Dam, ein av fyrireik ar
unum.
Serliga tí harmaði tað
okkum øll at frætta, at
kokk urin eftir húsagangin
sjálvur stóð við rokningini
fyri rávørurnar til matin og
drykkivørurnar, ið hann
hevði borðreitt fyri okkum,
sigur hann.
Stigtakararnir til Chef
Aid konsertina, ið eru limir
í nøkrum av bólkunum,
hava sett seg í samband við
øll føroysku nøvnini á
festivalinum, og móttøkan
hevur verið sera jalig. Hjá
onkrum
bólki
hava
tó
umstøður ikki verið til at
luttikið, vegna tað, at fólk
eru stødd uttanlands. Men
talan verður um eina sera
fjølbroytta konsert, tá 200,
Hallur Joensen, FAROE5,
Sic,
Guðrið
Hansdóttir,
Boys In A Band, MCHár,
The Ghost, Lady Fire og
Martin Joensen fara á pall í
sjón leikarhúsinum sunnu
dag in kl. 17.
Vit kunnu jú altíð fara á
pall aftur og fáa løn fyri at
spæla somu løgini umaftur,
men hjá kokkinum er støð
an øðrvísi: Maturin er jú
etin. Vit vilja tí gera okkara
fyri at tryggja framtíðina
hjá fyritøkuni hjá Hans
Jákupi
Garðalíð.
Hann
hevur í miðlunum boðað
frá, at hesin missurin er
størri enn tað, ið fyritøkan
hjá honum klárar at bera.
Hetta harmar okkum øll, tí
hans ara leiklutur á festi vali
num var fyrst og fremst at
gera okkara festi valupp liv
ing enn betri.
Hetta er okkara máta at
siga manga takk, siga tón
leikararnir í tíð inda skrivi.
Hans Jákup Garðalíð
trúði tí næstan
ikki, tá hann frætti,
at tónleikarar frá
Múrinum ætla at
siga mangatakk
fyri góðan mat við
stuðulskonsertini
”Chef Aid”, nú hann
stendur eftir við
einari stórari rokning
FesTivalur
Inna Tørnroos
inna@sosialurin.fo
Hans Jákup Garðalíð, sum
vanliga hevur ábyrgdina av
kantinuni á Læraraskúlanum
varð biðin um at taka sær
av matinum til tónleikararnar
á Múrinum.
Eg fekk boð um at gera
167 verðar. Men tað endaði
við, at eg gjørdi langt yvir
200. Og tað var sera góður
matur og nógv gott at
drekka, sigur Hans Jákup
Garðalíð, við Sosialin.
Stórur smeitur
Rokningin til fyriskip ar ar
nar var beint niðanfyri
100.000 krónur. Men hann
hev ur onki sæð til hendan
pening, og missurin hevur
verið ein stórur smeitur fyri
fyritøkuna.
Tað gongur ikki altíð,
sum prestur prædikar, sigur
Hans Jákup Garðalíð.
Men vit megna hóast alt
at reisa okkum aftur, roknar
hann við.
Líkar festivalar
Hann hevur sera nógv góð
minni frá festivalum, har
hann hevur borðreitt. Og
hóast tað ikki endaði so
gott, ætlar hann sær avgjørt
ikki at nokta, verður hann
biðin aftur.
Eg minnist serliga, tá eg
gjørdi mat til Smokie á
”Summar festivalinum”.
Teir vildu ikki reisa seg frá
borð inum og eg havi altso á
samvitskuni, at teir vórðu
45 minuttir ov seinir út á
pallin, fortelur hann.
Ovfarin av stuðlinum
Hans Jákup Garðalíð, er
ovfarin av stuðlinum hann
hevur fingið frá tón leik ar
unum, sum við fram førðs
luni sunnukvøldið vilja siga
manga takk fyri frálíka
matin, teir fingu borð reidd
an í Roykstovuni í Kirkju
bø.
Hans
Jákup
Garðalíð
ætlar sær at lurta eftir kon
sertini
sunnukvøldið
í
Reinsarínum, men leggur
aftrat, at hann nokk verður
nakað smæðin.
Hesir tónleikarirnir
fara á pall
sunnukvøldið í
Reinsa rínum
200
Hallur Joensen
FAROE5
Sic
Guðrið Hansdóttir
Boys In A Band
MC-Hár, The Ghost
Lady Fire
Martin Joensen
– Eg mundi
bóltað rút
Tónleikarar siga manga takk sunnudagin
Mattrot í Ethiopia
ES samtykti í gjár at játta 10 milliónir evrur, sum
skulu brúkast til at keypa neyðstøddum í Ethiopia
mat. Herviligur turkur hevur herjað partar av
Ethiopia og oyðilagt at kalla alla grøði, og tað hevur
gjørt, at matvøruprísirnir eru farnir upp ígjøgnum,
skrivar Reuters. Hjálparfelagsskapir siga, at meiri
enn seks milliónir ethiopar hava ov lítið til matna og
hava tørv á hjálp uttaneftir. ES hevur higartil í ár
játtað knappliga 30 milliónir evrur til matvøruhjálp
til Ethiopia.
Skjal vakt stóran ans
Tá Danmark í 2002 gjørdi av at senda hermenn til
Afghanistan at hjálpa amerikonsku deildunum har at fanga
limir í AlQaeda, var danska stjórnin vitandi um, at tær
amerikonsku deildirnar høvdu ikki skyldu til at geva
fangunum ta viðferð, sum Genevesáttmálin ásetir. Tað vísir
eitt skjal, sum júst er komið undan kavi í danska
verjumálaráðnum. Skjalið hevur vakt stóran ans, og
formaðurin í verjunevndini hjá Fólkatinginum, Hans
Christian Thorning úr Vinstra, krevur eina frágreiðing frá
Søren Gade, verjumálaráðharra. Tað ger andstøðan eisini.